
Kvøldsetan verður í skúlanum við Ósánna íkvøld 24. september 2014.
Skrá:
Kl. 19.00: Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa bjóðar vælkomin.
Kl. 19.10: Jóannes Hansen, cand.mag. og studentaskúlalærari hevur framløgu við heitinum "Peningastovnurin á bygd".
Kl. 19.30: Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur heldur fyrilestur um viðkomandi søguligar hendingar seinastu 95 árini.
Kl. 19.50: Steðgur: Í steðginum borðreiðir Gutti Winther, sum vit kenna frá sjónvarpsendingini "Spískamarið" við spennandi brellbitum, og somuleiðis verður høvi at njóta okkurt leskandi.
Kl. 20.30: Tónleikur: Hallur, Beddi og Kristina framføra.
Kl. 20.40: Jan Müller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki hevur framløgu um oljuleiting og oljuvinnu í Føroyum.
Kl. 21.00: Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag hevur framløgu um fiskiveiðisamstarvið, vit hava við onnur lond - sett inn í søguligan samanhang og menningina av altjóða havrættinum, m.a. útflytingarnar av fiskimarkinum.
Kl. 21.30: Kvøldsetan endar.
Øll eru hjartaliga vælkominNorðoya Sparikassi