NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Paul Watson ger gjøldur burturúr Føroya Løgmanni !!!

15/10/2014

Comments

 
PictureSamanberingin hjá Paul Watson (mynd frá FB)
Nú stríðið er av hjá Sea Shepherd í Føroyum fyri hesa ferð - er Paul Watson sjálvur farin í stríð við okkara egna Løgmann. 

Á hansara Facebook síðu samanber hann Kaj Leo Holm Johannesen við Quark frá Fengengi - sum vit kenna frá røðini Star Trek. Í Star Trek er Quark ein kaptalist og hevur einans áhuga fyri at tjena meira.

Les eisini Komið og samli undirskriftir, tit !!!

Um Sea Shepherd sleppur inn til Føroya land næsta ár - so trúgva vit á Norðoya Portali, at teir fara brúka enn fleiri skitin trick's fyri at fáa okkum niður við nakkanum.

Nú er so Paul Watson sjálvur byrjaður egið stríð ímóti Føroya løgmanni - og spurningurin er so, um Kaj Leo atlar at geva hesum nakað aftursvar ella kanska geva Sea Shepherd forboð at koma aftur til Føroyar ..!

JáH (y) 16.10.2014 

Comments

Dagur Nr. 5 uttan vatn í Kunoy !!!

15/10/2014

Comments

 
Picture
Tolið er um at vera uppi hjá teim ymisku fólkunum í Kunoy, sum mangla vatn - nú vit skriva dag nr. 5 uttan vatn.

Onkur vil vera við, at Kunoyar fólk er bumba aftur í steinøldina og pissi er í kók hjá onkrum - har fleiri fólk eru í húsið. Tað kemur eisini sera illa við - at vatnið skal fara beint nú - fletting er á skránni hjá mongum í Kunoy.

Onkur húsarhald í Kunoy hava skitið vatn - ímeðan onnur slett onki vatn hava. Og nógv av teimum, sum vatn hava - er ógvuliga lítið trykk á.

Mynduleikarnir í Kunoy fortelja frá, at ivaleyst er talan um ein stóran vatnleka - men enn er lekin ikki funnin. Hvussu leingi fólkini í Kunoy koma at bíða afturat er ilt at siga - men teir arbeiða við málinum.

JáH (y) 15.10.2014

Comments

Aria aftur á pall nú leygarkvøldið

14/10/2014

Comments

 
Picture
Í sambandi við at KÍ kvinnur vinna FM 15. ferð á rað og harvið seta heimsmet, verður skipað fyri stórum tiltaki leygarkvøldið 18. oktober í KÍ-høllini, har Jógvan Hansen saman við Aria fara aftur á pall. Tað eru annars 13 ár, síðani Aria spældi til almennan dans seinast. Eisini verða gestasangarar við, sum koma at framføra KÍ løg saman við Aria.

Kelda: Facebook

Comments

Yvir 24.000 løntakarar fyri fyrstu ferð í nærum fýra ár

13/10/2014

Comments

 
Í juli vóru 24.073 løntakarar, um 100 fleiri enn í juni og tað mesta síðan oktober í 2010.

Síðan ársbyrjan eru tað komnir fleiri løntakarar hvønn mánað, og í juli vóru 400 fleiri enn við ársbyrjan.

Í oktober 2010 vóru 24.304 løntakarar, men so rakti húsagangur í fiskivinnuni, og eftir bert trimum mánaðum fóru 800 løntakarar úr starvi. Nú næstan fýra ár seinni er umleið helvtin av hesum falli vunnið innaftur.

Les meira HER

JáH (y) 14.10.2014 


Kelda: Hagstova Føroya

Comments

Óskili norðuri í Áninum, hatta hevði ikki gingið, um eg var Borgmeistari

13/10/2014

Comments

 
Picture
Skrivaði eina grein fyri nøkrum árum síðani, um óskili á Áninum, har nógvir Klaksvíkingar hava teirra neyst og nú er tað blivu nógv verri.

Vanligir bilar kunnu næstan ikki koyra til teirra neyst longur, hylarnir eru sum vøtn og eru teir sera djúpir.

Var ein túr norðuri í Áninum seinasta leygardag og tíbetur koyrdi eg við mínum Rexton, sum er sera høgur, so hann botnaði ikki,
men eg havi hoyrt frá fleiri, at tey tora illa at koyra við teirra bili og tað er komi fleiri ferðir fyri, at teirra bilar eru botnaðir.

Sjálvandi er tað deiligt, at tit hava alla tykkara fokus á Miðbýin, men aðrastaðn, har eyga ikki sær, er alt í órøkt.

Hevði eg verið borgmeistar, so hevði hatta ikki komi fyri. Sjálvandi skal hasin vegurin gerast liðugur, ongantíð ov skjótt.

SáH

Comments

Kiosk Vár letur ikki aftur

13/10/2014

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin hevur fingið játtað frá stjóranum Hans Jørgen Djurhuus ímorgun, at Kiosk Vár letur ikki aftur.

Víðari sigur Hans Jørgen, at eigaraskiftið hevur verið á Kiosk Vár, fyri nakað av tíð síðani og hevur tað tikið eitt sindur av orku og tíð,
at fáa alt at koyra aftur og vøruúrvalið veksur fyri hvønn dag.

Áðrenn Hans Jørgen tók yvir Kiosk Vár, silgdi fyritøkan í tungum sjógvi, men nú er vend komin í og væntandi ferð Kiosk Vár, at geva yvirskot í ár.

Norðoya Portalurin ynskir Kiosk Vár góðan byr framyvir.

SáH


Comments

Ónøgdir kundar hjá Kiosk Vár (Klaksvík)

12/10/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Kundarnir hjá Kiosk Vár í Klaksvík eru ónøgdir við úrvali av vørum, sum handilin hevur at bjóða upp. Eitt nú eru nógvar hyllar nærum tómar og spurningurin er kanska um Kiosk Vár í Klaksvík eisini atlar at lata aftur - hava kundar hjá Kiosk Vár (Klaksvík) boða frá.

Og tveir handlar hava longu latið aftur í Klaksvík - les meira um tað HER

Um Kiosk Vár letur aftur, so vera tað mong fólk í Klaksvík, sum fara at sakna handilin, sum liggur so deiliga væl plaseraður við góðum parkeringsmøguleikum.

JáH (y) 13.10.2014

Comments

Loysnin er funnin (so at siga) !!!

12/10/2014

Comments

 
Picture
Sum tit síggja á myndini (t.v.) so hava fleiri húsarhald í Kunoy fingið eina fyribils loysn - har vatnslangur vera førdar til húsini. Fimm húsarhald í Kunoy hava nú fingið vatn aftur - men har er ógvuliga lítið trykk á og fólk úr Kunoy hava eisini fortalt okkum, at tey eisini hava lítið trykk. 

Arbeiðsfólkini vistu enn ikki hvussu leingi tað fór at finna henda leka - tí ivaleyst so er talan um ein stóran leka, sum gjarna kann liggja undir vegnum á Kelduvegnum. Men hetta er ikki fyrstu ferð at hetta er hent og tað kann vera ein samanhangur í at Vatnverkið liggur skeivt plasera.

Men hvat er so LOYSNIN ?!?

Ja - hvat skuldi ein gjørt uttan Norðoya Portal ?!? Vit skriva jú, at vit hava funnið loysnina uppá "Vatn-trupuleikan" í Kunoy (so at siga). Les meira um hetta niðanfyri.

Les meira um "Vatntrupuleikan" HER
 
Soleiðis sum vit skilja tað, so varð tað absalutt ikki eitt gott hugskot at seta Vatnverkið í Kunoy so langt oman, sum teir hava gjørt nú. 

Og hvat skal man so gera vit tað ?!? No worries - LOYSNIN er her !!!

Faktist skrivaðu vit at tað møguliga fór at kosta áleið 100.000,00 kr at flyta Vatnverkið upp til brunnarnar, men tað kann gerast nógv bíligari enn so. Í veruleikanum kunna teir taka núverandi Vatnverk (loysa nakrar boltar í húsinum) og taka alt Vatnverkið sum tað er og flyta tað longur upp til brunnarnar við einum kranabili - ja faktist beint við (sjá mynd niðurundir) og so burdi hesin "vatn-trupuleikin" verið loystir. Sí myndir niðanfyri hvussu tit hetta kunna gera fyri ein heilt bíligan pening.

JáH (y) 12.10.2014

Picture
Picture
Comments

Enn onki vatn í Kunoy

12/10/2014

Comments

 
PictureTað sokallaða Vatnverkið í Kunoy
Enn hava nógv fólk á Kelduvegnum í Kunoy onki vatn fingið og arbeitt verður dúgliga við trupuleikanum. 

Norðoya Portalur varð og tosaði við arbeiðsfólk á økinum, men teir vistu ikki ordiliga hvar trupuleikin lá. Tað kundi vera, at ein stórur lekið varð onkunstaðni - men hvar hann lá - vistu teir so at siga onki um.

Ein annar trupuleiki hevði eisini verið, at um eldur kom í eitt hús á Kelduvegnum, so høvdu teir ikki havt nóg nógv trykk til at bast eldinum - og tað kann ein ikki finna seg í.

Nú hava ymisk fólk í Kunoy ikki havt vatn síðan kl. 17 - 18 tíðina ígjár og øðin valdar hjá teim ymisku sum jú hava brúk fyri massar av vatnið - nú flettast skal fyri allar pengarnar. 

Nær vit í Kunoy kunna vænta okkum vatn er so tann stóri spurningurin - og spyrjast kann so eisini: "Nær fer so vatnið næstu ferð ?!?" Eisini kann viðmerkjast, at tað nyttar ikki at blíva við, at arbeiða eftir reyv - tá trupuleikin blívur við at vera har. Mynduleikarnir í Kunoy muga finna eina loysn, sum ber seg í framtíðini og ikki bert halda, at hetta er gott nokk - fyri tað um ein býr í Kunoy. Ikki hava vit nógv í Kunoy og at missa vatni afturat er (sum sagt áður) undir alt lágmark.

Meira um "Vatnið" seinni ...

JáH (y) 12.10.2014

Comments

Dramatikkur uttanfyri Effo ídag, har var Politi á staðnum......

11/10/2014

Comments

 
Picture
Fyri løtu síðani var stórur dramatikkur uttanfyri Effo støðina í Klaksvík. Har var bæði Politi, Trøllapætur og omman.

Tey vildu í hvussu so er hava Norðoya Portalin langt vekk, tú bæði Politi og Trølla omman nevaði ímóti myndamanninum, so tað var best at sleppa sær burtur :)

Sjá myndirnar niðanfyri, frá dramatisku hendingini ídag.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.