Barack Obama heldur, at tað hjálpir ikki at stongja grensurnar ímillum tey trý vestafrikonsku londini - sum eru harðast rakt av ebola sjúkuni.
Tað segði hann hósdagin alment, eftir at hann hevur fingið kritikk fyri ikki at gera nokk, at forða fyri at fleiri amerikumenn vera smittaðir við ebola.
- Ein kann forstanda, at tað er ógvuliga svert at hondtera ebola. Men vandin fyri at vera smittaður í Amerika er enn lítil fyri vanlig menniskjur, sigur Obama.
Í Amerika er talan um ein persón - men í Afrika hava fleiri enn 4.500 menniskjur mist lívið grundað av ebola - upplýsir felagskapurin WHO.
JáH (y) 17.10.2014