NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Kunnandi fundur um arbeiði í tunlunum Norður um Fjall tann 27. september

21/9/2017

Comments

 
Billede
FERÐSLUTRYGD:
Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi um innihaldið í verkætlanini, og hvussu hetta arbeiðið fer at ávirka ferðsluviðurskiftini í tunlunum.

Virksemið norðan fyri tunlarnar Norður um Fjall er økt munandi seinastu árini. Hetta hevur millum annað við sær, at neyðugt er at økja um el-orkuna í økinum. Tí fer SEV komandi mánaðirnar  undir arbeiðið at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Talan er um eitt heldur krevjandi arbeiði, sum tekur tíð, og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunlunum. Arbeiðið byrjar hálvan oktober og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, meðan arbeitt verður millum klokkan 23.00 á kvøldi til 05.30 á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00.  

Í sambandi við fyrireiking av arbeiðinum eru serligar trygdarætlanir gjørdar fyri arbeiðið, soleiðis at trygdin í tunlunum  verður minst møguliga ávirkað , meðan arbeitt verður. Hvørja nátt verður tyrvt út yvir aftur grevsturin, og vegurin verður somuleiðis javnan vaskaður, soleiðis at ferðslan um dagin verður minst møguliga nervað av arbeiðinum. Tá arbeiðið er liðugt, verður øll vegbreiddin asfalterað av nýggjum. 

Kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli
Skipað verður fyri kunnandi fundi um hetta arbeiðið mikudagin 27. september kl. 19.00 í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli, har umboð fyri SEV, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið.

Skrá
Kl. 19.00:    Vælkomin: Umboð fyri kommunurnar
Kl. 19.15:     Verkætlanin: SEV 
Kl. 20.00:     Ferðslutrygd og –viðurskiftir: Landsverk

Aftaná ber til at gera viðmerkingar og seta spurningar.

Øll áhugaði eru vælkomin.

Kelda: www.vidareidi.fo

​SáH

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.