NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Løgreglan rendi á í Gøtu beint nú

14/6/2016

Comments

 
Billede
Beint við rundkoyringina í Norðoyagøtu hevði hesin løgreglubilurin rent á.

Nú veit Norðoya Portalurin ikki hvat hendi, men tað sær út sum at hesin løgreglubilurin hevur rent í reyvina á einum bili.

Tað er ikki á hvørjum degi, at man sær løgregluna renna á, men hesin bilurin stendur so við rundkoyringa í Gøtu.

SáH

Comments

Samkynd sleppa ikki at geva blóð í Orlando!

13/6/2016

Comments

 
Billede
Samkynd fólk úr Orlando sleppa ikki at geva offrunum blóð - sjálvt um hetta varð eitt álop á ein náttklubba fyri samkynd.

Lógin hjá Heilsumynduleikunum frá Amerika sigur, at ein maðir sleppur ikki at geva blóð, um maðurin hevur havt sex við øðrum manni ta seinasta árið.

Mong samkynd eru í øðini av hesum, tí um nú hetta kann bjarga lívum og ongin AIDS virus er í blóðinum hjá tí samkynda - hvat skuldi tá verið trupuleikin ..?

Sjónleikarindan Mia Farrow biður fólk skunda sær at geva blóð, tí samkynd sleppa ikki. Líka síðan 2015 sleppa menn sum hava sex við monnum - ikki at geva blóð í Amerika.

Politikarin Jared Polis skrivar á Twitter, at hansara maður hevði verið á lívið í dag, um hann slapp at donera blóð til hansara og spyr spurningin: Hvussu absurd er tað, at ein ikki kann geva blóð til sín egna mann ..?

JáH (y) 13.06.2016

Straight people please donate blood for the wounded because Orlando won't accept gay people's blood

— mia farrow (@MiaFarrow) 12. juni 2016
Comments

Omar Mateen hataði samkynd, sigur pápi hansara!

12/6/2016

Comments

 
Billede
50 menniskjur hava nú latið lív, veit BBC at siga frá á teirra heimasíðu eftir at Omar Mateen (á myndini) fór innar í ein náttklubba fyri samkynd í Orlando og byrjaði at skjóta frá hond.

Les eisini: Orlando: Minst 20 eru deyð av skotbardaganum!

Pápin hjá Omar, Mir Seddique hevur fortalt fyri BBC, at skjótingin onki hevði at gera við trúgv - men tí at sonurin hevði ein innarliga hatur ímóti samkyndum. Pápin sigur eisini, at hann ikki visti av nøkrum og at hann er líka sjokkeraður, sum restina av verðini eru.

Hetta er tann ringasta skotbardagin tey seinastu 25 árini í Amerika og hesin skotbardagi kemur bert dagin eftir, at ein annar skotbardagi varð í Florida, sum kravdi lívið av 22 ára gomlu Christinu Grimmie, tá ið ein maður skjeyt hana, ímeðan hon skrivaði autografar eftir eini konsert, hon júst hevði havt.

JáH (y) 12.06.2016

Comments

Orlando: Minst 20 eru deyð av skotbardaganum!

12/6/2016

Comments

 
Billede
Minst 20 menniskjur hava latið lív - eftir at ein maður fór at skjóta frá hond í einum náttklubba fyri samkynd í Orlando, Florida í nátt.

Løgreglan veit eisini at siga frá, at yvir 42 fólk eru álvarsliga sáraði av skotum og at hjá nøkrum av teimum stendur enn um lív.

Brotsmaðurin, sum varð vápnaður við øllum møguligum vápnum - bleiv hertikin av løgregluni og skotin til deyðis, áðrenn hann megnaði at drepa fleiri menniskjur. Løgreglan kannar nú málið, um hví maðurin skuldi fara so langt og skjóta frá hond ósek samkynd menniskjur.

JáH (y) 12.06.2016

Comments

Skotbardagi í Orlando: Brotsmaðurin er sjálvur skotin til deyðis!

12/6/2016

Comments

 
Billede
Ein maður gekk amokk í einum náttarklubba í Orlando, Florida í nátt og byrjaði at skjóta frá hond, har minst 20 persónar eru blivnir skotnir av manninum. Men maðurin, sum skjeyt frá hond - er eftir øllum at døma blivin skotin sjálvur til deyðis av løgregluni.

Grundgevingin hví maðurin er byrjaður at skjóta inni í hesum náttklubba er ikki komin framm, men tað fáa vit nokk staðfest seinni frá løgregluni úr Florida, sum tíðin frálíður.

JáH (y) 12.06.2016  

Comments

Ruddingardagur í Árnafirði ídag

11/6/2016

Comments

 
Billede
Kl. 09.30 byrjaði ruddingardagurin í Árnafirði við morgunmati í neystinum.

Veðrið er av tí besta og klokkan 15.00 verður fara at grilla búffar.

Eisini verður Sluch Ice at fáa, so tað er bara at møta upp.

Comments

Truckerfestivalurin 2016 byrjar nú klokkan 11

11/6/2016

Comments

 
Billede
Beint uttanfyri Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági byrjar Truckerfestivalurin 2016. 

Skráðin fyri Truckerfestivalur 2016 

Leygardagin. 11.06.16
11.00 til 13.00 Koma bilarnir. 
12.00 til 17.00 Framvísarir - Hoppiborgir o.a 
17.00 til 20.00 Fara Lutakarnir at eta. 
20.00 til 21.00 Fiskikapping við Kranabili. 
00.00 til 00.30 Ljós Show.

Sunnudagin 12.06.16
09.00 - 12.00 Morgunmatur. 
13.00 - 17.00 Framvísarir - Hoppiborgir o.a. 
13.00 - 14.30 Trøllapætur & Omman
16.00 - 17.00 Steypahandanin byrjar
17.30 Fara bilarnir convoy ígjøgnum bygdina.

SáH

Comments

Friðaligt á Country ímorgun kl. 08.30

11/6/2016

Comments

 
Billede
Tað sæst ikki ein sál á Country økinum ímorgun kl. 08.30.

Har svóvu øll, men tó, har vóru tveir vaktarmenn frá Ásni og teir spældi fótbólt á vøllinum.

Norðoya Portalurin var á økinum og tók nakrar myndir og sæst, at har hevði verið nógv lív í gjárskvøldið.

Stóri dagurin hjá Country verður ídag og væntandi vera enn fleiri fólk ídag. Tað er bara at koma Vestur, her er av fínasta veðrið.

​SáH

Comments

Songstjørnan Christina Grimmie skotin til deyðis á eini konsert!

11/6/2016

Comments

 
Billede


Christina Grimmie, sum luttók í sesong seks av tí amerikanska programminum The Voice, bleiv skotin til deyðis í eini konsert í Orlondo, Florida fríggjakvøldið, veit CNN at siga frá.

Leygarmorgun vistu talsfólkini hjá henni og løgreglan í Orlando at fortelja, at Grimmie doyði av skaðanum. Hon bleiv einans 22 ára gomul.

Brotsmaðurin skjeyt seg sjálvan - eftir at hava skotið hana, skrivar løgreglan í einum lítlum tíðindastubba.

Grimmie bleiv kend via Youtube eftir at hon sang kendar sangir, og endaði uppi á einum triðja plássi í sesong 3 hjá The Voice. 

JáH (y) 11.06.2016

Comments

Amerika: Skotbardagar á flogvøllinum í Dallas

10/6/2016

Comments

 
BilledeTilvildarlig mynd
Fleiri keldur vilja vera við til, at skot hoyrist frá flogvøllinum Dallas Love Field í Amerika.

Ein video er av hendingini, har tú kanst síggja skot fara sendandi ímóti terminalinum. Reuters sigur, at ferðslan av bilum er totalt steðga uttanfyri flogvøllin.

JáH (y) 10.06.2016

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.