Selt verður frá kl. 22.30 og til kl. 00.30 og verður tað Jóanes Sivertsen, sum ferð at standa fyri søluni.
Selt verður úr einum av smáttinum í jólabýnum, fyri at gera tað so hugnaligt sum møguligt.
Selt verður bara í plastikkbikør og vónandi fara øll, sum luttaka í tiltakinum, at koyra bikørini í skrellispannirnar,
sum Klaksvíkar Kommuna hevur sett upp á økinum.
Í hesum sambandinum vil Maverick Barr ynskja øllum eina góða veitslu og ynskja øllum, eitt gott nýggjár og takka fyri árið í fór.
Skráin er hendan:
Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja.
Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.
Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.
Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.
Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.
SáH