Keldurnar, sum Norðoyar Portali hevur tosað við - siga frá, at tað eina partí'ið av húsunum vóru frá 1916 og hitt "nýggjari" parturin av húsunum eru frá 1941 - sostatt kann sigast, at hetta vóru eini hús, sum vóru áleið 100 ára gomul. Gongur sum ætlað, so vera húsini liðug at taka niður í vikuni og so skal byrjast at gera eitt grønt økið runt um har húsini hava verið.
Vit á Norðoya Portali vóru á staðnum og eisini fara vit at leggja ein film saman, sum vit tóku upp ídag, ímeðan húsini vóru niðurløgd.
JáH (y) 15.06.2016