NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KLAKSVÍKAR KOMMUNA OG ALMENNAVERKIÐ SAMAN UM NÝTT TILBOÐ

18/8/2021

Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í samband við at nýggi bú- og viðgerðarstovnurin í Jústabrekku varð handaður almannaverkinum.

Í nýggja bú- og viðgerðarstovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva. Bú- og viðgerðarstovnurin er fyri ung fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum.

Jørgin Olsen, eindarleiðari í almennaverkinum, bjóðaði vælkomin og Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Karl Johansen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, hildu røður. Vakra kornett spælið hjá Andrassi Sólstein setti eisini ein serligan dám á hátíðarløtuna. 

Landsstýriskvinnan og borgarstjórin hava verið starvsfelagar á gomlu politistøðini, og tí var løtan í dag heilt serlig fyri tey, sum bæði fegnaðust um, at vakri og søguligi bygningur nú aftur fær nýtt lív við einum so týdningarmiklum endamáli. 

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góðan dag, øll somul

Eg vil somuleiðis bjóða vælkomin til móttøkuna av nýggja bú- og viðgerðartilboðnum hjá Almannaverkinum í gomlu politistøðini, sum Klaksvíkar kommuna, saman við Almannaverkinum, hevur latið umbyggja.

Tá eg bleiv spurdur um at siga nøkur orð til hátíðarhaldið, so vóru tað nógv minni, sum runnu mær til hugs, tí í hesum húsinum eigi eg nógvar minniligar løtur.

Fleiri av teimum saman við landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eg í mong ár starvaðist saman við her á politistøðini og seinni á núverandi støð.

- Tá ið vit starvaðust saman kundi tað meira enn so koma fyri, at telefonin hjá henni kimaði við onkrum átrokandi politiskum máli. Eg má siga, at tá var tað ikki í mínum tonkum, at eg sjálvur skuldi fara uppí politikk. Og als ikki nú, tá mínir javnaldrar annars fara av arbeiðsmarknaðinum. Men so bleiv, og nú er tað mín telefon sum ringir, tá landsstýriskvinnan skal finna eina skilagóða loysn. 

Eg byrjaði sum politistur í 1979 og starvaðist her líka til nýggja politistøðin bleiv bygd í 1996. At síggja støðina verða umbygda og hamskifta til eitt bú- og viðgerðartilboð til fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum, eri eg sera fegin um og stoltur av.

Gamla politistøðin verður við hesi verkætlan varðveitt og Klaksvíkar kommuna fær eitt tiltrongt bú- og viðgerðartilboð, sum røkkur einum málbólki, sum eigur at fáa hægstu raðfesting.

Við hesi íløguni er Klaksvíkar kommuna við til at lyfta sosiala økið í Føroyum, og tað eri eg sera errin av.

Tað er eisini gleðiligt, at borgarar í býnum tíðliga í tilgongdini fingu eina góða mynd av umbyggingini. Sigast má, at vit hava fingið sera nógvar jaligar viðmerkingar í samband við at bygningurin framhaldandi heldur sítt siðbundna snið og lit – tað eru vit sera fegin um.

***

Í 2010 gjørdi Klaksvíkar kommuna eina vakstrarætlan, har eitt av málunum var fólkavøkstur.

Tað skuldi m.a. røkkast við at breiðka um útboðið av arbeiðsplássum og sosialum tilboðum í býnum.

Tí fegnist eg um, at vit fáa møguleika at vera við til at menna ein nýggjan stovn til ung í aldrinum 18 til 25 ár.  

Klaksvíkar kommuna leggur seg eftir at arbeiða miðvíst og samstarva væl við landsstýrið og stovnar hjá landinum.

Her kann eg m.a. nevna: Gloym meg ei, Umsorganarheimið Gloria, Sambýlið Mylnutún og onnur góð dømi um samstarv millum land, kommunu og stovnar, har vit saman hava funnið loysnir og skapt góðar karmar.

Hesi samstørv eru eitt týðiligt tekin uppá hvat kann røkkast við góðum samstarvi. Eisini uppá stutta tíð, tí tað er bert eitt gott ár síðani, at avtalan um hesi hølini varð undirskrivað, so sigast má, at arbeiðið hevur gingið skjótt og væl.

Sum býráð er tað okkara mál at menna ein fjølbroyttan bý, har tað skal vera pláss fyri øllum í okkara lokalsamfelag. Eisini tá ið tað kemur til ein fjølbroyttan bústaðarmarknað.

Tí er tað eitt tilvitað val, at kommuna fór undir hesa verkætlanin, sum eg haldi myndar okkara kommunu ómetaliga væl, og hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í býnum. Og sum borgarstjóri ynski eg veruliga, at allir bólkar trívast og eru umboðaðir á ein virðiligan hátt.

Eg eri errin av okkara kommunu, sum eg haldi er opin, framfýsin og djørv at taka av møguleikum og samstørvum, sum eg meti eru til gagns fyri bæði borgarar, brúkarar og starvsfólk.

***

Eg haldi avgjørt, at royndirnar við teimum verkætlanum, sum Klaksvíkar kommuna og Almannaverkið hava samstarva um higartil hava eydnast væl. Tí eri eg heldur ikki í iva um, at bæði starvfólk og búfólk koma at trívast í søguríku hølunum í Jústabrekku, beint oman fyri Klaksvíksgarðin, har vit eisini mangan hýsa spennandi tiltøkum so sum sjómannadegnum og jólaskipinum.

***

Eg vil til seinast nýta høvið at takka landsstýriskvinnuni og umsitingini fyri góða samstarvið og jaliga hugburðin, sum tit hava víst í hesi tilgongdini.

Fyri meg persónliga er tað gleðiligt, at hesin vakri og søguligi bygningur nú aftur fær nýtt lív, og er tað sjálvsagt mín stóra og inniliga vón, at øll – bæði brúkarar og starvsfólk – fara at trívast her.

Vegna Klaksvíkar býráð og okkum øll í Klaksvíkar kommunu ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við hølunum og best eydnu í arbeiðinum.

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.