Fiskiveiðiavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann?
Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðiavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni. Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur.
Hetta er søgan um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið
“Stríðið um proteinini – og útflutningurin til Sovjet” kemur út mánadagin 9. desember. 📆🎄✅