Les eisini: Orlando: Minst 20 eru deyð av skotbardaganum!
Pápin hjá Omar, Mir Seddique hevur fortalt fyri BBC, at skjótingin onki hevði at gera við trúgv - men tí at sonurin hevði ein innarliga hatur ímóti samkyndum. Pápin sigur eisini, at hann ikki visti av nøkrum og at hann er líka sjokkeraður, sum restina av verðini eru.
Hetta er tann ringasta skotbardagin tey seinastu 25 árini í Amerika og hesin skotbardagi kemur bert dagin eftir, at ein annar skotbardagi varð í Florida, sum kravdi lívið av 22 ára gomlu Christinu Grimmie, tá ið ein maður skjeyt hana, ímeðan hon skrivaði autografar eftir eini konsert, hon júst hevði havt.
JáH (y) 12.06.2016