NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Uttan tykkum – Eingin Háskúli

18/5/2015

Comments

 
Picture
Hol eru í tekjuni á Nýggja Skúla, og tað regnar inn á kømurini.

Tað lekur og gýsur í Gamla Skúla, tí vindeyguni eru so illa farin.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 mió. kr. at umvæla Háskúlan. Mest átrokandi umvælingarnar, tær sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, koma at kosta 2.414.500 kr.

Fyrradagin bórust góð tíðindi úr Løgtinginum, at Føroya Fólkaháskúli hevur fingið eina eykajáttan á 1,68 mió kr. Hetta svarar til 70% av savnaða kostnaðinum.

Men hendan játtanin er treytað av, at Føroya Fólkaháskúli sjálvur fær til vega 30%, 900.000 kr.

Finna vit ikki hesar pengarnar, so fáa vit heldur einki frá landinum.

So verða ongar umvælingar gjørdar, og so verður eingin Háskúli.

Tí skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einari stórari Landsinnsavning, har vit heita á Háskúlavinir úr øllum Føroyum um at lyfta í felag, og veita Háskúlanum eina peningagávu, oyramerkta til nýggja tekju og nýggj vindeygu.

Konta Háskúlans eitur 6460- 151 880 3.

Tit kunnu fylgja gongdini á heimasíðu Háskúlans: www.haskulin.fo

Einki er ov lítið – Alt ger mun.


Comments

9 dripin í Texas av einum Bike'ara bardaga !!!

17/5/2015

Comments

 
Picture
Løgreglan í Texas boðar frá, at skotbardagin ígjár kravdi 9 mannalív, 18 fingu álvarsligan skaða og at minst 100 fólk eru blivin handtikin - eftir ógvusliga skotbardagan ímillum biker'ara bandar.

Løgreglan fortelur frá, at skotvápn blivu brúkt, knívar, køllur osv., og at bardagin varð ímillum 5 biker'ara bandar.

Skotbardagin hendi í einum umráði, sum tey lokalu í Waco kallað Texas Central Market Place og sigst, at skotbardagin byrjaði yvir eitt parkeringspláss - men tað vil løgreglan í Texas uppá núverandi tíðspunkt ikki váttað.

JáH (y) 18.05.2015

Comments

Góð integratión er ein vinningur fyri allar partar

16/5/2015

Comments

 
Picture
- Góð integratión er ein vinningur fyri allar partar. Tilflytarar kenna seg sum ein virðismettan part av okkara samfelag, og samfelagið fær ágóðan av teirra eginleikum og førleikum. Vit fáa eitt fjølbroytt samfelag, har vit kunnu liva og virka lið um lið við virðing fyri hvørjum øðrum. Hetta segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í røðu sínari, tá ið integratiónspolitikkurin, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt, varð lagdur alment fram.

Eftir at Klaksvíkar Býráð hevði samtykt ein orðaðan integratiónspolitikk, varð skipað fyri einum tiltaki í Skúlanum við Ósánna leygardagin 2. mai, har politikkurin varð lagdur alment fram, og har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði Føroya Landsstýri eitt eintak av politikkinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum tók ímóti.

Tiltakið var samtundis ein altjóða mentanardagur, har borgarar í Klaksvíkar kommunu úr fleiri ymiskum tjóðum vístu fram lutir úr teirra mentan og bjóðaðu gestunum forkunnugan mat.

Vit endurgeva her røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt, og har hann legði út við einari heilsan á enskum máli til útlendsku gestirnar:

Les meira HER

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Føroyskir pedofilar á Scandiland kunnu fangast

15/5/2015

Comments

 
Picture© KVF
Pedofilar, sum í løtuni samskifta frítt á loyniligu tjattsíðuni Scandiland, skulu ikki kenna seg ov tryggar, sigur Hannes Gislason, KT-serfrøðingur

Tað er torført, men als ikki ógjørligt at finna fram til teir føroysku pedofilarnar, sum í løtuni samskifta frítt við aðrar norðurlendskar pedofilar á tjattsíðuni Scandiland. Tað sigur Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetri Føroya.

Les meira HER

Kelda: KVF


Comments

Norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir í eini talgildari framtíð

14/5/2015

Comments

 
Picture© Mentamálaráðið
Norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir hava higartil havt ein heilt serligan leiklut, tá ið tað hevur snúð seg um at taka lut í tí fólkaræðisliga kjakinum í Norðurlondum og at veita borgarunum møguleika fyri felags upplivingum við støði í ymiskum norðurlendskum mentanum og samfelagsvirðum.

Burtur úr einum havi av tilboðum hava fleiri og fleiri borgarar í heimssamfelagnum møguleika í framtíðini sjálvir at velja, hvørjar skráir, tey skulu síggja og hoyra. Hetta er úrslitið av talgildingini á fjølmiðlaøkinum. Komandi árini fer hetta at seta avgerandi spurningar til norðurlendsku public service-fjølmiðlarnar, teirra endamál, teirra leiklut og teirra virkisøki. Hetta eru spurningar, sum danski formansskapurin nú hevur sett á skrá hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Norðurlendsku ráðharrarnir fyri mentan og fjølmiðlar og umboð fyri  norðurlendsku  public service-stovnarnar hava á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum varð hildin í Tórshavn 12.-13. mai 2015, viðgjørt tær avbjóðingar, sum standa fyri framman, tá ið tað snýr seg um eina talgilda framtíð, sæð við norðurlendskum eygum.

Á fundinum undirstrikaðu ráðharrarnir týdningin av, at teir norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir í einari talgildari framtíð framhaldandi skulu vera tann berandi megin í tí fólkaræðisliga samfelagskjakinum. Public service-fjølmiðlarnir skulu framhaldandi tryggja borgarum í Norðurlondum óheftan tíðindaflutning og eitt breitt úrval av upprunaligum, avbjóðandi og viðkomandi public service-tilfari á ein slíkan hátt har góðskan er í hásæti, og har tilfarið tekur støði í norðurlendskari mentan, samfelagsvirðum og stuðlar norðurlendskum málum.

Ráðharrarnir løgdu samstundis dent á, at tær ásetingar, sum eru galdandi fyri public service-uppgávuna, skulu gera tað møguligt, at public service-fjølmiðlarnir kunnu spjaða teirra tilfar út á slíkan hátt, at tað er atgeingiligt hjá borgarum og kann skapa virði fyri allar borgarar í tí talgilda miðlaheiminum. Serliga er hetta eisini galdandi fyri børn og ung, sum eru okkara felags framtíð.

At enda var semja um, at leikluturin hjá norðurlendsku public service-fjølmiðlunum framhaldandi verður viðgjørdur, og at tann talgildi miðlaveruleikin og ásetingar í hesum sambandi verða havdar í huga.

Kelda: Mentamálaráðið



Comments

Norðoya Portalurin eisini á Atlantic Fair (Myndarøð)

14/5/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalur varð eisini á Atlantic Fair 2015 og lótu fyrireikarnir sera væl av tiltakinum í ár, har yvir hundrað fyritøkur royndu, sum vera man, at selja sínar vørir.

Eisini fortaldu tey fyri okkum, at hetta er 7. ferð, at Atlantic Fair (fyrr kallað Atlantic Fish Fair) og at hesa ferð og at ongin ivi er um, at Atlantic Fair aftur fer at vera.

Sjá annars myndarøð niðanfyri:

JáH (y) 14.05.2015

Comments

Íslendski mentamálaráðharrin á Atlantic Fair

12/5/2015

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er í dag og í morgin vertur fyri ráðharrafundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar.

Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, har Marianne Jelved úr Danmark, Illugi Gunnarsson úr Íslandi, Alice Bah Kuhnke úr Svøríki, Johan Ehn úr Álandi og Bjørn Kalsø úr Føroyum hittast.

Les meira HER

JáH (y) 12.05.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Vanlig fólk, ið framdu roysnisbrøgd

11/5/2015

Comments

 
Picture
Sunnudagin 10. mai luttók løgmaður á minningarhaldi í Newcastle, í samband við at 70 ár eru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði.

Minningarhaldið var í Donsku Kirkjuni St Nicholas Cathedral. Minnisgudtænasta varð hildin, og síðani vóru kransar lagdir á minnisvarða til heiðurs fyri donsku og føroysku sjómenninir, ið lótu lív undir krígnum.

Á minningarhaldinum luttóku eisini Uni Næs dómpróvstur og sendimaður Føroya í London, Jóannes V. Hansen, umframt danski sendimaðurin í Bretlandi og umboð fyri donsku sjóverjuna.

Picture
Kvøða løgmans undir minningarhaldinum:

Your excellencies, ladies and gentlemen,

It is an honour for me to be here representing the people of the Faroe Islands.

Today we have come together to celebrate the liberation of Denmark now 70 years ago and remember the seafarers of Denmark and the Faroes that lost their often young lives in the fight against Nazism. This so we today can live life the only way we know it: in a democracy.

These were ordinary people: our parents, grandparents and great grandparents. Yet they carried out exceptional deeds and ultimately paid the highest price leaving their families behind.

They are proof that we are all capable of exceptional determination and sacrifice to the great and the good of our society.

May we make our forefathers proud by continuing to promote peace and democracy for our children and grandchildren the way they did for us!


Comments

Kanning um happing handað og løgd fram

7/5/2015

Comments

 
Picture
Fríggjadagin 8. mai 2015 kl. 10.00 fær Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handað kanning um happing millum næmingar í fólkaskúlanum. 

Kanningin, sum verður løgd fram, er ein kanning av øllum 5., 7. og 9. floks næmingum í føroyska fólkaskúlanum, íalt umleið 2.200 næmingar.

Á vári 2014 setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skjøtil á arbeiðið at fáa til vega dagførda vitan um trivnaðin millum næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum kundi veita haldgott grundarlag undir dagførdum tiltøkum til tess at minka um happing og harvið kunna økja um trivnaðin.

Henda nýggja kanning kemur í tøkum tíma, tí ongin slík kanning er gjørd síðani 2007. Nýggja kanningin skal umframt at fáa til vega dagførdan kunnleikan um happing í skúlunum eisini geva eina ábending um átøkini, sum sett eru í verk seinastu árini, hava munað, m.a. í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum. Kanningin, sum nú er gjørd, er lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum m.a. viðvíkjandi sosialum miðlum.

Tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur staðið fyri og gjørt kanningina, meðan ein fylgibólkur, umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið, hevur fylgt arbeiðnum.

Handanin og framløgan av kanningini verður í Mentamálaráðnum og er almenn.


Comments

Blái Krossur hevur landsinnsavnan 9. mai

7/5/2015

Comments

 
Picture
Leygardagin 9. mai skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Innkomni peningurin fer at stuðla tveimum verkætlanum, eini í Føroyum og eini í Kjad

Tað er sjeynda árið á rað, at Blái Krossur skipar fyri landsinnsavnan. Í ár fer peningurin til tvær verkætlanir, nevnliga verkætlanina ”Øll hava rætt til góð barnaár” og verkætlanina ”Sig nei til rúsdrekka og narko”.

Øll hava rætt til góð barnaár

Øll hava rætt til góð barnaár er ein verkætlan í Føroyum, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsur og rúsdrekka fylla nógv í gerandisdegnum, sjálvi koma í somu trupulleikar seinni í lívinum. Nøkur av teimum ungu hava úttalað seg alment og sagt, at bólkarnir veruliga hava gjørt mun í teirra lívi. 

Sig nei til rúsdrekka og narko

Henda verkætlanin gongur fyri seg í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er ein trý ára verkætlan, ið altjóða Blái Krossur, International Federation of Blue Cross (IFBC) skipar saman við Bláa Krossi í Kjad og Bláa Krossi í Føroyum. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena. Hetta fyribyrgjandi arbeiði fer ætlandi at minka um harðskapin, avmarka sjúkuspreiðing (millum annað AIDS), minka um skaðar í ferðsluni, og geva børnum og ungum eitt sunnari og betri lív. Føroya Landsstýri hevur umvegis Menningarsamstarv júst játtað 400.000 krónur til hesa verkætlanina.

Picture
Stuðla á ymiskan hátt

Landsinnsavnanin er leygardagin 9. mai. Tá fara fleiri hundrað sjálvboðin við bússu frá Bláa Krossi at banka á dyrnar hjá fólki. Nógv fólk hava longu játtað at gingið við bússu, men tað er framvegis pláss fyri fleiri. Um onkur annar vil hjálpa til, so ber til at siga frá á tel 773016.

Um ein ikki hevur kontantan pening, so ber tó framvegis til at stuðla. Sum nakað nýtt í ár ber nevniliga til at senda sms til 1910 við boðunum BK. Tá stuðlar ein verkætlanunum við 100 krónum. Til ber eisini at flyta eina gávu á eitt av kontonumrunum hjá Bláa Krossi. 

Øll hús í landinum hava fingið kunning sendandi við postinum um landsinnsavnanina. Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið vilja ganga við bússum, og øllum teimum, ið vilja stuðla arbeiðinum við eini gávu.

Sí annars meira um landsinnsavnanina á www.blakross.fo


Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.