Stór ivamál eru sett í ljós av hesum dómi - sum granskara halda vera ein fúl skomm fyri Russland.
Og tá yngri bróður hansara fekk dómin ígjár rópti Navalny eftir dómaranum: "Hví døma tit beiggja mín ? Er tað fyri at straffa meg enn harðari ?!?"
Alexei Navalny, sum stillaði upp ímóti forsetanum Vladimir Putin til seinasta val fekk 27 % av stemmunum. Navalnu er tann kritiska røddin í Russlandi og er hann ikki bangin fyri at siga sína meining um Putin.
Alexei Navalny sum hevur havt húsa-arrest, har hann ikki skal fara út úr húsinum skrivaði á Twitter: "Ja, eg havi húsa-arrest. Men eg fari út nú, tí eg vil heldur vera saman við tykkum." Yvir 2000 fólk møttu upp til protestina ígjár og skjótir vóru teir at handtaka Navalny (og 200 onnur) sum kann rokna við at fáa ein harða fongsulstraff frá Putin.
Tá Navalny bleiv handtikin fortaldi hann fyri fjølmiðlum: "Eg geri hetta ikki fyri beiggja mín, mína familja ella ávís fólk - men tí at hetta vemmiliga hevur verið alt ov leingi til ..!"
Nú eru so báðir tveir handtiknir og roknast kann við einum ordiligum stríðið í komandi framtíð í Russlandi - har viðhaldsfólk hjá Navalny fara at gera alt í teirra makt, at fáa teirra hetju leysa aftur frá Putin stýrinum.
JáH (y) 31.12.2014