Ein maður doyði, tá hann royndi at rýma frá skipinum - sum varð á veg úr Grikkalandi til Italia og 9 onnur lík eru síðan funnin.
Tey sum hava yvirliva - siga, at hetta vóru scenur frá Helviti umborð á skipinum, sum eldur varð í.
Yvirlivandi fortelja frá, hvussu eldurin byrjaði sunnumorgunin og at manningin ikki heilt visti hvussu hon skuldi bera seg at.
Ímeðan tey ferðandi royndu at sleppa til rýmingar, so varð tað ódnarveður og sera kalt uttan - og samstundis sera heit at vera verandi umborð.
Meira enn 400 menniskjur blivu bjargaði - men mynduleikarnir vilja ikki út við hvussu nógv ferðandi vóru umborð.
JáH (y) 30.12.2014