NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Sjúklingahotellið fær 80.000 krónur

23/5/2019

Comments

 
BilledePetur Elias Petersen, forseti í Lions Club Tórshavn, Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, og Børge B. Hansen frá Lions Club Tórshavn, ið samskipar stórsteypadystirnar í hondbólti og fótbólti
Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti eru við til at gera tað umvegis Lions Club í Føroyum møguligt hjá føroyskum sjúklingum niðri at njóta løtur uttandura við góðari lívd

Hvørja ferð bestu hondbólts- ella fótbóltsliðini frá undanfarna kappingarárinum spæla sínar stórsteypadystir, fer ágóðin til eitt vælgerðarendamál. Í ár er tað Sjúklingarhotellið Tórshavn í Keypmannahavn, ið kann njóta gott av einum góðum íkasti frá hesum dystum.

Dystirnir hjá kvinnum og monnum um Lionsbikarið í hondbólti, sum vóru í fjør, og dystirnir hjá kvinnum og monnum um Stórsteypið í fótbólti, sum vóru í vár, savnaðu tilsamans so mikið av pengum saman, at Lions Club í Føroyum í vikuni kundi lata sjúklingahotellinum 80.000 krónur.

– Hesar pengarnar fara til nýggjar markisur, vit fara at seta upp í stovuhæddini hjá okkum, so sjúkligarnir kunnu fara útum at njóta sólina í góðveðri, men samstundis sita í lívd, segði Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Venøgade í Keypmannahavn, tá ið hon tók ímóti pengunum.

Kunnu njóta sólina
– Markisurnar kosta einar 138.000 krónur, so íkastið frá Lions upp á 80.000 krónur munar væl, nú vit skulu gera hesa íløguna í trivnaðin á sjúklingahotellinum. Føroyingar eru glaðir fyri sólina og teimum dámar væl at sita uttandura, og við nýggju markisunum fer tað at bera sera væl til, segði hon.

Lions Club í Føroyum skipar fyri stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, og hesir føstu tættir undan kappingarárunum í hesum báðum ítróttargreinunum eru góð høvi at varpa ljós á mál og umstøður, har tað kann bera til at gera mun.

– Vit frøast um, at vit kunnu vera við til at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí, og í hesum føri valdu vit so at leggja ágóðan frá stórsteypadystunum saman, so Sjúklingahotellið Tórshavn kundi fremja batar, ið hava avgerandi týdningin fyri trivnaðin, segði Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum.

Lions Club Tórshavn



Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.