Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.640 pund, mest sum alt var havtaska 10.600 pund, sjá søluna herundir.
Gudrun byrjaði túr tann 16. august
Landa bleiv til NFCS
SáH
GUDRUN - ( KG 243 )NFCS-18-08-2021 5.320
Gudrun kom tíðliga aftur í morgun. Teir hava roynt við gørnum á Føroyar Banka. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.640 pund, mest sum alt var havtaska 10.600 pund, sjá søluna herundir. Gudrun byrjaði túr tann 16. august Landa bleiv til NFCS SáH GUDRUN - ( KG 243 )NFCS-18-08-2021 5.320 Taliban hevði tíðindarfund í gjár og segði talsmaðurin hjá teimum Zabihullah Mujahid, at kvinnurnar og fjølmiðlafólkini fáa øll síni rættindir at virka í Afghanistan í framtíðini og tey høvdu onki at óttast. Men so legði hann afturat, at tað verður innanfyri sharialógina og so vita vit øll, at har hava kvinnur og fjølmiðlar ongin rættindir. Taliban ætlar heldur ikki at hevnað tey fólkini, sum hava hjálpt USA og tey sameindu frá vesturheiminum tey 20 árini tey vóru í landinum, men hesum trýr ongin upp á og fleiri hundra túsund fólk royna við sínum lívið sum innsatsi at flýggja út úr Afghanistan beint nú. Vesturheimurin hevur til tann 31. august at fáa øll síni fólk út úr Afghanistan og í løtuni flúgva hernaðu flogførini pendulfart við flóttarfólkum og royna alt tað tey eru ment, at fáa tey til eitt sikkurt stað uttanfyri Afghanistan og eitt Herkules US Air Force Boeing C-17 Globemaster frá Amerika megnaði at fáa omanfyri 600 fólk við á eitt av teirra flogførum í einum túri hjá teimum og nú eru tey øll bjargaði. SáH Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í samband við at nýggi bú- og viðgerðarstovnurin í Jústabrekku varð handaður almannaverkinum. Í nýggja bú- og viðgerðarstovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva. Bú- og viðgerðarstovnurin er fyri ung fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum. Jørgin Olsen, eindarleiðari í almennaverkinum, bjóðaði vælkomin og Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Karl Johansen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, hildu røður. Vakra kornett spælið hjá Andrassi Sólstein setti eisini ein serligan dám á hátíðarløtuna. Landsstýriskvinnan og borgarstjórin hava verið starvsfelagar á gomlu politistøðini, og tí var løtan í dag heilt serlig fyri tey, sum bæði fegnaðust um, at vakri og søguligi bygningur nú aftur fær nýtt lív við einum so týdningarmiklum endamáli. Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt: Góðan dag, øll somul Eg vil somuleiðis bjóða vælkomin til móttøkuna av nýggja bú- og viðgerðartilboðnum hjá Almannaverkinum í gomlu politistøðini, sum Klaksvíkar kommuna, saman við Almannaverkinum, hevur latið umbyggja. Tá eg bleiv spurdur um at siga nøkur orð til hátíðarhaldið, so vóru tað nógv minni, sum runnu mær til hugs, tí í hesum húsinum eigi eg nógvar minniligar løtur. Fleiri av teimum saman við landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eg í mong ár starvaðist saman við her á politistøðini og seinni á núverandi støð. - Tá ið vit starvaðust saman kundi tað meira enn so koma fyri, at telefonin hjá henni kimaði við onkrum átrokandi politiskum máli. Eg má siga, at tá var tað ikki í mínum tonkum, at eg sjálvur skuldi fara uppí politikk. Og als ikki nú, tá mínir javnaldrar annars fara av arbeiðsmarknaðinum. Men so bleiv, og nú er tað mín telefon sum ringir, tá landsstýriskvinnan skal finna eina skilagóða loysn. Eg byrjaði sum politistur í 1979 og starvaðist her líka til nýggja politistøðin bleiv bygd í 1996. At síggja støðina verða umbygda og hamskifta til eitt bú- og viðgerðartilboð til fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum, eri eg sera fegin um og stoltur av. Gamla politistøðin verður við hesi verkætlan varðveitt og Klaksvíkar kommuna fær eitt tiltrongt bú- og viðgerðartilboð, sum røkkur einum málbólki, sum eigur at fáa hægstu raðfesting. Við hesi íløguni er Klaksvíkar kommuna við til at lyfta sosiala økið í Føroyum, og tað eri eg sera errin av. Tað er eisini gleðiligt, at borgarar í býnum tíðliga í tilgongdini fingu eina góða mynd av umbyggingini. Sigast má, at vit hava fingið sera nógvar jaligar viðmerkingar í samband við at bygningurin framhaldandi heldur sítt siðbundna snið og lit – tað eru vit sera fegin um. *** Í 2010 gjørdi Klaksvíkar kommuna eina vakstrarætlan, har eitt av málunum var fólkavøkstur. Tað skuldi m.a. røkkast við at breiðka um útboðið av arbeiðsplássum og sosialum tilboðum í býnum. Tí fegnist eg um, at vit fáa møguleika at vera við til at menna ein nýggjan stovn til ung í aldrinum 18 til 25 ár. Klaksvíkar kommuna leggur seg eftir at arbeiða miðvíst og samstarva væl við landsstýrið og stovnar hjá landinum. Her kann eg m.a. nevna: Gloym meg ei, Umsorganarheimið Gloria, Sambýlið Mylnutún og onnur góð dømi um samstarv millum land, kommunu og stovnar, har vit saman hava funnið loysnir og skapt góðar karmar. Hesi samstørv eru eitt týðiligt tekin uppá hvat kann røkkast við góðum samstarvi. Eisini uppá stutta tíð, tí tað er bert eitt gott ár síðani, at avtalan um hesi hølini varð undirskrivað, so sigast má, at arbeiðið hevur gingið skjótt og væl. Sum býráð er tað okkara mál at menna ein fjølbroyttan bý, har tað skal vera pláss fyri øllum í okkara lokalsamfelag. Eisini tá ið tað kemur til ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Tí er tað eitt tilvitað val, at kommuna fór undir hesa verkætlanin, sum eg haldi myndar okkara kommunu ómetaliga væl, og hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í býnum. Og sum borgarstjóri ynski eg veruliga, at allir bólkar trívast og eru umboðaðir á ein virðiligan hátt. Eg eri errin av okkara kommunu, sum eg haldi er opin, framfýsin og djørv at taka av møguleikum og samstørvum, sum eg meti eru til gagns fyri bæði borgarar, brúkarar og starvsfólk. *** Eg haldi avgjørt, at royndirnar við teimum verkætlanum, sum Klaksvíkar kommuna og Almannaverkið hava samstarva um higartil hava eydnast væl. Tí eri eg heldur ikki í iva um, at bæði starvfólk og búfólk koma at trívast í søguríku hølunum í Jústabrekku, beint oman fyri Klaksvíksgarðin, har vit eisini mangan hýsa spennandi tiltøkum so sum sjómannadegnum og jólaskipinum. *** Eg vil til seinast nýta høvið at takka landsstýriskvinnuni og umsitingini fyri góða samstarvið og jaliga hugburðin, sum tit hava víst í hesi tilgongdini. Fyri meg persónliga er tað gleðiligt, at hesin vakri og søguligi bygningur nú aftur fær nýtt lív, og er tað sjálvsagt mín stóra og inniliga vón, at øll – bæði brúkarar og starvsfólk – fara at trívast her. Vegna Klaksvíkar býráð og okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við hølunum og best eydnu í arbeiðinum. Takk fyri. Klaksvíkar Kommuna Skýlisklettur er komin aftur av útróðrið í morgun. Hann hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði hann 1.838 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 1.400 pund hýsa, 354 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:30 í morgun. SáH SKÝLISKLETTUR – ( KG 706 )NFCS-17-08-2021 919 Stjørnan og Polarhav komu aftur tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri. Teir høvdu ein góðan túr, 375.000 pund og var tað mesta upsi. Ein partur bleiv bjóðaður út til Fiskamarknaðin Føroya, tað mesta var toskur og longa, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 07. august Landa bleiv til Kósina í morgun. SáH STJØRNAN - ( KG 1195 )KLAKSVÍKAR HAVN-17-08-2021 12.000 POLARHAV - ( KG 1196 )KLAKSVÍKAR HAVN-17-08-2021 8.000 Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband viđ trygdina á fjarskiftisøkinum. Kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini. Tað sigur løgmaður millum annað í svari til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Talgilding og tøknilig frambrot av ymiskum slag broyta gerandisdagin hjá øllum og krevja dagførdar lógarkarmar, ið tryggja fólk móti ótilætlaðum hendingum ella brúki av upplýsingum. Eins og onnur lond, hevur Danmark í hesum sambandi fingið nýggja lóg um veitaratrygd á fjarskiftisøkinum. Danski forsætisráðharrin hevur sett fram ynski um, at líknandi lóggáva kemur í gildi í Føroyum. Hesum tekur løgmaður undir við. “Fyri at taka saman um, so eru vit í eini samráðingartilgongd, men tað skal eingin ivi vera um, at tað eru vit í Føroyum, sum hava síðsta orðið, tá ið tað kemur til innihaldið í lógini og sjálvan lógartekstin,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum. Sí svarið. Løgmansskrivstovan Líðhamar kom aftur frá útróðrið í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.500 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3000 pund hýsa, 1.300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv á Eiði í morgun klokkan 11. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )EIÐIS HAVN-16-08-2021 2.250 Stakkavík hevði enn ein roktúr í dag. Teir høvdu roynt við línu á Føroya Banka. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.860 pund, tað mesta var hýsa og longa, 10.600 pund hýsa, 3.488 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen. Landa bleiv til NFCS. SáH STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-15-08-2021 7.930 Í hesi vikuni byrja skúlarnir aftur, og tá verða heilt nógv børn at síggja á vegum og á gongubreytum tíðliga á morgni og seinnapartar. Harafturat fara fleiri teirra í fyrsta flokk og skulu sostatt venja seg at ganga ímillum heim og skúla. Júst tí minnir Klaksvíkar kommuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd bilførarar á at vísa serligt varsemi, nú børnini fara aftur í skúla, tí tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit ansa væl eftir. Í ár fara 16 kommunur at heingja plakatir upp við skúlarnar, har tey heita á bilførarar um at koyra spakiliga og at ansa væl eftir. Eisini Klaksvíkar kommuna er við. Men tað er ikki nokk við plakatum, og tí heitir Ráðið Fyri Ferðslutrygd eisini á foreldur um at fara út í ferðsluna við børnunum at læra tey, hvussu tey skulu bera seg at, og hvørjum tey skulu ansa eftir. – Tá ið barnið fer í fyrsta flokk, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur, at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd. Annars fáa øll børnini í fyrsta flokki ein súkkluhjálm og ein faldara við góðum ráðum, og í heyst fáa tey minstu børnini eisini endurskinsvest. Harumframt er tað eisini kravt, at børnini læra um ferðslu í skúlanum. So, verið ansin í ferðsluni. Klaksvíkar Kommuna Skoraberg og Fuglberg eru komnir aftur. Teir hava partrola eystanfyri. Teir høvdu 250.000 pund og meginparturin var upsi. Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 39.460 pund, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 16. august. Landa bleiv til Kósina og byrjaði teir at landa Skoraberg og Fuglberg í morgun. SáH FUGLBERG – ( KG 360 )KLAKSVÍKAR HAVN-16-08-2021 9.980 SKORABERG – ( KG 380 )KLAKSVÍKAR HAVN-16-08-2021 9.750 |
Greinar
April 2024
|