NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lat teg kanna fyri og eftir ferðina

26/8/2021

Comments

 
Picture
Treytirnar fyri at ferðast til Føroya broytast, tá ið august mánaður er farin aftur um.

Í staðin fyri krav um koronakanning við markið, mæla heilsumyndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftaná komu til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað er møguligt at fremja hesar broytingarnar.  

"Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Vit hava havt meira ella minni vanligar umstøður í samfelagnum, og nú gerast viðurskiftini við markið eisini meira vanlig aftur. Tað hevur gingið væl í Føroyum. Fólk hava tikið ábyrgd, og nú vóni eg, at fólk eisini taka væl ímóti og virða nýggju tilmælini," sigur Bárður á Steig Nielsen.

Broytingarnar í stuttum
Krav um kanning við markið fellur burtur

Mælt verður til kanning, sum ikki er eldri enn tveir dagar, áðrenn fráferð til Føroya

Mælt verður til kanning tveir dagar eftir komu til Føroya

Mælt verður til at vera serliga varin, til svar er tøkt frá kanningini annan dagin eftir komu

Løgmansskrivstovan

Tað gekk skjótt fyri seg hjá løgmanni Bárður á Steig Nielsen, eftir at News.fo og Norðoya Portalurin høvdu skriva um galsskapin við mørkini til Føroyar, har føroyingar skuldi testast og íslendingarnir sloppi frá at testast.

Lógin verður nú broytt tann 1. september og nú spara tey ferðandi 390,00 kr. fyri koronakanningar á markinum og vit eru javnsettir við íslendingar. Les grein herundir.

​http://www.nordportal.net/politikkur/froyingar-skulu-testast-og-islendingar-sleppa-fra 
Picture
Comments

Landsstýriskvinnan helt røðu, nú Dugni byrjar í Suðuroy

25/8/2021

Comments

 
Picture
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur í dag verið til móttøku hjá Dugna, nú Dugni byrjar virksemi í Suðuroy.

Landsstýriskvinnan bar fram røðu, har hon m.a. segði:

Dugni hevur seinastu árini, saman við Almannaverkinum og kommununum her suðuri áhaldandi og miðvíst arbeitt við at fáa sett á stovn deild í Suðuroy. Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur hetta eisini verið eitt øki, sum eg havi valt at raðfesta høgt. Tað var tí ongantíð ivi um týdningin av at fáa sett pening av á fíggjarlógini til júst hetta virksemi. Hetta hevur borið á mál, og við eini meirjáttan vórðu lunnar lagdir undir at fara til verka tíðliga í 2021.
Móttøkan var í SALT, har ein partur av virkseminum hjá Dugna verður. Har fingu fólk høvi at síggja karmarnar, og hoyra nærri um ætlanir fyri virkseminum hjá Dugna Suðuroy.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, vitjaði eisini í Marghøllini í Vági, har Dugni í sambandi við dagin skipar fyri ítróttardegi. Harumframt fekk hon høvi at síggja nýggju karmarnar hjá Dugna í gamla SEV-húsinum í Vági og skrivstovuna í Býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Les alla røðuna her:

Góðan dag, øll somul, og takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð, nú virksemið hjá Dugna er byrjað í Suðuroy.

Hugaligt at koma suður og fáa heilsa uppá tykkum, sum longu eru byrjaði í arbeiðsvenjing og ikki minni hugaligt at vita, at fleiri fólk eru ávegis. Og so tykkum bæði Eyðstein Jacobsen, sum byrjaði í starvinum sum deildarleiðari 1. juni og Birita Johansen, ið byrjaði sum starvsfólk her 1. august.

Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði.

Og vit kenna longu tey vælvirkandi tilboðini, sum Dugni hevur fingið bygt upp: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar, á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla í Havn. Her fáa hesir borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella at skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.

Tó hevur tað mangla eitt líknandi tilboð fyri hendan málbólk í Suðuroynni. Undantikið eru sjálvandi teir næmingar úr Suðuroy, sum ganga á skúlanum við Áir hvar tey fáa 9. floks prógv og búgva á skúlanum mánadag til fríggjadag.

Dugni hevur seinastu árini, saman við Almannaverkinum og kommununum her suðuri áhaldandi og miðvíst arbeitt við at fáa sett á stovn deild í Suðuroy. Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur hetta eisini verið eitt øki, sum eg havi valt at raðfesta høgt. Tað var tí ongantíð ivi um týdningin av at fáa sett pening av á fíggjarlógini til júst hetta virksemi. Hetta hevur borið á mál, og við eini meirjáttan vórðu lunnar lagdir undir at fara til verka tíðliga í 2021.

Og sigast má, nú farið er suður um fjørðin við hesum virksemi, at móttøkan frá kommununum hevur verið so avbera góð. Kommunurnar báðar, á Tvøroyri og í Vági, hava bjóðað hølir, sum rúma hesum virksemi við “arbeiðsfremjandi tiltøkum”.

Á Tvøroyri er arbeiðið staðsett her í spennandi umhvørvinum í SALT á Drelnesi, har skipað arbeiðstilboð er við uppgávum í kaféini og við praktiskum húsavarðauppgávum. Góðir karmar eru eisini til bæði verkstovu og skrivstovu.

Og í Vági, í samstarvi við eftirspurda Ítróttarháskúlan, somuleiðis við ymiskum fyrifallandi uppgávum.

Kommunurnar húsað skrivstovunum hjá Dugna í Suðuroy, við góðum kørmum, á Býráðsskrivstovuni á Tvøroyri og í gamla SEV-húsinum í Vági, har tað eisini er kaffistova og onnur hølir.

Málið er sum frá líður, eisini at fáa endurnýtslu og handil upp í arbeiðstilboðið, sum tað jú longu verður gjørt á hinum deildunum á Dugna.

Tað er ótrúliga áhugavert og kveikjandi at síggja tykkara fjølbroytta virksemið á Dugna. Imponerandi við øllum tí, tit fáa burturúr. Og gevur hetta mær veruliga eina fatan av, at tað er nakað heilt serligt, tit gera.

Tað er jú týdningarmikið, at karmarnir hjá tykkum at virka í, eru góðir. Og tit skulu vita, at eg virðismeti hetta høgt og sera fegin vil halda fram at virka fyri hesum.

Her hava tit góðar møguleikar fyri, undir tryggum kørmum, at skipa tykkara virksemi. Bæði fyri ung, sum ikki fáa ella megna at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Og borgarar, sum hava eitt nú byrjandi demens, sclerosu og parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Hesir karmar fara at verða við til at gera tað møguligt hjá tykkum á Dugna, at røkka tykkara endamáli fyri Suðuroynna. Her fara nógv fólk at fáa ein aktivan arbeiðsdag og harvið ein innihaldsríkan gerandisdag. Og við dugnaligum starvsfólkum at leggja til rættis og stuðla undir, eru tit væl útborðin til at taka av avbjóðingini, sum skal búgva tykkum enn betur sum virknir samfelagsborgarar

Vón mín er, at tað fer at gangast tykkum øllum  væl, og at suðuroyingar eisini frameftir fara at taka væl undir við hesum nýggja tilboði.

Hjartaliga til lukku og takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Picture
Comments

Færøsk ildsjæl modtager Helene Elsass Prisen 2021

24/8/2021

Comments

 
Picture
Færøske Katrin Jacobæus har fået tildelt Helene Elsass Prisen 2021 for sin imponerende og engagerende indsats for mennesker med cerebral parese på de nordatlantiske øer. Med prisen følger 150.000 kroner.

Helene Elsass Prisen tildeles en person, der har gjort en særlig indsats for mennesker med cerebral parese
(CP). Og det er præcis, hvad årets prismodtager har gjort. Uden andet motiv end at hjælpe andre
mennesker har færøske Katrin Jacobæus arbejdet for at forbedre forholdene for mennesker med cerebral
parese på Færøerne.

Det har hun gjort via sit arbejde som fysioterapeut på Landssygehuset i Thorshavn, som initiativtager til
indførelsen af CPOP-opfølgningsprogrammet og som nyudnævnt formand for CP-foreningen på Færøerne.
Prisen blev overrakt af H.K.H. Prinsesse Benedikte, der er protektor for både Elsass Fonden og CP Danmark,
ved et arrangement i Elsass Fonden den 24. august.

– På dagen, hvor de Paralympiske Lege begynder, er det en stor ting at kunne uddele Helene Elsass Prisen.
Samtidigt er det året, hvor fondens stifter, Helene Elsass, kunnet have fejret sin 100-års fødselsdag. Helenes
far, Ludvig Elsass, havde et motto, som lyder: ”I medgang på vagt – i modgang dobbelt kraft!” Uden at vide
det, ramte han plet i forhold til Parasport Danmarks motto for legene i år: “Ingen vinder alene!”, fordi der
skal dobbelt kraft i mere end én forstand til at yde en ekstraordinær indsats – især når man har “særlige
udfordringer”. Dette har årets prismodtager taget til sig, og i den grad kæmpet for, og fået så fin succes
med, siger Elsass Fondens formand, Nick Elsass.

CP Danmarks landsformand er enig i, at prisen falder på det helt rigtige sted.

– De geografiske vilkår og det forhold, at der kun er relativt få mennesker på Færøerne, der har CP tæt inde
på livet, gør det ekstraordinært udfordrende at arbejde frivilligt for at forbedre vilkårene for mennesker
med CP. Derfor er jeg utrolig stolt over, at vi med Helene Elsass Prisen kan påskønne og støtte det enormt
værdifulde arbejde, som Katrin og CP Foreningen på Færøerne udfører. Prisen kan ikke falde et bedre sted,
siger CP Danmarks landsformand, Pia Allerslev.

Større fokus på CP-området
Katrin er uddannet i Danmark, og i studietiden var hun handicaphjælper for en pige med cerebral parese.
Her opstod hendes interesse for CP-området, en interesse der har fulgt hende i arbejdslivet. På sygehuset i
Thorshavn erfarede hun, at der faktisk var ret mange børn med CP, men det stod ikke klart, hvilken
behandling de skulle have, og der var ikke fokus på den kognitive side af cerebral parese.

Også lovgivningsmæssigt fandt Katrin ud af, at man var langt bagud på Færøerne, ikke kun omkring
behandling, men også mulighederne videre i livet med støtte til skole, uddannelse og bolig.

Derfor meldte hun sig ind i den færøske CP-forening, der drives på frivillig basis. Foreningen havde i flere år
kørt uden de store armbevægelser, men efter Katrin blev valgt som formand, har hun nu sammen med
bestyrelsen igangsat en plan, der skal øge kendskabet til foreningen og ikke mindst til CP-gruppens behov,
som ikke har fyldt særligt meget i samfundet.

Denne imponerende og engagerende indsats er Katrin Jacobæus nu blevet hædret for med Helene Elsass
Prisen 2021.

Om prismodtageren
Katrin Jacobæus er 40 år, gift med Sjúrður og har to børn på 4 og 7 år. Hun blev uddannet som
fysioterapeut på Skodsborg Fysioterapiskole og har boet i Danmark fra 2006 til 2017, hvor hun flyttede
tilbage til Færøerne og startede sin egen fysioterapeutklinik, inden hun senere blev ansat på
Landssygehuset (Landssjúkrahúsið) i Thorshavn.

Om Helene Elsass Prisen
Helene Elsass Prisen tildeles en person, et projekt eller en institution, der har gjort en særlig indsats for
mennesker med cerebral parese. Prisen uddeles i samarbejde mellem Elsass Fonden og CP Danmark, og
med prisen følger 150.000 kroner. I 2020 blev racerunning hædret ved Parasport Frederiksberg og
landstræner Leif Nielsen, der delte prisen.

Om CPOP
CPOP er et opfølgningsprogram for børn og unge med cerebral parese (CP). Det er udviklet i et samarbejde
mellem ortopædkirurger, fysioterapeuter, ergoterapeuter og børneneurologer og anvendes nu som klinisk
arbejdsredskab og nationalt kvalitetsregister i Danmark, Sverige og Norge. Børn og unge med CP følges
gennem opvæksten, hvilket sikrer, at barnets behandlere tidligt opdager, hvis der sker ændringer i
tilstanden. Det er en forudsætning for, at der tidligt i forløbet kan iværksættes forebyggende behandling.

Om Elsass Fonden
Elsass Fonden er en privat erhvervsdrivende fond, som arbejder for at øge livskvaliteten for mennesker
med cerebral parese (CP) og deres pårørende. Det sker over en bred kam – fra forskning, formidling af
viden, udvikling af aktivitetstilbud til direkte støtte til institutioner, foreninger og den enkelte.

Om CP Danmark
CP Danmark er en handicappolitisk interesseorganisation, der arbejder for at forbedre forholdene og
livskvaliteten for mennesker med cerebral parese og deres familier. Målet for CP Danmark er klart og
enkelt: Mennesker med cerebral parese skal have de samme muligheder, som alle andre, for at leve et
aktivt, indholdsrigt og selvstændigt liv.

Picture
Comments

Safir og Smaragd komnir inn við 160.000 pundum

23/8/2021

Comments

 
Picture
​Safir og Smaragd er komnir aftur frá fiskileið. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu 160.000 pund, tað mesta var upsi. Landa bleiv til Kósina og ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 31.600 pund, 17.400 pund longa, 9.600 pund toskur og 3.000 havtasa, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 12. august.

SáH

SAFIR – ( KG 339 )
KLAKSVÍKAR HAVN-23-08-2021  8.800
SMARAGD – ( KG 340 )KLAKSVÍKAR HAVN-23-08-2021   7.000

Comments

Kærumál verða viðgjørd av fakfólki

21/8/2021

Comments

 
Picture
“Kærumál verða nágreiniliga viðgjørd av okkara dugnaligu embætisfólkum í stjórnarráðunum, og tey gera eina fakliga niðurstøðu, sum vit landsstýrisfólk taka til eftirtektar. Eg kenni ikki til annað.

Aksel V. Johannesen hevur sitið í landsstýrinum í nógv ár, og tí skilji eg ikki, hví hann setur spurnartekin við, hvør viðger kærumál í stjórnarráðunum.

Veit at hann argar politiskt, men samstundis niðurger hann – helst ikki við vilja – okkara dugnaligu embætisfólk.

Tað haldi eg ikki sømir seg”

Millum annað soleiðis skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í viðmerking um kæruna, ið fíggjarmálaráðið viðgjørdi um undangóðkenningina til Fámjinstunnilin.

Les meira her: “Kærumál verður viðgjørd av fakfólki”

Kæruavgerð.pdf

Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen

Comments

​USA hevur klára at tikið 13.000 fólk út úr Kabul í hesari vikuni

20/8/2021

Comments

 
Picture
Forsetin í USA Joe Biden sigur at afturtøkan úr Afghanistan er tann størsta og mest vandamiklasta flogbrúgvin í søguni hjá USA.

Teir hava klára at tikið 13.000 fólk út úr Kabul tað seinastu vikuna og 18.000 fólk síðani juli. 

Hann ávarar eisini Taliban, at um teir leypa á síni fólk í Kabul, so verður svara aftur við hørðum. 

Væntandi eru øll vesturlendsk fólk og Afghanstan fólk, sum hava hjálp USA og tey sameindu flutt úr Arghanistan áðrenn 31. juli, also um 10 dagar. 

SáH

Comments

TUMMAS ELIASEN SEINASTA STARVSDAG

20/8/2021

Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag varð skipað fyri fráfaringarløtu fyri Tummas Eliasen, kommunustjóra, nú hann gevst í starvi sínum í Klaksvík. Tummas hevur verið kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu í yvir 8 ár. Hann hevur, í síni tíð sum kommunustjóri, staðið á odda fyri nógvum ymiskum verkætlanum, umframt at hann hevur umskipað og gjørt týðandi bygnaðarbroytingar í kommununi.

Nú Tummas gevst í starvinum, hevur Rúni Rasmussen tikið við sum kommunustjóri. Rúni byrjaði í starvinum 1. august og hava teir báðir arbeitt tætt saman hendan seinasta mánaðin, soleiðis at staffettin kundi gevast trygt víðari.

Á skránni í dag vóru m.a. røður, lætt ábit og sangframførsla.

Takk fyri tíðina Tummas.

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góði Tummas

Í dag verður sett punktum fyri ein kapittul, sum vit í Klaksvíkar kommunu eru sera heppin um, at tú fórt undir at skriva, um man so kann siga.

Tú ert ímyndin av einari stórari broyting, sum varð framd av býráðnum í 2012.

Øll vita, at góð hugskot hava fleiri síður. Hetta var eisini galdandi fyri støðuna, sum Klaksvíkar býráð tá tók.

Tú vart fyrsti kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, og fekk til uppgávu at skipa umsitinga av nýggjum.

Á pappírinum ljóðar tað sum ein sera spennandi uppgáva at fara undir hjá einum nýggjum stjóra. Men avgjørt eisini avbjóðandi.

Nýggj størv skuldu setast, og kravdi tað eina kollveltandi umskipan hjá fleiri av starvsfólkunum í umsitingini.

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva. Men nú standa vit her. 8 ár seinni, og øll smílast.

Sum stjóri hevur tú víst ómetaliga stórt álit til tíni starvsfólk. Tú hevur givið starvsfólkum frælsi til at skipa seg, og tað hevur tú havt álit á, at tey megna.

Síðan árslok hava vit báðir starvast saman. Og eg má siga – eg eri imponeraður av, hvussu gott minni tú hevur. Øll tølini, sum tú kanst hava í høvdinum, er imponerandi. Og tað er líka mikið um tað er í prosentum ella í 100-pørtum.

Avbjóðingin kann so til tíðir verða, at tá ið tú veruliga fert á flog, so eru vit fleiri, sum missa tráðin.

Tó skal vera sagt - og hetta hava fleiri starvsfólk eisini nevnt – Tú ert ótrúliga dugnaligur til at lýsa fløkjaslig mál einkult.

Tað hevur mangan verið gott í samband við truplar støður.  

Góði Tummas

3. mars í ár bórust tíðindi í kringvarpinum – ikki bara einaferð, men fleiri ferð – at Klaksvíkar kommuna skuldi hava nýggjan kommunustjóra, tí Tummas Eliasen fór frá fyri aldur. Hetta fall tær tungt fyri bróstið, tí frá fyri aldur var ikki støðan. 

Tað er heldur ikki løgið, tí tú hevur ein ótrúligan arbeiðsvilja, og framvegis ómetaliga nógv at bjóða uppá, og so ert tú eisini yngri enn eg.

Tí eri eg vísur í, at títt íkast til m.a. Navigare, har tú fert at brúka nakað av tíni arbeiðsorku, verður til gagns fyri fyritøkuna.

Men eg vóni eisini, at tú fert at raðfesta tíðina til sílaveiðu og góðar kaffimunnar í náttúruni. Og ikki minst tíð saman við familjuni.

Eg má nevna eina stuttliga søgu, sum ein av tínum starvsfelagum segði mær, tí eg haldi hon lýsir ótrúliga væl, hvussu tú ert.

Tú ert als ikki bangin fyri at siga tína hjartans meining, og so ert tú líka við øll.

Høgur sum lágur. Um etikettin er stjóri í Betri banka ella eigari av egningarskúri nr. 11, so fáa øll somu viðferð.

Tað er eisini galdandi fyri veitarar sum koma á gátt.

Ein dagin var fundur við fínar slipsamenn úr havn, sum gjarna vildu selja kommununi okkurt, sum sølumenninir avgjørt hildu at kommunan átti at gera eina íløgu í.

Knappliga letur í Tummas.

“Tit eru sum MBM. Tit hava ikki annað í hyggju enn at mjólka kommunukassan”.

Góði Tummas!

Álit fram um eftirlit. Tað eru orðini, sum flest av tínum starvsfólkum seta í samband við teg.

Hvussu úrslitið av tí so hevur verið, tað kann altíð diskuterast, og verður tað upp til nýggjan stjóran at meta um.


Góði Rúni! Hjartaliga vælkomin í starvið, sum nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.

Eg vil við hesum ynskja tær vælkomnum í starvið og blíðan byr.


Til seinast vil eg vegna Klaksvíkar býráð takk fyri títt íkast til kommununa, Tummas.

Somuleiðis vil eg saman við starvsfólkunum ynskja tær blíðan byr og nógv góð ár framyvir saman við konuni og tykkara kæru.

HARRIN signi teg og øll tíni.

Alt tað besta

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kann hetta passa? ella gongur alt upp nú viðvíkjandi Biskupstorginum?

20/8/2021

Comments

 
Picture
Hetta skrivar Norðlýsið í gjár “Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama.”

Er tað virkuliga so langt úti, at fyrrverandi borgmeistarin Jógvan Skorheim hevur verið innblandaður í niðaru hæddini á Biskupstorgi alla tíðina og brúkt 43 milliónir til ein handil sum hann sjálvur er partur av? og vit skattagjaldara skulu gjalda?

Havi eisini tonkt mítt, hví Jógvan Skorheim er innblandaður í Biskupstorgi? men tað fingu vit so fingið játtað frá Norðlýsinum í gjár upp upp á blank papír og er tað eisini orsøkin til at Fríða fær tær flestu av uppgávunum frá Klaksvíkar kommunu og at dagligi leiðarin á Biskupstogrinum eisini kemur frá Fríðu?

Hvussu hongur alt saman Karl Johansen? skulu vit gjalda handilshølir, har ein býráðslimir eru partur av tí størsta handlinum í Biskopstorginum?

Leigan er 900.000,00 kr. fyri alla veghæddina um árið og tað er látuligt, tá ið tonk verður at vit skattaborgarar hava goldið 43.000.000,00kr., 43 milliónir til veghæddina, mín spurningurin til Klaksvíkar Kommunu er hesin, hvat er leigan hjá einstøku handlunnum og hvør hevur bestemma leiguprísin?

Hví skrivar Norðlýsið ikki um hetta óskili viðvíkjandi Biskupstorginum, hvat gongur fyri seg aftanfyri gardinurnar í Klaksvíkar Kommunu og hvør tekur avgerðirnar, er tað Jógvan Skorheim ella verandi samgonga?

Hjartaliga tillukku Klaksvíkar Kommuna við veghæddina á Biskupstorginum, tit eiga nú dýrastu handilshølir í Føroyum og kanska í danska kongaríkinum pr. fermetrar.

Er hetta ikki kappingaravlaðandi? og hvar er kappingarráðið í hesum málinum?

Góðan byr øll somul.

Símun á Høvdanum

Her greinin á Norðlýsinum, klikk her: “Torgið latið upp”
Her filmsklipp frá Kringvarp Føroya um Biskupstorgi, klikk link her “36. mió. fyri virksemið í veghæddini”

Picture
Comments

10.000 pund í útróðrarfiski í dag í Klaksvík

18/8/2021

Comments

 
Picture
​Tríggir útróðrarbátar landaðu til NFCS í dag. Teir høvdu 9.628 pund tilsamans og lógu allir um 3.200 pund hvør bátur sær.

Tað mesta var hýsa, sjá sølurnar herundir.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )
NFCS-18-08-2021   1.600
BRAGD – ( KG 642 ) (SJÓGÆTI)-18-08-2021  1.600
DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-17-08-2021   1.614

Comments

Búgvin hevði 31.000 pund í dag

18/8/2021

Comments

 
Picture
​Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu trola á landleiðini.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 31.564 pund, tað mesta var tunga, reyðsprøka og tunga, 7.470 pund tunga, 7.470 pund reyðsprøka, 4.224 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Búgvan klokkan 07:00 í morgun.

Teir byrjaði túr tann 10. juli.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )
NFCS-18-08-2021   15.782

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.