Nógv hevur verið skrivað um hetta mál, men mín meining er tann, at ber tað til, at viðgerðin kann gerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, so er at seta hana ígongd beinanvegin.
Tað verður ein stórur fyrimunir, fyri sjúklingarnir her norðuri, at sleppa frá langa koyritúrinum til Havnar og ein kundi spurt, hví tað ikki kann lata seg gera, at viðgerðin kann gerast her norðuri? og man tað ikki vera nógv lættari, at flyta ein persón norður ella at skúla eitt fólk her norðuri, so vit kunnu viðgera okkara sjúklingar sjálvi.
Veit at nýrasjúklingarnir í Føroyum, hava fyri stuttari tíð síðani, verið á einum væleydnaður túri í Italia, har tey á túrinum fingu viðgerðir og annað ísamband við teirra sjúka. Kann tað lata seg gera á einum so longum túrið, so kann tað fyri Guðs skyld eisini gerast í Klaksvík, so býtt eru vit heldur ikki her norðuri.
Karsten Hansen fær ísving og fá hatta at koyra nú.
SáH