
Suðuroyingar nakað glaðir og væntandi verður hann settur í sigling skjótast gjørligt, tá ið teir koma til Føroyar aftur.
News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Smyril eina góða heimreisu.
SáH
![]() Sum sæst á MarineTraffic, so er Smyril á veg til Føroyar, teir sigla júst nú forbí Samsø og Sejerø og hava sett beina kós á Tvøroyri. Suðuroyingar nakað glaðir og væntandi verður hann settur í sigling skjótast gjørligt, tá ið teir koma til Føroyar aftur. News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Smyril eina góða heimreisu. SáH ![]() Hvar eru vit á veg sum samfelag, tá fólk kunnu liggja tímavis i regni og kulda, uttan at nakar letst um vón? Hetta kvøldið blivu boð send til min av borgara um avdotnan mann i miðbýnum. Maðurin var fullur og hevði ligið fleiri timar úti i regninum og kuldanum. Viðkomandi hevði roynt i fleiri umførum at ringt til landssjúkrahúsið og løgregluna um at hjálpa manninum, men ongin vildi kennast við ábyrgd. Viðkomandi borgari metti mannin vera i lívsvanda, og kendi sær ongi onnur ráð enn at skriva til min. Í tí eg skuldi ringja 112 koma boð á tlf at nu var hjálpin komin. Hetta er ikki fyrstu ferð tað hendir i okkara býi. Tað skal ikki gerast munur á okkara borgarum, ein avdottin fullur maður i lívsvanda skal hava eins góða hjálp og øll onnur. Hann er borgari i okkara kommunu og menniskja eins og øll onnur. Vónandi hendir hetta aldrin aftur Annika Olsen (Facebook 08.10.2019) Borgmeistari Tórshavn ![]() Um tú er ein av teim, ið reikar runt um kvøldarnar kring Klaksvíkar bý, so hevur tú møguliga undrað teg á, at ljós aftur er í gomlu læknahúsunum. Hesi ikonisku gulu húsini vóru bygd í 1928, og vóru tá nýtt til bústað og læknahús, men hava jú staðið tóm líka síðan einaferð í hálvfemsinum. Í hesum døgum tæna húsini einum øðrum endamáli. Gomlu gulu læknahúsini roynast nú sum leiktjald hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, sum jú eftirhondini er kent fyri at gera innrás í tómar bygningar kring býin. Fyrr í ár var tað loftið á Spinnarínum, ið aftur varð lívgað upp av sjónleikarum, pallsniðgevum, teknikkarum og ikki minst av stóru mannafjøldini, sum við víðskygni og forvitnisligum eygum, fylgdu við inn í ævintýrakenda heimin hjá Kraddaranum, Fívilinum og øllum hinum gandakendu verunum. At skapa lív í bygningar, har alt leingi hevur ligið deytt, er vorðið ein fortreyt hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, um felagnum sjálvum skal vera lív lagað. Kreativa virvarið, sum allatíðina livir í einum sjónleikarafelag, noyðist at hava eitt stað, har virvarið kann mýkjast til eitt ella annað skap. Gomlu gulu læknahúsini bleiv hettar staðið. Læknahúsið verður tí seinni í mánaðinum staðið, har víðskygni og forvitni áskoðarin fer at hava møguleika at vitja “Ræðsluhúsið”. Eitt hús har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín! Ræðsluhúsið letur dyrnar upp 21.oktobur og stongir aftur 03.novembur. Atgongumerkir verða sett til sølu 14.oktobur á www.atgongumerki.fo. Sum nakað heilt serstakt fer Klaksvíkar sjónleikarafelag at gera eykað nógv burtur úr “Halloween kvøldinum”, ið er 26.oktobur. Tá fer felagið saman við Jacqson, Silvurdrongur, Joe and the shitboys og The happening at kalla saman kreativar grýlir kring landið. Sjálvsagt eru góðir vinningar uppá spæl hettar kvøldið frá m.ø. Summarfestivalinum, Voxbotn og G! ![]() Standferðslan boðar frá at ongin sigling verður um suðuroyarfjørð í dag. Veðrið er einki serligt og Prince siglur ikki, um aldurnar eru omanfyri 4 metrar og so er vindurin eisini sera nógvur í dag. Prince hevði eisini stórar trupuleikar at leggja at á Krambatanga í gjárskvøldið ella rættari sagt í nátt, hygg mynd frá Marine Traffic herundir og her veðrið og koyrilíkini klokkan 04:15 og 06:45. SáH ![]()
Í gjár bleiv Sjóhitaskipanin í Klaksvík tikin í nýtslu. Tað vóru Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og Jógvan Skorheim sum tendraðu sjóhitaskipanina í pumpuhúsinum við síðun av Biskopstorginum.
Her myndir frá hátíðarhaldinum, Klikk link her; "Myndir: Sjóhitaskipanin í Klaksvík sett í gongd" SáH
[supsystic-gallery id=110]
![]() Seinasta leygardag skipaðu Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel fyri stuðulstiltaki, har innkomni peningurin verður fimmfaldaður og latin til Bahamas. Eftir oyðileggjandi ódnina Dorian, sum herjaði fyri góðum mánaða síðan, tók Rotary International stig til innsavnan til frama fyri stóra endurbyggingararbeiðið, sum liggur fyri framman á Bahamas. Rotary er umboðað við 18 limum í Klaksvík, og saman við Klaksvíkar Inner Wheel skipaðu teir seinasta leygardag fyri innsavnan við tombola, lutaseðla- og kaffisølu. Inn komu 30.615 krónur, og hesar leggjast afturat samlaðu upphæddini hjá Rotary Danmark, sum føroysku klubbarnir eru partur av. Endaliga upphæddin verður síðan fimmfaldað av Rotary International, áðrenn stuðulin verður latin til Rotary í Bahamas, oyramerktur til endurbyggingararbeiði eftir ódnina. Birna Vágslíð, forseti í Klaksvíkar Inner Wheel er sum vera man væl nøgd við tiltakið. - Vit skipaðu fyri einum tombola tiltaki við kaffisølu og lutaseðlum, og eftir ein tíma vóru allir tombolavinningarnir farnir, so tað kunnu vit ikki annað enn vera stak væl nøgd við. Fólk eru so ófør at møta upp og stuðla, og tá er tað stuttligt at skipa fyri, ikki minst tá endamálið er so týdningarmikið sum hesaferð. Sjálvt um okkara íkast er ein dropi í havinum, so eru vit glað fyri at kunna hjálpa til við tí stóra arbeiðnum, sum tey hava fyri framman í Bahamas, sigur Birna Vágslíð. Higartil hevur danski parturin av Rotary-innsavningini givið knappar 260.000 krónur samanlagt, og verður stuðulin mettur eftir limatali, so ber trygt til at staðfesta, at stuðulin úr Føroyum er nógvar ferðir størri enn tann úr Danmark. Hóast hetta ikki er málið í sjálvum sær, so fegnast Jan Gardar, forseti í Klaksvíkar Rotaryklubba um væleydnaða tiltakið. - Vit eru ótrúliga fegin og takksom fyri, at so nógv vístu tiltakinum ans. Sjálvur skal eg á fund við aðrar Rotaryklubbar í Danmark hetta vikuskifti, og eg veit longu nú, at úrslitið hjá okkum hevur vakt ans har hjá teimum, tí tá tú hugsar um limatalið, so hava vit fingið suverent nógv mest inn, og tað eru vit sjálvandi errin av, sigur Jan Gardar. Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel takka øllum hjartaliga fyri stuðulin, og til ber at lesa meira um innsavningina hjá Rotary Danmark her: https://www.rotary.dk/orkanen-dorian-pa-bahamas.
Um Rotary og Inner Wheel
Rotary International er altjóða felagsskapur, sum fevnir um 200 lond. Fyrsti Rotaryklubbin varð stovnaður í Chicago í 1905, og í dag eru samanlagt fleiri enn 1,2 milliónir limir í meira enn 35.000 klubbum. Endamálið hjá felagsskapinum er at sameina og virka til frama fyri samfelagið, bæði lokalt og globalt. Hetta verður eitt nú gjørt við tiltøkum til frama fyri ymisk vælgerandi endamál, men eisini gjøgnum ymsar Rotary-skipanir, eitt nú útvekslingsskipanina fyri ung og aðrar stuðulsskipanir. Í Føroyum eru tveir Rotaryklubbar - Klaksvíkar og Tórshavnar. Upprunaliga vóru bert menn limir í Rotary, men við tíðini eru eisini vorðið vanligt við kvinnuligum limum, eitt nú í Tórshavnar Rotaryklubba. Báðir eru partir av danska Rotary Distriktinum 1440. Samanlagt eru umleið 10.000 limir í Rotary Danmark. Inner Wheel er somuleiðis altjóða felagsskapur, sum varð stovnað av konunum hjá Rotarylimum í Manchester í 1924. Endamálini hjá felagsskapinum eru í stóran mun tey somu, sum hjá Rotary, og tí er vanligt, at felagsskapirnir samstarva sínamillum. Í dag eru næstan 4000 klubbar og samanlagt fleiri enn 108.000 limir í Inner Wheel. Í Føroyum eru tveir Inner Wheel klubbar - í Klaksvík og Tórshavn. ![]() Janus Rein og Gundur Sørensen eru farnir í samstarv við einum nýggja útróðrarbát til Hvannasund, sum nú ávegis norður til Hvannasund, hetta skrivar Janus Rein á sínum Facebook vanga: Spennandi tíðir fyri framman. Gundur Sørensen og eg eru nú ávegis norður til Hvannasund við M/B ANRU, sum er nýggja heimstaðið hjá bátinum hjá okkum. Gundur og eg eru bestu vinnmenn frá barnsbeini í gjøgnum ommurnar hjá okkum. Báturin hevur fingið navnið ANRU, sum er eftir ommu míni í Klaksvík, sum æt Anna Nielsen, og ommu Gundur í Hvannasundi, sum æt Ruth Sørensen. ANRU er eitt minni skip, sum er 14 metur long og 4,5 metrar breið. Gundur fer at reka ANRU burturav og kanska sleppi eg við onkran útróðrartúrðin. Anru ferð at royna við línu og ferð Gundur Sørensen at reka bátin fulla tíð út frá Hvannasundi. Anru er keyptir við allari útgerð. M.a. er báturin eisini riggaður til við monofilament línu (trumlan verður sett umborð eftir tørvi). Báturin ferð beint í drift. Hugsanin er at tríggir mans vera við hvørja fer. Báturin er so mikið stórur, at hann kann hava eini 50-70 stampar við hvørja ferð. News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Anru góðan byr og ynskja Janus Rein og Gundur Sørensen hjartaliga tillukku við bátinum. SáH ![]() LEIÐSLA: Í dag 1. oktober tók Sigurd L. Lamhauge við sum stjóri á Landsverki. Hann avloysir Árant Andriasson, ið hevur verið virkandi stjóri síðani januar í ár. Tað var í juli mánaða, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti Sigurd L. Lamhauge sum stjóra á Landsverki, og í dag tók hann formliga við stjórastarvinum. Sigurd L. Lamhauge avloysir Árant Andriasson, ið hevur virkað sum stjóri síðani 7. januar, eftir at Ewald Kjølbro var farin frá 19. desember í fjør. 19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd L. Lamhauge var ein av trimum umsøkjarum, sum ein samd setanarnevnd stillaði inn til landsstýrismannin. Nýggi landsverksstjórin er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum. Sambært tíðindaskrivi frá táverandi Samferðslumálaráðnum verður uppgávan hjá nýggja stjóranum fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna, og at vera andlitið hjá stovninum úteftir. Víðari verður sagt, at nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Eisini skal hann tryggja og styrkja álitið á stovnin bæði innanhýsis, millum manna og mótvegis til politisku skipanini. Somuleiðis fevnir arbeiðssetningurin um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá Landsverki, har støða skal takast til, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær best kunnu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjir førleikar krevjast, og hvussu stovnurin fær sum mest burtur úr teimum. Landsverk vísir nú til Fíggjarmálaráðið, og sum stjóri hevur Sigurd L. Lamhauge evstu ábyrgd av stovninum. Á myndini fráfarandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson (vinstrumegin), og nýggi stjórin, Sigurd L. Lamhauge. Kelda: Landsverk.fo SáH ![]() Hósdagin 3. oktober kl. 13 bjóðar Klaksvíkar kommuna til alment tiltak í veghæddini í Biskupstorgi í sambandi við, at kommunan sum tann fyrsta í landinum fer at taka í nýtslu eina so umfatandi sjóhitaskipan, sum er eitt stórt fet mótvegis grønari umstilling og einum betri umhvørvi. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, fer at luttaka og bera fram røðu. Tað var í 2015, at Klaksvíkar býráð samtykti at fara undir hesa slóðbrótandi verkætlan at fara undir sjóhitaskipanina, samstundis sum arbeiðið við spillivatnsætlanini varð sett ígongd. Á henda hátt hevur kommunan í stóran kunna samskipað graviarbeiðið til báðar hesar stóru verkætlanir saman til eina gjøgnumgraving í miðbýnum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at vit nú eru komin so langt, at skipanin endiliga kann takast alment í nýtslu. – Henda verkætlan hevur verið leingi ávegis, og vit gleðast tí um, at skipanin sær út til at rigga avbera væl. Vit hava royndarkort skipanina í eina tíð, og allar útrokningar síggja út til at halda, ja, enntá betur enn mett, sigur ein fegin borgarstjóri. Hann leggur afturat, at skipanin í verandi líki kemur at spara kommununi millum 500.000 og eina millión litrar av olju um árið, og at møguleiki er fyri at víðka skipanina, sum í fullari stødd hevur megi og orku at viga upp ímóti fimm milliónum litrum av olju um árið. Skipanin virkar á tann hátt, at sjógvur verður tikin inn í pumpuhúsið við Vágna og umvegis hitavekslara, sum vinnur og harvið gagnnýtir hita úr sjógvvatninum, verður vatnið síðan leitt út til tilknýttu bygningarnar. Fyrsta byggistig fevnir um miðbýarøkið frá økinum við Sandin niðan eftir Skúlavegi og umvegis Gerðagøtu inn til Stadionøkið, har fleiri stórar og orkukrevjandi svimji- og ítróttarhallir jú standa. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, gleðist um, at sjóhitaskipanin vísir seg at vera ein góð íløga, bæði fyri umhvørvið, brúkaran og kommununa. – Kommunan fer at nýta á leið sama søluprís sum Fjarhitafelagið, millum 0,81-0,85 kr/kWh. Hetta merkir, at við núverandi oljuprísum liggur kostnaðarstøðið hjá brúkaranum eini 15-20% lægri enn við eini oljufýrdari loysn. Við hesum leisti er íløgan vunnin inn aftur eftir 10 til 15 árum, sigur Kristian Eli, sum er errin av, at Klaksvíkar kommuna, sum tann fyrsta kommunan í landinum, hevur verið so framsíggin og hevur gjørt eina so umfatandi íløgu í umhvørvisvinarliga orku. Bjóðað verður til framløgur og ábit í veghæddini í Biskupstorgi hósdagin kl.13.00. Eftir hetta verður víst runt pumpihúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kelda: Klaksvík.fo SáH |
![]() Greinar
March 2023
|