NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stangavegurin ein deyðsfella

15/9/2017

Comments

 
Billede
Victor á Lakjuni skrivar áhugaverda grein á Facebook um Stangavegin, les greinina herundir: 

Vit búgva við Stangavegin, sum er høvuðsvegur á eystara armi í Klaksvík. Tað er sjálvandi óneyðugt at fortelja klaksvíkingum og norðoyingum yvirhøvur hvussu nógv ferðsla dagliga fer eftir Stangavegnum, bæði suðureftir og norðureftir. Allir viðingar, sundafólk, árnfirðingar, kunoyingar, ánafólk og haralsundsfólk og onnur koyra dagliga eftir hesum vegi og sjálvandi umframt alla ferðsluna, sum virkir norðanfyri krevja , Kósavirkið, Klaksvíkar Sleipistøð, Norðhavnin og nú eisini stóra virkið sum Bakkafrost er í ferð við at byggja norðuri á Strond. Øll henda ferðsla til og frá hesum stóru virkjum gongur eftir Stangavegnum.
Fyri nú mongum árum síðani varð Stangavegurin breiðkaður og gjørdur nýtiligur við gongubreyt báðumegin júst heim til okkara hús. Hetta var tiltrongt og neyðugt, men her steðgaði prosjektið. Ætlanin var, at Garðabrekkan skuldi gerast minni brøtt við gongubreytum báðumegin og rundkoyring vist omanfyri her hjá okkum, og tað hevði eisini verið gott um so varð, men av givnum orsøkum fall henda ætlan burtur. Tað sum eisini hoyrdi til prosjektið var, at Klaksvíkar Kommuna hevði ætlan um at gera “svingið”, sum er umleið 25 gr. beint við har sum Bakkavegurin (Stangaskákið) fer oman, øðrvísi, so útsýni heim eftir Stangavegnum bleiv munandi betri saman við “mjúka” svinginum, og sjálvandi gongubreyt báðumegin.
Einki av hesum bleiv til nakað, og tað tykist ikki, sum Kl. Kommuna hevur nakra loysn við Stangavegnum. Ferðslan heldur á við at økjast, og tað við fullari ferð. Og tað gongur bara sum best ber til. Her er eingin gongubreyt, ikki so frægt sum eitt fótgangarfelti (gonguteigur) tvørturum vegin, so at fólk, børn sum vaksin og tey sum súkkla, kunnu kenna seg nøkulunda trygg. Bilar og teir stóru lastvognarnir við anhengarum av øllum møguligum sløgum fara ýlandi framvið her, og summir av bilførarunum á teimum stóru og tungu bilunum eru púra ábyrgdarleysir, koyra sum svakir. Tað er eitt undur, at eingin mannskaði er hendur her. Men eg kann nevna, at fyri nøkrum árum síðani koyrdi ein “konteinarabilur” við stórum kontainara á lastini (haldið 40 fót) framvið her, og komin heim um her hjá okkum, júst har Bakkavegurin gongur oman, tá hoyrdi eg eitt øgiligt buldur, var staddur niðanfyri húsini. Rann niðan og síggi ein kontainara liggja á vegnum, hann var illa festur og skreiddi av lastini. Ikki ringt at ímynda sær hvat hevði hent, um fólk tá hevði gingið framvið.
Tað eru eisini nøkur ár síðani at Klaksvíkar Býráð samtykti, at komandi tunnil/tunlar norður um Fjall skuldi fara inn/út í Ánunum. Henda samtykt, at holið skuldi borast í Ánunum, og ikki í Gerðabø, varð grundað á, at flestu, kanska allir býráðslimir vildu hava ferðsluna at ganga ígjøgnum býin, m.a. tí hetta skuldi vera betri fyri handilslívið. Eg veit ikki um tey, sum koma at brúka tunlarnar mest, nevniliga tey sum búgva norðanfyri, viðingar, sundafólk og árnfirðingar vóru so frægt sum eftirspurd. Havandi í huga hvussu nógv ferðslan fer at økjast táíð tunnilin norður um Fjall verður veruleiki, so skuldi tað bara av teirri orsøk verið sjálvsagt, at sett hol á Gerðabø, tí harvið hevði ferðslan verið betri javnað, “fordeild”. Øll ferðslan til áðurnevndu virki í Klaksvík hevði framvegis sjálvandi gingið eftir Stangavegnum, kanska nakrir fáir bilar koyra eftir Skáltavegnum/Kjalarvegnum/Kráargøtu. Øll hin ferðslan, til viðingar og sundafólk, árnfirðingar og virkini norðanfyri kemur tá út/inn í Gerðabø.
Eg kann ímynda mær, at allir viðingar og øll sundafólk og annars øll skilagóð fólk ynskja, at tunnilin kemur út í Gerðabø. Allar grundgevingar tala fyri tí. Ein viðingur sum ætlar sær eini ørindi út til Runavíkar t.d. verður mikið glaðari at sleppa undan at koyra ígjøgnum Klaksvíkina við niðursettari ferð og stórari ferðslu, hann koyrir 3,2 Km. styttri og vinnur fleiri minuttir í tíð, og hóast tunnilin Gerðabøur/Árnafjørður verður nakað longri (ca. 1 Km.) enn verandi tunnil úr Ánunum, (og ætlaði tunnilin úr Ánunum, sum vónandi ikki verður til nakað hevur somu longd) so verður leiðin samanlagt kortini væl styttri enn tann verandi. Haraftrat, um viðingurin samstundis hevur eini ørindi í Klaksvík, so er hann nærri Klaksvíkini í síni heild, enn um tunnilin kom út í Ánunum. Í Gerðabø er hann mitt í Klaksvík, í Ánunum í útjaðaranum. Og ikki at tala um, um ørindini eisini eru til ítróttarøki við fótbóltsvølli og svimjihøll.
Í dag, har sum tað ber til at leggja landsveg og ferðslu uttanum bygt øki, verður alt gjørt fyri at so verður. Landsvegurin í Leivík frá tunnilsmunnanum frá undirsjóartunlinum er eitt dømi um óneyðugan eykakostnað, orsaka av ov lítlum umhugsni, haldi eg. Men í Klaksvík hevur Býráðið samtykt at noyða ferðsluna ígjøgnum býin til uppaftur størri og óneyðugan ampa fyri fólkið, sum býr her. Grundgevingin, at tað verður betri fyri handilslívið, at ferðslan verður noydd ígjøgnum Klaksvík, er ógvuliga tunn, fyri ikki at siga tóm, tí flestu fólk eru soleiðis, at tey hava eina ætlan við sínum biltúri, tey stevna á tað staðið, har kósin frammanundan er sett, onnur gera sjálvandi túrin uttan ávísa ætlan, bara fyri at hugna sær, og koma tey út úr Gerðabøi, so er báðir armarnir í Klaksvík opnir, bæði høgri og vinstri (eystari og vestari), og báðir eru líka nær.
Vælsignaðir býráðslimir, gerið nú nakað við Stangavegin áðrenn skaðin hendir, og ógildið verandi samtykt viðvíkjandi tunlinum norður um Fjall, og arbeiði fyri at hann kemur út í Gerðabø, øll vera glaðari. Nú er gylt høvi at gera tað.

Facebook 13. september Victor á Lakjuni

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.