Fundur var við Innerwhell Tórshavn og district presidenturinum fyrr uppá dagin. Eftir fundin vísti Jastrid og Símun Gullaksen Gamla Seglhús fram og fortaldi søguna um húsið.
Klokkan 18.00 var ein rimmar veitsla hildin í Smæruni í Klaksvík.
District Presidenturin fyri økið 44 Majbritt Bendixen saman við manninum, var komin heilt frá Danmark til Klaksvíkar, at hátíðarhalda dagin við Innerwheel í Klaksvík, hon helt eina góða talu og endaði taluna við at tosað á føroyskum.
Eisini Innerwheel Tórshavn vóru til veitsluna. Bjørg og Fróði Lassen komu longsta teigin, heilt frá Svøríki av, at hátíðarhalda dagin.
Gestarøðari var Henning Bøgesvang og hann helt eina skemtingarsama talu, har kvinnurnar í Innerwheel vóru mittpunktið ígjøgnum alla taluna.
Tríggjar kvinnur hava verið við øll 40 árini í Innerwheel Klaksvík og tær vóru sjálvandi eisini við, tær eru Maria Klein, Lillan á Hædd og Bjørg Lassen. Nógvar røður vóru hildnar og endaði borðhaldi við at Ásbjørn Lómaklett skipaði til Føroyskan dans. Sera góð veitsla og Rotary Klaksvík ynskir okkara kvinnum hjartaliga tillukku við 40 ára degnum.
SáH