NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Haki setast í fyri Dalstunli

14/5/2019

Comments

 
Billede
HÁTÍÐALØTA: Í februar var borgarafundur í Húsavík um Dalstunnilin, har kunnað var um tunnilsverkætlanina. Nú, tríggjar mánaðar seinni, er klárt at fara undir verkætlanina.

“Koyrandi til Dals um fýra ár.” Soleiðis var yvirskriftin á grein á heimasíðuni hjá Landsverki aftaná borgarafundin í Sólarris í Húsavík fyrst í árinum. Tunnilin til Dals hevur verið ávegis leingi, men nú verður hol sett á. Verkætlanin við tilhoyrandi vegagerð er komin so væl áleiðis, at hakin nú verður settur í.

Hetta fer fram hósdagin 16. mai klokkan 16.00 húsavíkarmegin. Ein tíma undan og undir sjálvari hátíðarløtuni verður bert koyrandi eftir vegnum ígjøgnum bygdina. Ein tekning, sum vísir, hvar koyrandi verður, hvar parkeringspláss eru, og hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her

Skrá fyri hátíðarløtuna
Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin á staðnum, har hakin verður settur í. Hesa uppgávuna fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið fer at siga nøkur orð í tí sambandi. Síðan verður tað borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum fær orðið.

Aftan á hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í Sólarris, har møguleiki eisini verður at taka orðið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um verkætlanina
Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, meðan 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast. Fyrst verður ein arbeiðsvegur gjørdur í Húsavík, og fyrireiking gjørd av lendinum við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin.

Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum verður mettur at kosta millum 75-85 mió. krónur.

Útvaldar tekningar av tunlinum við tilhoyrandi vegagerð kunnu takast niður her

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.