Í kvøld, hóskvøld, kl. 19:00, heldur Ann-Britt Mortensen, sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði, fyrilestur um hvussu positiv sálarfrøði kann vera ein liður í prosessini at koma fyri seg, og fyrbyrgja afturstigum hjá fólki við sálarheilsuavbjóðingum.
Sinnisbati hevur aftur í ár gjørt eina skrá við fyrilestrum hvønn mánað, sum ein liður í at arbeiða við at avtabuisera sálarsjúkur, og gera upplýsandi arbeiði hesum viðvíkjandi
Fyrilesturin er um hvussu vit kunnu brúka vitan frá gransking innan økið positiva sálarfrøði í eini recovery prosess. Tosað verður um grundleggjandi hugtøk innan positiva sálarfrøði, m.a.: - tað góða lívið, tað virknað lívið og tað meiningsfulla lívið - vón og optimismu - persónlig virði og kjarnustyrkir Gransking vísir, at seta vit fokus á styrkir, hevur tað eina positiva ávirkan á menniskjaligan trivnað, so sum betri sjálvsvirði og sjálvsálit, minni strongd, størri drívmegi og virkni og meira gleði. Tiltakið er ókeypis og verður í hølunum hjá Sinnisbata í Laðabrekku 1, í Tórshavn.
JáH (y) 30.10.2014
Kelda: Sinnisbati