Búgvin hevur havt heimstað í Leirvík og eigarin hevur verið Osmund Justinussen. Hann hevur havt FD 82, men í morgin kemur KG 119 at standa á honum.
Tað er Sp/f 01.05.2018, sum hevur keypt trolaran og eru tað teir sum eiga Dýrindal, sum nú eisini eru eigarnir av Búgvanum. Teir eru Tummas Hilmarsson, Ísak Petersen, Símun Grúkaskarð., Lion Petersen og Erling Petersen
Vit ynskja teimum fimm stórt tillukku við skipinum og góðan byr framyvir.
SáH