Ætlanin var at reka hana inn í Hvannasund, men ikki fekst rakstur á hana norðureftir, hon vildi bara suðureftir og so var avgjørt at reka hana inn á Borðoyavík.
Klokkan umleið 5:30 bleiv hon dripin á Hellisenda á Borðoyavík. Drápið gekk væl og eftir góðar 10 min. vóru allir hvalirnir deyðir. Tað vóru umleið 25 – 30 hvalir.
Tað sum var sera sermerkt við hesum grindadrápinum, var at tað var mestsum øll, sum vóru við í drápinum vóru heilt ung fólk. Tey flestu av fólkunum høvdu verið í býnum og tann elsti mundi nokk vera løgreglumaðurin Karl Johansen.
Seðlirnar koman væntandi út á miðdegi og verður grindin býtt í drápspartar.
SáH