
Klaksvíkar Kommuna lýsir heldur ikki bara í blaðnum Norðlýsinum, teir lýsað eisini á internet Norðlýsinum og har eru lýsingarprísirnir sera høgir, toppbannarin 980x150px kostar kr. 750,00 kr. um dagin. Ja, tit hoyrdi rætt 750,00 kr. um dagin.
Hví lýsir Klaksvíkar Kommuna so nógv? Hyggja vit eftir hinum Kommununum í landinum, so síggja tit ikki Tórhavnar Kommunu lýsa við heilsíðulýsingum í Dimmalætting og Sosialinum, tey bløðini kunnu kallast lokalbløð í høvuðsstaðnum. Tit síggja heldur ikki Runarvíkar, Tvøroyra, Vágs ella Vágakommunu lýsa við heilsíðu lýsingum hvørja viku. Eg má bara spyrja, hvat er hetta fyri nakað? og eru tað ongar klokkur sum ringja í Klaksvík?
Vitandi um, at fólk í umsitingini á Klaksvíkar Kommunu eru dømd fyri av órøttum at flutt einum ítróttarfelag pengar til ítróttarútgerð og viðkomandi bleiv dømdir í fongsil og stórum endurgjaldskravið, so líkist hetta við lýsingarpengunum hjá Klaksvíkar Kommunu nógv tí sakini, har Klaksvíkar Kommunu gevur einum ávísum blaðið lýsingarpengar viku eftir viku og eg má bert spyrja, er tað lógligt?
Er tað lógligt, so er tað í fínasta íordan, bert spell, at Klaksvíkingin verður stýrd at pengaglaðum fólkum, sum einast tonkja uppá sín og familjurnar pengapung.
Norðoya Portalurin fær so ongar lýsingarpengar frá Klaksvíkar Kommunu, sjálvt um vit hava skriva nógv tíðindir um Klaksvík, men sjálvsagt, eg eri ikki í familju við Jógvan Skorheim, so har gerst einki.
Klaksvíkar Kommunu segði aftaná Býráðsvalið, at Klaksvíkar Kommuna skuldi vera meira opin, so nú er tað uppá sítt pláss, at tit geva borgarnum í Klaksvík eina forkláring um lýsingargalskapin hjá Klaksvíkar Kommunu.
Livst so spyrst.
SáH