Norðsøki, mynd tikin tann 26.07.2022 klokkan 17:52 og eru teir longu byrjaður at landa Norðsøka. Takk fyri myndina. Hetta gjørdist ein sannur roktúrur og tað má vera sera langt síðani at Norðsøki hevur havt so nógv í lastini, hann var fullur undir lúkurnar og fiska bleiv eisini á dekkið.
Sostatt ein av bestu túrunum hjá Norðsøka nakrantíð, umleið 90.000 pund ella meira, tað mesta var upsi og 20.000 pund toskur.
Tað eru fimm mans við Norðsøka og skipari er Heri Vang.
Man kann bara gleðast saman við skipara og manning, fantastiska flott klára og nú kunnu tit við góðari samvitsku fara til KÍ dystin og Ólavsøku.
SáH
RSS Feed