NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Banknordik tekur seg væl út á Biskupstorginum

14/11/2019

Comments

 
Billede
​Almenn móttøka hevur verið í BankNordik seinnapartin í dag, men deildin hevur havt opið hús í nýggju hølunum í allan dag, og hava nógv fólk nýtt høvi at síggja nýggja, snotiliga bygningin.

Á skránni seinnipartin vóru røður, tónleikur og lætt ábit.

Einar Tróndargjógv, deildarleiðari, bjóðaði vælkomin og røður vóru hildnar av Jógvani Skorheim, borgarstjóra, og Turið F. Arge. Jógvan Skorheim takkaði m.a. leiðsluni í BankNordik fyri dirvið, at fara undir hesa verkætlanina, sum framyvir kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av miðbýnum í Klaksvík.

Somuleiðis fegnaðist Turið F. Arge um nýggju staðsetingina, og greiddi m.a. frá, at endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar.

Røðan hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, kann lesast niðanfyri:

***
Góðu tit øll

Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll.

Tit hava fingið nýggj og snotilig høli í hjartanum í Klaksvik, og Klaksvíkar býráð kann gleðast um, at tit søgdu ja til at verða við í menningini av okkara miðbýi, sum framyvir kemur at mynda fjølbroytta virksemið í býnum.

Hetta krevur dirvi, framfýsni og opinleika. Og hetta eru eginleikar, sum eg veit mynda tykkara virksemi, tí tað hava vit sæð aftur í menningini, sum er farin fram í BankNordik.

***

​Nógv er hent í bankaheiminum seinastu árini. Kanska serliga síðani tøknin og snildu loysnirnar tóku dik á seg.

Nógv varð tosað um, hvussu keðiligt tað fór at verða, um nú allar avgreiðslur fóru at verða niðurlagdar.

Kanska serliga eldra ættarliðið, sum onkursvegna skuldi uppalast av nýggjum.

Eg kann kanska líka nevna eina stutta søgu, tí eg var framvið hjá einum eldri manni, sum hevði fingið bræv frá bankanum um, at hann skuldi fáa sær visakort, tí nú var ikki longur møguligt at brúka bankabók.

Hann læs brævið fyri mær og segði: ”Tað stendur í brævinum, at eg skal brúka eina pin-kodu, men tað stendur ongin frágreiðing um, hvat ein pin-koda er fyri nakað”.Eg mátti greiða honum frá, hvat ein pin-koda var men ásannaði eisini, at hendan broytingin fyri nøkur kundi tykjast avbjóðandi.

Tað var tí ikki frítt, at fólk óttaðust støðuna.

Sambandið við bankan var ógvuliga persónligt og trygt, og trupult var at ímynda sær, at snildar loysnir kundu avloysa avgreiðslurnar.

Eg minnist væl, tá man fór inn í bankan við sínum rokningum og kundi fara útaftur við bankabókini, har tað var skrásett, at tú hevði goldið allar tínar rokningar.

Eg minnist eisini, hvussu imponerandi tað var at síggja gamlar holaðar bankabøkur liggja í skuffuni hjá pápa mínum, tí nøgdin av bankabókunum segði mær, at hann mátti eiga nokkso nógvar pengar, um hann átti so nógvar bankabøkur.

Men bankabókin bleiv skift út við aðrar snildar loysnir, og fleiri avgreiðslur eru við tíðini niðurlagdar.

Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at ein vitjan í bankanum í dag eisini er broytt.

Í staðin fyri at fara inn í bankan at gjalda rokningar, so eru flestu vitjanirnar í dag tengdar at lántøku.

Hendan broytingin hevur uttan iva eisini sett nýggj krøv til starvsfólkini, tí ein slík vitjan setur krøv til, at starvsfólk eru væl skipaði og álítandi.

Ofta verður nevnliga tikið til, at álit er ein avgerandi drívkraft fyri vøkstur. Tí verður eisini sagt, at tað er tað persónliga sambandið millum bankan og kundan, sum veruliga kann skapa grundarlag undir vøkstri og framgongd.

At leiðslan í BankNordik tók stig til at gera eina íløgu í eina nýggja avgreiðslu í miðbýnum, sigur mær, at BankNordik júst raðfestir hetta persónliga sambandið, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri.

Eg eri sannførdur um, at hetta er ein íløga, sum fer at gagna fleiri pørtum, tí økið her í miðbýnum er í støðugari menning, og er hetta bara byrjanin.

Sjóhitaskipanin varð fyri stuttum sjósett, og hevur skipanin eydnast sera væl. Í desember fara vit eisini at síggja, hvussu sjóhitaskipanin kann gagnnýtast, tá vit í desember knýta skoytibreytina í skipanina.

Og sum nakað heilt nýtt flytur jólatiltakið Norðurjól inn í veghæddina í Biskupstorgi allan jólamánaðin.

Tí er ongin ivi um, at økið frammanfyri bygningin hjá tykkum veruliga verður merkt av jólaligum hýri.

Eg vildi tí sagt, at BankNordik ikki kundi fingið betri staðseting enn í hjartanum í miðbýnum, har góður møguleiki er at hitta síni viðskiftafólk.

***

Til seinast vil eg takka leiðsluni í BankNordik fyri gott samstarv í samband við hesa verkætlan.

Eg vil eisini takka tykkum fyri dirvið. Tí tað kann vera trupult at síggja heildarmyndina fyri sær, tá økið er eitt stórt, myrkt grótkast, og endaliga úrslitið ikki fyriliggur, áðrenn avtalan verður undirskrivað.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg tí takka tykkum fyri, at tit sóu møguleikar fram um forðingar.

Eg eri sannførdur um, at raðfestingin av hesari staðsetingini áhaldandi kann styrkja og viðlíkahalda persónliga sambandið millum tykkum og okkara borgarar og vinnulív.

Góðu starvsfólk, takk fyri tykkara tolsemi í samband við hesa flytingina og blíðan byr við virkseminum í hesum nýggja, snotiliga bygninginum. At enda fari eg at ynskja øllum hjartaliga til lukku við nýggja BankNordik bygninginum.

Og eg skal líka skoyta uppí, at vit nokk skulu tryggja tykkum, at gamli BankNordik bygningurin verður í góðum hondum, tí í næstum verða tænastur á heilsu- og umsorganarøkinum savnaðar í bygninginum. Og tað fer uttan iva at skapa møguleikar fyri enn betri tænastum til okkara borgarar.

Takk fyri.

Her nakrir myndir, sjá herundir.

Kelda: Klaksvík

SáH

Comments

11.11.2019: Gadus er á veg í russiskan sjógv

12/11/2019

Comments

 
BilledeGadus, mynd tikin tann 11.11.2019 klokkan 23:23
Kl. 23.15 í gjárskvøldið fór Gadus nýggjan túr. Teir fara í russiskan sjógv.

Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskupstøð.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskja skipara og mannin ein skjótan og góðan túr.

Her filmsklipp og myndir tá ið tór fóru avstað í gjárskvøldið.

SáH

Comments

Okkara maður Jákup Mikkelsen 31.07.2019, bummgjaldið skal avtakast

10/11/2019

Comments

 
Billede
Tann 31.07.2019 hevði Jákup Mikkelsen eina langa grein í News.fo og Norðoya Portalinum, her kemur hann eisini  á bummgjaldið í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, hetta skrivaði hann tá:

“Bummgjaldið í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum ikki avtikið

Hóast norðoyingar og vágafólk fingu lovað frá byrjan, at tá lánini hjá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vóru niðurgoldin, skuldi bummgjaldið steðgað, og hóast tað bæði er verri fyri samfelagsnyttuna av tunlunum og eisini kappingaravlagandi og órættvíst ímóti hesum báðum landspørtum at halda fram við bummgjøldum, so hevur hendan landsstýrissamgongan ongan vilja til at halda hesi givnu lyfti til norðoyingar og vágafólk.”

So er at vóna at Fólkaflokkurin og Jákup Mikkelsen halda orð hesaferð.

Tað er at avtaka bummgjaldið beinanvegin og uppsiga fólkini í umsitingini á Norðoya Tunlinum og Vágatunlinum skjótast gjørligt og sjálvandi niðurleggja nevndina.

SáH

Comments

​Sam á veg út eftir Vágni kl. 05:00 sunnumorgunin

9/11/2019

Comments

 
Billede
Tað er sjálvdan, at man sær Sam fara út eftir Vágni kl. 05:00 ein sunnumorgun, men soleiðis var tað í morgun. Allerhelst er tað ein farmaflutningur ella at Sam verður settur í aðra rutu.

Standferðslan hevur onki skriva á sína heimasíðu og á heimasíðuni hjá MarineTraffic nú klokkan er 05:21 er Sam staddur uttanfyri háskúlan.

SáH

Billede
Comments

​Fjord Cottage í Søldarfirði

9/11/2019

Comments

 
Billede
​Í desember eru øll hjartaliga vælkomin at vitja Fjord Cottage í Søldarfirði.

Frá 6. dec. – 20 dec. eftir klokkan 18 selja vit kaffi, kakoe, rísalamande og jóla pynt, eisini bjóða vit tykkum at taka jólamyndir. 8. og 15 desember, eru tit háhugaið í at taka jólamynd eru tit vælkomin at skriva til mín.

Vit bíða eftir tykkum.

Sabina Poulsen

Visit Runavík
Runarvíkar Kommuna
Eysturkommuna

Comments

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

7/11/2019

Comments

 
Billede
Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Wanju Petersen í starv sum deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Wanja hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Wanja eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur hon leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Grønlandi, har hon eisini hevur arbeitt í fimm ár.

Í starvinum skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi  fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Wanja tók við starvinum 4. november 2019.

Vit ynskja Wanju hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Økið kring oljubryggjuna við Grótrætt skal ruddast

6/11/2019

Comments

 
Billede


Í samband við at nýtt virksemi í næstum verður á økinum kring oljubryggjuna við Grótrætt, skal økið nú ruddast.

Í hesum sambandi verður heitt á eigarar av lutum, sum standa á merkta økinum við Grótrætt, um at flyta teir av økinum áðrenn mánadagin 18. november.

Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir hetta, verða burturbeindir fyri eigarans rokning.

Klaksvíkar kommuna

Billede
Comments

Kris hevur føroyskað fýra hefti um kynsligan ágang

6/11/2019

Comments

 
Billede
​Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett Føroyskt. Tvey tey fyrstu heftini komu út í fjør og nú koma tey bæði seinnu.

Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er. 

Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.

Tá ið illgrunin verður til mál – er triðja heftið. Her kanst tú lesa um, hvussu ítøkilig mál um kynsligan ágang verða handfarin, og hvussu tú sum vaksin – hvørt tú ert foreldur, avvarðandi ella fakfólk – eigur at bera teg at í sambandi við málsviðgerðina.

Tá ið ágangurin ferðast kring heimin – er fjórða heftið. Hetta heftið er ætlað foreldrum ella fakfólki, ið vilja vita meira um filmar og myndir av ágangi móti børnum, um hvussu alt verður framleitt og breitt út, um hvat verður gjørt, og um hvat kann gerast í stríðnum ímóti ólógligu myndunum.

Stríðið móti kynsligum ágangi 
Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum. 

Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn. 
Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey. 

Eingir skemmarar eru líka
Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan. 
Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan  at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk. 
 
Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi. 

Frá vinalagi til kynsligan ágang 
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg  inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast. 

Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast  
Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum. 

Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til. 

Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr.  

Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna.  

KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn. 
​
Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo 
 
Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og  Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu. Høvuðsstuðul hjá KRIS er BankNordik.

Comments

Fólkapensjónistar fleiri pengar at liva fyri

5/11/2019

Comments

 
Billede
​Fólkapensjónistar fáa eftir ársskiftið fleiri pengar at liva fyri. 

Samgongan setti sær beinanvegin fyri at betra um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum, og í dag – 51 dagar aftaná at samgonguskjalið varð undirskrivað - verða uppskotini løgd fyri tingið, sum fremja hesar ætlanir í verki.

Við uppskotunum verða fíggjarligu korini hjá øllum fólkapensjónistum betraði. Hetta verður gjørt við at geva teimum ein frádrátt í skattinum á 500 kr. um mánaðin og at hækka grundupphæddina við 580 kr. um mánaðin – samanlagt 1.080 kr. Um pensjónisturin onga inntøku hevur umframt pensjónina, so hækkar pensjónin við hesi upphædd, tá lógarbroytingin hevur fingið fullan virknað. Tá fær ein stakur pensjónistur umleið 12.460 kr. útgoldið um mánaðin. Hetta verður gjørt í tveimum stigum, so helvtin kemur í 2020 og restin kemur í 2021. 

Lægri mótrokning
Tað skal loysa seg betur hjá fólkapensjónistum at hava inntøku umframt pensjónina. Hetta verður gjørt við at lækka mótrokningina niður í 20 % galdandi fyri allar fólkapensjónistar frá ársskiftinum. Hóast allir pensjónistar fáa meir burturúr av hesum broytingum, so er tað tó munur á hvussu broytingarnar fara at ávirka pensjónina hjá einstaka pensjónistinum. Hetta er lýst í lógaruppskotunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at samgongan við hesum gevur øllum fólkapensjónistum eina hækking, sum veruliga fer at merkjast umframt, at tað fer at loysa seg betur at arbeiða.

Kelda: amr.fo

SáH

Comments

Barnarættindasáttmálin 30 ár

5/11/2019

Comments

 
Billede
ST Barnarættindasáttmálin fyllir 30 ár í 2019, og er hetta tí eitt serstakt ár hjá børnum og ungum kring allan heim. Í hesum sambandi skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn í januar 2020, har børn og ung úr øllum Norðanlondum fara at luttaka. Úr Føroyum luttaka 9 børn í aldrinum 12-16 ár. Evnið á ráðstevnuni er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum teirra viðkomandi viðurskiftum.

Í hesum sambandi vóru børnini, ið koma at umboða Føroyar á ráðstevnuni komandi ár, á vitjan hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyri at kunna seg um føroysku skipanina og hvussu barnarættindi verða umsitin í Føroyum. Landsstýriskvinnan varðar av Barnarættinda­sáttmálanum og viðurskiftum annars hjá børnum og ungum í Føroyum. Hon fekk eitt gott prát við hesi fittu og skilagóðu børn, ið settu henni nógvar viðkomandi spurningar. Í tráð við evni á ráðstevnuni var nógv tosað um rættin hjá børnum at verða hoyrd og at sleppa til orðanna í málum, sum børnini eru ein týðandi partur av, m.a. barnaverndarmálum og hjúnarskilnaðarmálum.

Landsstýriskvinnan metir tað at vera av stórum týdningi, at fokus verður sett á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Børn og ung byrja alsamt vaksandi at skipa seg, fyri at gera vart við síni rættindi, og at hesi verða tikin í álvara. Landsstýriskvinnan ynskir børnunum góða eydnu við ráðstevnuni og víðari arbeiðinum, ið ein slík ráðstevna treytar av øllum teimum, ið varða av rættindum hjá børnum og ungum.

Kelda: Amr.fo

SáH
​

Billede
Comments
<<Previous
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly