Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri verður eisini hampuligt, so tí verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalvi. Ein liggur við bryggju.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski. Hann landar vantandi fyrst í vikuni. Restin liggur við bryggju og er tað eisini ivasamt um teir fara avstað í næstum, tí tað er feriutíð.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku og hava tey brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Fiskamarknaðurin Føroyar