Hetta byggir á tilmæli frá fyrisitingini og ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv.
“Eg viðurkenni syrgiligu støðuna hjá flóttafólkunum í flóttafólkalegunum í Libanon, men havi tikið undir við tilmælinum frá míni fyrisiting og ráðgevandi nevndini at nýta írestandi upphæddina til upprunaliga endamálið við játtanini til menningarsamstarv. Mín støðutakan byggir á, at málsviðgerðin hevur virkað sambært fyriskipanini á hesum øki”, svarar løgmaður millum annað Henriki Old, tingmanni Javnaðarfloksins, í grein 52 a fyrispurningi.
Svarið hjá løgmanni kann lesast her
JáH (y) 30.12.2014
Kelda: Løgmansskrivstovan