Heini var deildarleiðari fyri Infrakervið og Vegaøkið hjá Landsverki í 9 ár. Frammanundan starvaðist hann sum vegaverkfrøðingur.
Hann hevur haft ábyrgd av samferðslukervinum hjá landinum og at byggja og halda landsvegir, at halda samferðsluhavnir og landshavnir, at gera botnkort, sjókort og myndugleikauppgávur í sambandi við kommunalar vitar, eins og at góðkenna ISPS-havnir.
Heini hevur eisini havt ábyrgd av tilbúgving í sambandi við basing av oljudálking á sjónum, at umsita og reka tyrlupallar, kanna og gera ætlanir fyri flogvallaviðurskifti í Føroyum og ymisk onnur tøknilig mál fyri land og kommunur
Hann hevur í seinastuni verið í starvi sum samskipari og verkfrøðingur á Teknisku deild í Tórshavnar kommunu. Hann er royndur starvsfólkaleiðari. Afturat hesum hevur Heini starvsroyndir sum studentaskúlalærari og sum ráðgevandi verkfrøðingur.
Heini hevur sostatt sera gott innlit í almenna og kommunala fyrisiting.
Á myndini sæst Heini Eysturoy saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Mikael Viderø, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu.
Kelda: Tórshavnar Kommuna 19.01.2016