
Sera nógv fólk møtti til flaggdagshaldi og ikki var pláss fyri øllum í stóru høllini, so fleiri mátti lurtað í gongini.
Karin Jacobsen, bioanalytikari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, helt røðuna og var tað ein góð røða, har hon fór aftur í tíðina og fortaldi fjøldini, hvussu flaggsdaghaldi bleiv hildu fyrr í tíðini hjá teimum, har tey teknaði flaggið á hvítt papír og við farvublýantum og so oman í Klaksvíksgarðin, har Hilmar politistur helt skil á skrúðgonguni. Ein hátíðarligur dagur.
Klaksvíkar Hornorkestur setti eisini sín dám á flaggdagshaldið og tað langt síðani, at vit hava sæð so nógvar skótar og tað var sera gott at síggja, at skótarnir eru komnir fyri seg aftur.
Her nakrar myndir frá flaggdagshaldinum í Klaksvík.
SáH