ST-nevndin mælir eisini millum annað til, at hóskandi lóggáva, ið bannar rasumismuni, verður sett í gildi. Eisini er neyðugt at menna skipanir, sum kunnu fáa til vega upplýsingar um rasumismun í Føroyum.
Niðurstøðurnar hjá ST kunnu lesast her.
Føroyar lótu serstakt ískoyti til donsku frágreiðingina um ST sáttmálan at basa rasismu í 2013. Hoyringin um frágreiðingina var í Genéve 6. og 7. Mai í ár, har Føroyar luttóku saman við Danmark og Grønlandi.
Føroyar hava verið fevndar av sáttmálanum “Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination” síðani 1972. Sáttmálin hevur yvirskipað til endamáls at tryggja at øll eru jøvn fyri lógini og hava somu atgongd til grundleggjandi mannarættindi, uttan mun til rasu, húðarlit, tjóðskapar- ella samfelagsuppruna.
Næsta frágreiðing skal latast ST í seinasta lagi 8. januar 2019.
Mynd: Danska sendinevndin við umboðum frá Grønlandi og Føroyum í Genéve. Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði Landsstýrið í Genévé.