NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðoya Portalur í kapping við aðrar portalar !!!

28/12/2014

Comments

 
Picture
Umframt at vit tora at skriva um onnur ting - sum hinir portalarnir ikki skriva um, so hava vit eisini tann fyrimunin - at vit gjalda onki í løn til okkum sjálvar og tískil so kunna vit eisini bumba prísirnar av lýsingum for niður í botn.

Nú ár 2015 er í nánd - so hava vit planir um at gera meira fyri okkara sjófólk og fáa tíðindaflutning umvegis tey, sum sigla. 

Minningarorð verður eisini ein teigur - har tú kanst senda skriv inn til okkara, har vit minnist til tey, sum farin eru í Harrans hendur. Eisini kunna tit skriva til okkara - um tað er konfirmatión, barnadópur, Gullbrúdleyp osv.

Meira um tað omanfyri seinni ...

Eisini verður ymiskt nýtt & forkunnugt at síggja á Norðoya Portali - sosum greinar, sum staðið hava í Ð blaðnum o.a. Tíðarleysar greinar fara vit at gera nógv meira burturúr og har afturat, so verður ein teigur, sum ætlaður verður til ungdómin.

So tað er bert at gleða seg til ár 2015 - har Norðoya Portalur fer at taka kampin upp ímóti hinum portalunum. Hví ..? Tí soleiðis er tað bara !!!

JáH (y) 28.12.2014

Comments

Hálka kring alt landið

28/12/2014

Comments

 
Picture
Landverk ávarar um, at hálka er kring alt landið - so at bilførara muga vera varnir, um teir nú ætla sær ein biltúr í dag.

Nú teir seinastu dagarnir hevur tað verið sera hált kring alt landið og eisini í dag kann roknast við, at hálka ger um seg.

JáH (y) 28.12.2014

Comments

Ákærurnar vera bara fleiri og fleiri í talið ímóti Bill Cosby

28/12/2014

Comments

 
Picture
Ákæurnar ímóti Bill Cosby vera bert fleiri í talið - har Bill Cosby er ákærdur fyri at hava neyðtikið fleiri av kvinnunum - sum ákært hava hann. Summar er hann ákærdir fyri at hava neyðtikið og uppaftur aðrar er hann ákærdir fyri, at hava følt uppá.

Tíðarritið Vulture hevur sett eina grein uppí tíð - har Bill Cosby longu bleiv ákærdur fyri at gera seg inn á kvinnu longu í ár 2004.

Fylg tíðargreinini hjá Vulture HER

Annars - tað seinasta nýggja er Kathy McKee - sum nú fortelur frá, at Cosby neyðtók hana í 1970'inum. Tá á sinni gekk Kathy saman við Sammy Davis Jr. og hevur síðan 70'inum hugsa: "Um eg latið vera við at hugsa um tað - so fer hetta ikki at skaða meg." Men nú forelur hon fyri Daily News, eftir at fleiri og fleiri koma framm - at Cosy eisini hevur neyðtikið seg.

Uppá núverandi tíðspunkt eru tað heili 21 ákærir ímóti Bill Cosby - har hann seksuelt skal hava gjørt seg inn á kvinnur.

JáH (y) 28.12.2014





Comments

Hevði Atlantic Airways gjørt tað sama

27/12/2014

Comments

 
Picture
Ferðafólkini við WestJet blivu sera bilsin, tá ið tey lendu aftur, eftir at tey høvdu tosað við jólamannin, tá ið tey fóru á flog, hygg hvussu bilisn tey blivu, klikk á myndina til vinstru ella sjá filmsklipp herundir:

SáH

Comments

Massar av fólki í býnum í Klaksvík

26/12/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt í Klaksvík og eitt nú - so varð húsið fult á tí nýggja dansistaðnum Ásgarð longu kl. 02.00.

Barrurnar kring býin lata eisini væl at og fortelja fólk handan cowboy-barrini Maverick fortelja fyri okkum, at har varð ongin ballada 2. Jólakvøld og eisini  - so teir kundu ikki vera meiri nøgdir.

Vit hava enn ikki tosað við løgregluna, men av teim støðum - sum vit hava tosað við, so lata fólkini væl at og ikki sær út til at nakað stórvegis óhapp er hend 2. Jólakvøld í Klaksvík. Tað hevur (sum sagt) verið friðarligt í Klaksvík og fólk sum hava verið í býnum lata væl at, so tað kundi næstan ikki verið betri.

JáH (y) 27.12.2014

Comments

Arbeiðsloysið í november var 3,2%

25/12/2014

Comments

 
Picture
Talið av fulltíðararbeiðsleysum, árstíðarjavnað, var 879 í november. Hetta er 3,2% av arbeiðsfjøldini. Hjá monnum var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 2,3%, meðan tað var 4,4% hjá kvinnum.

Ikki árstíðarjavnað var talið av arbeiðsleysum 846, tað er 3,1% av arbeiðsfjøldini.

JáH (y) 26.12.2014
Kelda: Hagstova Føroya

Comments

Símin Petur Hjelm settur sum virkandi skúlastjóri í Klaksvík

25/12/2014

Comments

 
Picture
Nú nærkast til at umsóknarfreistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Klaksvík gongur út, hetta skrivar Mentamálaráðið á teirra heimasíðu:

Mentamálaráðið hevur sett Símin Petur Hjelm sum virkandi skúlastjóra í samanlagda fólkaskúlanum í Klaksvík frá 1. januar 2015. Søkt er eftir skúlastjóra við umsóknarfreist tann 7. januar 2015.

SáH

Comments

Dansur verður aftur í Barok

23/12/2014

Comments

 
Picture
Síðan Klub 700 lat aftur fyri einari tíð síðani - hevur ungdómurin ikki havt nakað stað at fara til í Klaksvík, tá hugsa verður um eitt dansistað.

Nokk av barrum eru tó í Klaksvík - men nú hava stigtakara tikið um endan og ætla at lata Barok uppaftur - so at ungdómurin í Klaksvík sleppur at dansa aftur.

Barok (fer nokk ikki at eita Barok) fer at hava opið 2. Jólakvøld og eisini Nýttársaftan við brakandi góðum tónleiki.

Meira um hetta seinni ...

JáH (y) 24.12.2014

Comments

Fyrverk verður sjálvandi keypt frá Ægir á Stongunum í Klaksvík í ár.

23/12/2014

Comments

 
Picture
Í fleiri ár hevur Ægir selt fyrverk, í samstarvið við Litaval (Vøruhúsið) og aftur í ár ferð Ægir at selja fyrverk á Stongunum í Klaksvík.

Hetta fyri at fáa pengar til felagið, so at okkara svimjarar og venjarar fáa so góðar umstøður sum møguligt at kappast við hinu feløgunum í Landinum.

Við at keypa fyrverk frá Ægir, fáa tit tvær flugir við eitt smekk. Fyrst eitt góðsku fyrverk og samstundis stuðla til Ægir.

Vit síggjast á Stongunum í handlinum hjá Vøruhúsinum. Sølan byrjar leygardagin tann 27. desember kl. 10.00 - 18.00.

Hesar tíðir selja vit fyrverk:

Leygardagin 27. desember kl. 10.00 - 18.00
Mánadagin   29. desember kl. 10.00 - 18.00
Týsdagin       30. desember kl. 10.00 - 18.00
Mikudagin     31. desember kl. 10.00 - 18.00

Her eitt sindur av okkara úrvalið, sum bleiv sent upp í 2013/2014 og væntandi verður úrvalið uppaftur størri í ár 2014/2015.

Gott nýttár øll somul.

Ægir





Comments

Borgmeistarin settið borhamarin í nýggju byggingina av nýggja skúla í Klaksvík

22/12/2014

Comments

 
Picture
Í kalda veðrinum hósdagin 18. desember bleiv hol set á nýggja skúlan í Klaksvík. Tað var borgmeistarin Jógvan Skorheim, sum setti seg aftanfyri gravmaskinuna og byrjaði at bróta tann tiltikna elevator bygningin 
niður í Skúlanum á Ziskatrøð. Vónandi verður nýggið skúlin, ikki ein líka stór skandala, sum elevator byggingin á sinni, sum ongantíð bleiv tikin í brúk og kostaði Klaksvíks borgarnum í millión klassanum.
Kanska illa tonkt, at byrjað eina skúlabygging við einari skandalubygging ella var tað klókt tonkt, tí tað kann minna okkum á, at tað kann enda galið, um man ikki hevur eftirlit við byggingini.

Hátíðarløta var hildin í einum stórum telti, sum var sett upp í skúlagarðinum í skúlanum á Ziskatrøð. Har vóru sangir og fleiri talir blivu hildnar, eitt nú hevði borgmeistarin eina talu, har hann fór aftur í tíðina og fortaldi okkum søguna um skúlabyggingina í Klaksvík. Jóhann Lützen helt eisini eina talu og so vóru fleiri jólasangir, sum børn undir leiðslu av Steintór Rasmussen sungu.

Aftaná fór alt fylgið niðan í skúlagarðin, har byrja var við at byggja nýggja skúlan, við at seta hol í skúlan á Ziskatrøð og bróta elevatorpartin niður. Spennandi verður at síggja, hvussu hendan byggingin ferð at eydnast og er ætlanin tann, at fyrsta byggistig skal standa liðugt eftir summarferiuna í 2018.

Skúlin kemur at kosta okkum Klaksvíks borgarum 106 milliónir og var Klaksvíkar Kommuna noydd til at hækkað skattaprosentið fyri at klára at fíggja hesa risa byggiætlan, sum er tann størsta í søguni hjá Kommuni.

Eftir at hamaraborurin varð settir í, bleiv bjóða til gløgg og eplaskivur í fimleikarahøllini og børnini fingu bomm og sunkist.

Norðoya Portalurin ynskir góða eydnu við byggingini.

SáH 

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.