NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Orkanin Patricia: Farligasta orkan minkaði í síðsta sekundi

25/10/2015

Comments

 
Picture
Orkanin Patricia, sum forsetin í Mexico eisini ávaraði um - hevur rakt Mexico, men bleiv ikki so ógvuslig, sum serfrøðingar ávaraðu fólkið um - tó hevur hon gjørt nakað av skaðum kring Mexico.

Í seinasta sekundi minkaði Patricia um ferðina - og summir ekspertar halda, at tað er tí at sjógvurin í Mexico hevur havt eina ávirkan - tí við strendurnar har orkanin skuldi raka - hevur verið met heitt í summar.

Orkanin Patricia varð so mikið ógvuslig og mett av serfrøðingum at vera tann ógvusligasta orkanin nakrantíð. Ja somikið ógvuslig, at tú faktist kundi síggja hana frá rúmdina av - so nógvir serfrøðingar í Amerika halda faktist, at tað er eitt undur - at ongin er deyður enn av henni í Mexico.

JáH (y) 25.10.2015 

Comments

Seyðasýning: Borgarstjórin í Kunoy smurdi breyð!

24/10/2015

Comments

 
Picture
Borgarstjórin í Kunoy, Meiken Sólheyg Michaelsen, varð tíðliga á fótum í morgun - tí nú skuldi gerast klárt til tað stóra morgunmatarborði, sum bjóðar skuldi framm til allar kunoyingar.

Vit á Norðoya Portali vóru sjálvandi forbí Bygdahúsinum í Haraldssundi, har vit fingu eitt gott prát við Borgarstjóran, sum hevur hjálpt til við Seyðasýningini í samfull 20 ár. Ja, vit eiga eina sera óføra kvinnu í Kunoy - ið ger alt tað hon kann fyri Kunoyar Kommunu.

Eisini fingu vit eitt gott prát við seyðamennirnir, sum hildu til á Leitinum í Haraldssundi - har Seyðasýningin 2015 fór framm. 

Sí myndarøð niðanfyri:

​JáH (y) 24.10.2015



Comments

Løgreglan í Svøríki: Álopi var grundað av rasismu/hatur !!!

24/10/2015

Comments

 
Picture20 ára gamli mordarin Anton Lundin Pettersson
Áleið kl. 10.00 um morgunin fór 20 ára gamli Anton Lundin Pettersson inn í Kronanskúlan í Trollhättan, sum liggur í mið Sveríki norðeyst fyri Götteborg og byrjaði at stinga frá hond næmingar við sínum svørði, sum førdi við sær at hann drap tveir persónar. Hann bleiv síðan skotin sjálvur av løgregluni og doyði seinni á einum sjúkrahúsið í Svøríki.

Vinirnir hjá tí 20 ára gamla Anton siga, at hann friðarligur drongur, sum ikki eingong hevði funnið uppá at gjørt eina flugu fortreð. Nidah Nagi gekk í sama klassa sum Anton Petterson Lundin í grundskúlanum. Hon hevur sjálv innvandarabakkgrund í Pakistan.
- Tað er eitt sjokk, tá ið tað kom framm, at varð hann, sum eg hevði gingið sama klassa við. Ein missur álit á persónar, sum er rundan um ein. Men hann virkaði ikki til at vera fíggjindasinnaður ímóti mær. Hann varð friðarligur og isoleraður og sikkurt hevur hann bygt ein hatur inni í sær sjálvum, sigur Nidah í einari samrøðu við ein svenskan fjølmiðul. 

Eisini vinirnir hjá honum siga, at hann varð ein friðarligur persónur, sum ikki vildi gjørt einari flugu fortreð.  Men á netinum hevur hann sagt sína meining áðrenn álopið - har hansara meiningar hava verið rasistiskar, nasistiskar og óreinar ímóti serliga muslimum.

PictureAnton við svørði - og íklæddur sum Starwars figurir.
Anton gekk runt við Starwars klæðum í skúlanum og einum langum svørði - har hann stakk næmingar og lærarir niður. Í alt fýra fingu alvorsligan skaða av hendingini - og 3 persónar hava nú mist lívið.

Ein genta visti ikki, at maðurin sum varð íklæddur í Starwars klæðum við langum svørði - fór at ganga amokk í skúlanum og tískil, so spurdi hon hann, um hon ikki kundi taka eina mynd av honum. Beint eftir at myndin bleiv tikin gekk Anton amokk og drap tveir persónar (17 ára gamli Achmed og 20 ára gamli Lavin) í svenska skúlanum við sínum svørði og særdi tvey onnur eisini. Anton lat sjálvur lív, tá ið svenska løgreglan stormaði skúlan og skjeyt hann.

Picture20 ára gamli lærarin Lavin Eskandar lat eisini lív av 21 ára gamla Anton!
Fyrst bleiv 17 ára gamli Achmen stungin niður av Anton, tá ið hann lat hurðina upp.

Síðan gekk Anton víðari til eitt annað rúm, men har tók 20 ára gamli lærarin Lavin Eskandar ímóti honum, og bað hann fjerna hansara masku - síðan Lavin royndi at berjast ímóti honum - ímeðan hann bað hansara næmingar renna avstað fyri lívinum. Teir báðir berjast eina løtu, men tað endar also við at tann einans 20 ára gamli Lavin letur lív av bardaganum.

Lavin Eskandar verður skýrdur sum ein hetja kring alt Svøríki í dag ...

​JáH (y) 24.10.2015  

Comments

Mexico: Vindstyrki á 320 km/t

23/10/2015

Comments

 
Picture
Á myndini síggja tit, at fólk eru í ferð við at sleppa sær til rýmingar frá einari mexikanskari strond ...

Og tað hava tey eisini góðar grundir til. Forsetin Enrique Peña Nieto skrivar á Twitter: Orkanin Patrica er komin til strondina í Mexico. Far ikki út - verji tykkum sjálvi og fylg ráðum frá mynduleikunum. Eg hugsi um tykkum øll.

Rokna verður við at orkanin Patricia hevur eina vindstyrki uppá 320 kilometur um tímar og er samstundis farligasta orkanin nakrantíð.

JáH (y) 24.10.2015

Comments

Suðuroyarkonurnar rós uppiborði

23/10/2015

Comments

 
Picture
Hetta skrivar Rúna Nón Bjartalíð á Facebook fyri løtu síðani og halda vit á Norðoya Portalinum, at hendan søgan eigur at koma út til tykkum øll:

"​Hvat er tað ikki gott við góðum fólki! :')
Her síggja tit 95 barnatroyggjur, húgvur, ullintar hosur og guð viti hvat, sum er komi allan vegin úr Suðuroy. Har eru nakrar eldri kvinnur sum møtast í Vági, fyri at binda klæði til køld børn í Rumenia, og so er tað ein 87 ára gomul kvinna á Tvøroyri sum eisini bindur. Tað er so stuttligt at vera í kirkjukjallarnum, og síggja alt sum kemur inn til hesi neyðars børn úti í heiminum, og ikki minst hugaligt at hjálpa til tá Absalon skal avstað smile-humørikon Hesar kvinnur eiga stórt rós uppiborði"


Ja, hasar Suðuroyarkonurnar eiga rós uppiborði.

Kelda: Rúna N. Bjartalíð

​SáH

Comments

Svimjifelagið Ægir er svartiper í stóra spælinum hjá Klaksvíkar Kommunu

22/10/2015

Comments

 
Picture
​Ongin 50 metur hylur til Norðoyggjar. Suðurøki hevur ein og Høvuðsstaðurin fær ein, eftir situr Ægir við svartaper.

Ægir er á veg upp. Ægir vann síðstu kappingina í Føroyum, sum var suðuri í Vági. Hetta er ikki hent í fleiri ár.

Vit hava nógvar altjóða svimjarar, eitt nú, Álvi Hjelm, Ásbjørn Hjelm, Krista Mørkøre, Signhild Joensen og fleiri onnur, sum hava sett sær sera høg mál, eitt nú kappast tey í NJM, NM og VM og onkur kemur væntandi til tær Olimpisku leikirnar.

Taka vit Signhild Joensen, so er hon nummar fýra í øllum Europa fyri 15-16 ára gomul í 200 metur rygg og hon er bert 14 ár, sjá styrkjulistan herundir. Má spyrja tykkum í Klaksvíkar Kommunu, hvat ætla tit við Ægir?, Vit hava ikki ein gang eitt felagsrúm ella skrivstovu? Vit hava ein útlendskan venjara, hetta er fyrstu ferð í 40 ára søguni hjá Ægir og hann skiftir í einum rúmið, sum er 4 fermetrar og má leggja klæðir og annað á ein stól viðsíðuna av einum vaski.

Tit skriva á tykkara heimasíðu, um eina Rennibreyt og ein eyka vøll, hvar er Ægir í hesum spælinum? Havi eisini hoyrt, at tit eru í ferð við at byggja eitt nýtt skýlið? tí annars fella pengarnir hjá UEFA niður á gólvið. 

Har stendur eisini á heimasíðuni, at tey, ið skulu brúka karmarnar verða hoyrd í samband við byggiskránna. Eg kann upplýsa tykkum í Klaksvíkar Kommunu, at Ægir als ikki bleiv eftirspurt, tá ið tit gjørdi umvælingarnar á Klaksvíkar Svimjihøll til ein familjuhyl, har Ægir bleiv koyrt væl og viðurliga til síðis og nú skulu vit deila Svimjihøllina við ýlandi børn í Baðilandinum og upppumpaði fólk, sum hava fingið eina privata Fitness høll í Svimjihøllina og brúka hølini hjá Svimjihøllini til umklæðisrúm við brúsum og hitarúmið.

Var sjálvir sera skeptiskur við Fitness hølinum í Klaksvíkar Svimjihøll, men skal eg vera erligur, so hevur hon roynst væl álíkavæl, har Ægir er sloppin inn at venja fyri eitt leigugjald um mánaðin. Enn ein útreiðsla hjá Ægir, men okkara útlendski venjari ynskir, at okkara svimjarar eisini skulu hava hendan møguleika. Sjálvandi skuldi Fitness hølini hoyrt til Klaksvíkar Svimjihøll, tá ið man hevði ein so stóra umvæling fyri fleiri milliónir og eini Fitness hølir hoyra til eina Svimjihøll. 

Mítt uppskot er, at siga leigusáttmálan upp skjótast gjørligt við privatu eigarnar og keypa sær Fitnessútgerð til Svimjihøllina, so Svimjihøllin eigur tær inntøkurnar og tað kann eisini betra um fíggjarstøðuna hjá høllini.

Til síðst má eg siga, at vit sjálvandi skulu gera ein 50 metur hyl í Klaksvík skjótast gjørligt, seta eina bygginevnd við fólkum, sum hava tilknýtið til svimjingina, tí ein 50 metur hylur skal gerast, fyrr ella seinni og hví bíða? tá ið Tórshavn er íholt við at fara ígongd. Haldi tekningar eru tøkar til ein 50 metur hyl í Klaksvík og eg veit, at møguliga ein útlendskur grunnur hevði hug at seta 15 milliónir í tað ætlanina tá, men kanska teir pengarnar eru farnir sín veg.

Símun á Høvdanum, formaður Ægir

Comments

​Rennibreyt og eyka vøllur í eygsjón

22/10/2015

Comments

 
Picture
Herfyri kunngjørdi kommunan ognartøkur til komandi rennibreytina, sum eftir ætlan verður liðug í 2019.

Talan er um matr.nr 842a og 716a, sum bæði eru á økinum ímillum Tekniska skúla og KFUM, har komandi rennibreytin er ætlað at vera.

- Ætlanin við hesum økinum er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvallir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Liðugt í 2019 
Ætlanin hjá býráðnum er, at rennibreytin og eyka fótbóltsvøllurin skulu standa klár til nýtslu í 2019, og borgarstjórin fortelur, at ognartøkan nú verður framd fyri at tryggja, at tíðarætlanin kann haldast. 

- Hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Treysti og frælsa ítrottin yvirhøvur, umframt KÍ, sum er størsta ítrottarfelag í bynum. Tí fer hetta at gagna einum sera stórum parti av borgarunum í býnum, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at arbeiðið við at klárleggja byggiskránna er ávegis longu nú, soleiðis at arbeiðið kann skipast sum best, tá ið spakin verður settur í.

- Í hesari tilgongdini gera vit eisini nógv fyri, at tey, ið skulu brúka karmarnar verða hoyrd í samband við byggiskránna. Hetta fer at betra munandi um ítróttarøkið í Klaksvík, og hendan tilgongdin skal tryggja, at vit fáa mest møguliga gleði burturúr nýggju rennibreytini og vøllinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Comments

Aftur eldur í einum svenskum Flótta-heimi í nátt

21/10/2015

Comments

 
Picture
Ikki øll eru so glað fyri flóttafólk í Svøríki, sum hevur havt eina rúgvu av eldum, sum ásettir eru á heim - har flóttafólkini skulu búgva. Og aftur í nátt, fekk Løgreglan fráboðan um eld á einum húsum, har flóttafólk skuldu hava bústað.

"Tekin á staðnum ger tað, at vit mistonkja at eldurin er ásettur," sigur Mikael Linfh, vakhavandi á Skåne Politi til Aftonbladet.

Hann vil tó ikki gera fleiri viðmerkingar - fyrr enn teir kunna vera vísir í, at hesin eldurin eisini varð ásettur!

JáH (y) 22.10.2015

Comments

Kom og royn tína harubyrsu Upphiting til haru skjótingina 2015 

20/10/2015

Comments

 
Picture
​Tíðindaskriv 
 
Kom og royn tína harubyrsu 
Upphiting til haru skjótingina 2015 

 
Nú tað styttist til at veiðitíðin eftir haru byrjar, bjóðar Veiðifelagið Byrsumúli, øllum veiði áhugaðum, at royna seg á breytini hjá felagnum í Sandvíkum. 
Veiðifelagið Byrsumúli hevur fyri stuttum, útvega eina maskinu ið kann innstillast, at kasta leirdúgvur, sum minna um renni mynstri hjá eini haru, og nú verður so høvið hjá øllum veiði áhuganum at royna maskinuna. 
Tiltakið verður SUNUDAGIN 25. OKTOBER 2015 KL. 13:00 - 17:00.  
Prísurin er 150,00 kr. pr. persón, tá eru patrónir og dúgvur í roknaðar. 
Filmsbrot tá haru maskinan verður roynd. Klikk her: "Hara Gud"
 
Veiðufelagið Byrsumúli 
Boks 1265 
110 Tórshavn 
Teldupostur: byrsumuli@gmail.com 
Heimasíða: www.byrsumuli.fo

Comments

Portal í ferð við at fara á heysin ?!?

20/10/2015

Comments

 
PictureSkermdump mynd av Portalinum í dag
Mennirnar handan Knassar keyptu Portalin fyri góðar 5 milliónir frá Føroya Tele og líka síðan hevur Portalurin havt ilt við at fóta sær. Nú vísur grein frá KVF á, at ein óheftur grannskoðari eisini heldur tað vera frægast at teir gevast við Portalinum heilt - tí ikki ber til at fáa tað at hanga saman økonomiskt.

Men bæði stjórin og formaðurin á Portalinum vilja ikki vera við til, at teirra portalur siglir í tungum sjógvi - sjálvt um tølini siga okkurt annað. Spurningurin er so - hvat mennirnir handan Portalin atla at gera í framtíðini fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Eisini kann tað spæla eitt sindur inn, at rættarsakin hjá Jørgen Niclasen kemur at kosta nógvan pening fyri Portalin, sum Sveinur Tróndarson eisini skrivaði greinar fyri - um tað mundi.  Um tað verður Sveinur sjálvur ella Portalurin sum kemur at gjalda, um Jørgen vinnur málið, er so ein heilt onnur søga ..!

​JáH (y) 20.10.2015

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.