
Christina Grimmie, sum luttók í sesong seks av tí amerikanska programminum The Voice, bleiv skotin til deyðis í eini konsert í Orlondo, Florida fríggjakvøldið, veit CNN at siga frá.
Leygarmorgun vistu talsfólkini hjá henni og løgreglan í Orlando at fortelja, at Grimmie doyði av skaðanum. Hon bleiv einans 22 ára gomul.
Brotsmaðurin skjeyt seg sjálvan - eftir at hava skotið hana, skrivar løgreglan í einum lítlum tíðindastubba.
Grimmie bleiv kend via Youtube eftir at hon sang kendar sangir, og endaði uppi á einum triðja plássi í sesong 3 hjá The Voice.
JáH (y) 11.06.2016