Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
1.231 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru trý smittað í Føroyum.
Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo
Heilsumálaráðið
Eingin tilburður í gjár Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 1.231 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru trý smittað í Føroyum. Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo Heilsumálaráðið Eingin tilburður í gjár Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 864 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgnið. Í løtuni eru trý smittað í Føroyum. Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo Heilsumálaráðið Nú er bara smitta í Suðurstreymoy og Eysturoynni, 8 smittaði í høvuðsstaðnum og ein í Eysturoynni. Nú hoyrist ikki nógv frá fjølmiðlunum um stóra mannin Biden, nú USA við honum á odda tapti kríggi í Afghanistan til Taliban í gjár. Forsetin Ashraf Ghani er rýmdur úr landinum og er flýggjaður til Tadsjikistan og sigur Ghani, at hann rýmdi, tí hann vildi ikki vera við til eitt stórt blóðbað í Kabul. Kríggið við Taliban hevur vart í 20 ár, men nú amerikarnir og tey sameindu tóku sítt herðfólk heim, so hevur Taliban næstan uttan kamp í bert góðan mánaða megna at vunnið alt landi aftur og í gjár tóku teir so høvuðsstaðin Kabul. Stakkals fólk, nógv fólk vera nú dripin, kvinnurnar blíva aftur undirkúðaðar og Afghanistan verður stýrt av einum brutalum islamistari stjórn, sum drepur øll, sum siga nakað ímóti teimum. Í Afghanistian búgva 38 milliónir fólk og nú er navnið broytt til Islamisk Republik Afghanistan. Amerikarnir flyta í skrivandi stund, alt sítt fólk út úr Afghanistan og tað er ruðuleiki á flogvøllinum í Kabul. SáH Recently a member of the anti-whaling cult group, the floating circus of Sea Shepherd was in the Faroe Islands. The clown was there to video via a drone the whale harvesting. He is an anti-whaler. Really? Then why did he not stay in Norway to video Norwegian whaling? Norway captures more whales than other nations. Perhaps this clown fears the reaction of his countrymen in Norway, causing him to travel to the Faroe Islands. Her filmsklipp frá Tony Marano, sjá herundir. Kia car commercial: https://www.youtube.com/watch?v=KeVHm…
Additional informative Sea Shepherd videos: https://www.youtube.com/playlist?list… Suckers donate to Sea Shepherd: https://seashepherd.org/mgc2021/ Link to Texas Daddy store: http://texas-daddy.shop-pro.jp/ Tony Marano Fyri tveimum árum síðan varð avtala gjørd millum Almannaráðið og Klaksvíkar býráð um, at býráðið, sum eigur gomlu Sýsluskrivstovuna á Jústabrekku 1, skuldi umvæla og tillaga bygningin, so Almannaverkið kundi leiga seg inn her við einum bú- og viðgerðarstovni her fyri ungum fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum mikudagin í komandi viku, verður væntað, at stovnurin, sum er nýggjur stovnur fyri ung fólk, letur upp fyrst í oktober. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum. Í nýggja stovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og borgarstjórin, Karl H. Johansen fegnast um, at tað er eydnast at fáa bú- og viðgerðarstovnin framdan, og at hann letur upp í næstum. Í sambandi við umbyggingarnar, hevur býráðið hildið seg til at varðveita uppruna útsjóndina oman móti Klaksvíksvegi. Tó eru onkrar smærri tillagingar gjørdar í túninum omanfyri – m.a. er ein lyfta gjørd leys av húsinum omanfyri. Litsetingina av húsinum hevur Edward Fuglø, listamaður verið við til at áseta. Klaksvíkar Kommuna Kanjon hevur í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Teir hava longt kaina við 10 metrum og hækkað gomlu kaina við einum hálvum metri, eins og tann nýggja er. Eisini verður 1,5 m høgur verjugarður á havnarlagnum. Til sjálvt havnarlagið eru brúkt um 550 m3 av beton. Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, har millum ein mobilkrana, eina gravimaskinu við last og tveir betonbilar, sum betonið er blandað í. Tá ið talan er um so stórar nøgdir av beton, tekur tað fleiri dagar at stoypa. Men arbeiðið hevur gingið væl og veðrið hevur verið til vildar. Ritan siglur um 60-70 % av túrunum á Eiðið, meðan restin verður siglt á Víkina. Tað tekur 35 min. at sigla á Eiðið, meðan tað tekur 65 min. á Víkina. Hetta fer at gera tað, at nógir av túrunum, sum hava komið undir ivaveður, ber til at leggja at á Eiðnum. Serliga eru tað høgættirnar, sum eru ringar á Eiðinum, meðan tær eru góðar á Víkini. - Hetta fer at hjálp væl, sigur Árni Joensen, skipari á Rituni. Tað munar sera nógv, at sleppa innum endan á kaiini við øllum skipinum, sum vit ikki hava sloppið við gomlu kaiini. Afturat tí bøtur hækkaða kain og verjigarðurin sera væl um. Tað er ikki at taka seg aftur í, at hetta kemur at bøta munandi um samferðlumøguleikarnar til Svínoyar – eins og arbeiðið er skjótt og væl úr hondum greitt hjá Kanjon, bygdini at frama. Enn er ikki heilt greitt, nær Ritan fer at sigla á Eiðið, men helst einaferð í næstu viku. Teir fara undir at avforskalla í dag og so annars gera verjugarðin. Klaksvíkar Kommuna Eingin tilburður í gjár Eingin tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 1.382 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru seks smittað í Føroyum. Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni á www.corona.fo Heilsumálaráðið Har set alle fire udsendelser om Lægestriden i Klakksvík som Lars Løkke har lavet. Et par af børnene til “5'erne”, fortalte om deres rædsomme oplevelser i Klakksvík i 1955, meget hårdrejsende historier, der faktisk først nu for alvor kommer frem, nu næsten 66 år efter de voldsomme optøjer i Klakksvík i 1955! Der sidder unægteligt adskillige i Klakksvík med en meget dårlig smag i munden, idet disse rædselsberetninger bliver en meget stor kamel at sluge! Selv blev jeg meget utilpas, og jeg skal fandme hilse og sige, at jeg kan tåle lidt af hvert, da et barnebarn til J. F. Kjølbro’s bror, Dávur í Gerðum, fortalte om hvilke rædsler hendes forældre Kalla og Petur Juul Samuelsen og deres børn var ude for i 1955! Jeg kender flere af disse mennesker og sætter pris på dem, gode og ordentlige folk! Derfor gjorde især interviewet med Armgard Juul Andersen, født Samuelsen et meget stærkt indtryk! Selvom Abbe ( min Færøske morfar) var med til nogle enkelte sabotageaktioner i Klakksvík i 1955, kendte han sine grænser og deltog ikke i de meget korporlige pogromoptøjer mod “5’erne”, bl.a. familien Kalla og Peter Juul Samuelsen, hvilket jeg priser mig lykkelig over at vide! Jeg ved både fra Abbe og een af hans ungdomsvenner, at de faktisk forsvarede een af “5’erne”, en gammel invalid mand, der uden grund, meget brutalt blev slået i jorden af de Danske betjente der blev sendt til Klakksvík i efteråret 1955. Denne gamle værgeløse mand blev uden grund slået i jorden af een af de Danske betjente, med en voldsomhed som minder meget om den brutalitet som vi har hørt om, når Lukaschenko’s håndlangere går amok i Hviderusland! Abbe og een af hans ungdomsvenner, blev så rasende, at de overfaldt dette vilddyr fra det Danske politi og smed vedkommende i havnen sammen med hans knippel og andet udstyr! Bagefter blev Abbe slæbt ombord på Rolf Krake, men blev meget hurtigt løsladt og enhver sigtelse frafaldt, da det kunne bevises at vedkommende betjent havde overfaldet en værgeløs gammel invalid mand uden grund og dette ønskede politiet ikke kom frem i en evt. retssag! Som Abbe flere gange understregede, når han fortalte mig om Lægestriden i Klakksvík i 1955, så skulle vi jo også kunne mødes i al almindelighed igen, når bølgerne atter havde lagt sig og den grå hverdag vendte tilbage! Mads Nielsen Havi hugt eftir øllum sendingunum hjá Lars Løkke Rasmussen um “Klaksvíksstriden” og her eru endiliga fimmara børnini sloppin framat at siga sínar søgur og reint út sagt var tað ræðandi at hoyra og síggja, hvussu illa viðfarin tey sokallaði 95arnir eru farin við teimum og hvussu langt úti summi av 95arnum hava verið ímóti teimum 5 prosentinum. Also man hevur hug til at siga, hvat billa tit tykkum inn, hatta vóru also børn sum tit hava jagstra og nú sum gomul fólk og fortaldi okkum søgurnar, har tey grótu um sína langu í Klaksvík. Havi næstan skomm av tykkum og man hevur fylgt eitt sindur við, har professara og onnur hava skriva bøkur um Klaksvíksstríðið og man hevur fingið tað uppfatan at tey 95 prosentini vóru hetjur og tey 5 prosentini vóru idiotar, reint út sagt, men nú kom ein heilt onnur søga fram. Okkara familja á Akursmørk vóru eisini fimmara og mamma hevur fortalt onkrar søgur um hvussu tey eisini vóru illa viðfarin av vaksnum monnum, men hon vil ikki ordiliga fortelja nágreinliga um hendingarnar. Eg havi eisini eina søgu um læknastríðið, sjálvt um eg eri føddur í 1967 og var slett ikki føddur tá ið Klaksvíksstríðið var, søgan er frá 1989. Tá ringdi Robert Joensen til okkum, pápi tók telefonina og segði at ein maður sum eitur Robert Joensen skuldi tosað við meg. Eg kendi ikki mannin, men hann bjóðaði mær niðan á Heygavegin og bað meg taka bandupptakaran við, tí hann hevði eina søgu at fortelja mær, eg segði við pápa, at tað tímdi eg ikki, men pápi helt at eg skuldi fara niðan at tosað við mannin. Robert Joensen bað meg vælkomnan og vit fóru inn í stovuna og har byrjaði so Robert Joensen at fortelja um Læknastríðið í Klaksvík, eg hevði slett ikki hoyrt um læknastríðið og hann fortaldi mær mangt og hvat og alt bleiv tikið uppá kasettuband. Veit ikki hvar kassettubandi er nú, men tá ið eg finni tað aftur, so skal eg nokk leggja upptøkurnar á netið. Robert Joensen var eisini fimmari og hevði hann lovað abba mínum Símun Andreasen, sum var handilsmaður á Akursmørk, at um hann kom livandi út úr Klaksvík, so skuldi hann nokk løna honum tað aftur. Tað var abbi mín, sum smuglaði Robert Joensen út úr Klaksvíkingini, hann hevði fingið upplýst, at fólk vóru úti eftir lívinum hjá honum og hann mátti flýggja sum skjótast. Teir báðir løgdu eina ætlan, har Símun abbi krógvaði Robert undir nøkrum mjølsekkjum í bilinum hjá abba og so koyrdi teir báðir norður til Strond, men har vóru vaktpostar runt býin og tá ið teir komu til ein vaktpost, so spurdi teir abba, hvat var í bilinum og hann segði at hann skuldi koyra nakrar mjølsekkir norður á Strond og so sloppi teir víðari og komnir norður á Strond var bátur har, sum førdi Robert yvir um fjørðin og hann var bjargaður. Hetta hevði Robert Joensen aldrin gloymt abba mínum og eftirsum eg var uppkallaður eftir Símun abba, so fekk eg allar bøkurnar hjá honum, sum hann hevði inni tað kvøldið og so signeraði hann allar, sjá herundir. Nú eg havi sæð sendingarnar hjá Lars Løkke Rasmussen, so helt eg tað vera upp á pláss, at tit eisini hoyrdu hesa søguna, men eg taki hjartaliga synd í fimmara børnunum, tey høvdu so onga skyld í hvat hendi undir Læknastríðnum, so tað var sera gott, at vit eisini hoyrdu søgurnar frá teimum. Nú vóru ongar hetjur í hesum stríðnum, men nógvir taparar og størstu taparnir vóru fimmarnir, har fleiri mátti rýma út úr Klaksvík og nú trúgvi eg væl uppá tað sum Robert Joensen fortaldi mær í stovuni á Heygavegnum í 1989, at hansara lív var í stórum vanda, tá ið man síðst í sendingini hoyrdi ein 95ara, sum nú býr í Danmark og sum var við til at spreingja bombur í Klaksvík undir Klaksvíksstríðnum, eitt nú á politistøðina og húsini hjá fimmarnum, húsini hjá Hákuni Djúrhuus blivu nevnd og tey lógu sera tætt við húsini hjá Robert Joensen, men tíbetur gekk ikki tann bomban av, so kanska Robert Joensen var tann næsti í køðini. Men Robert Joensen var av gamla slagnum og tá ið hann hevði lovað nakað, so helt hann tað og eg fekk næstan allar bøkurnar hann hevur givið út tað kvøldið og nú má eg royna at finna hatta kasettubandi aftur, so tit kunnu hoyra søguna live frá Robert Joensen um Klaksvíksstríðið, Robert doyði 1997. Símun á Høvdanum Hetta skrivar Wikipedia um Robert Joensen:
Robert Joensen (født 28. august 1912 i Klaksvík, død 19. maj 1997) var en færøsk tjenestemand, forfatter og politiker (FF). Efter folkeskolen fik han ansættelse hos p/f J.F. Kjølbro, som blev drevet af hans gudfar skibsreder Jógvan Frederik Kjølbro, og var skiftevis i firmaets virksomhed i Klaksvík og til søs. Som 18 årig drog Joensen til Danmark, hvor han tog præliminæreksamen i Rønde og studentereksamen fra Hjørring Gymnasium i 1935. Han ønskede at studere etnologi, men blev rådet til at vælge teologi i stedet, og studerede i en kort periode ved Aarhus Universitet før han begyndte ved Københavns Universitet. Da 2. Verdenskrig brød ud, drog Joensen hjem til Færøerne, og vendte aldrig tilbage for at afslutte studierne. I Klaksvík fik han job ved sygehuset, inden han i 1941 ble vtilbudt stillingen som kommunesekretær i Klaksvíkar kommuna, som han varetog frem til 1982. Joensen bevarede sin fascination af færøsk historie og folkeliv, skrev en række bøker og artikler i denne forbindelse, foruden en omfattende mængde lyrik. Politisk karriere og tillidshvervHan var valgt til Lagtinget 1943–1945, bestyrelsesmedlem ved Klaksvíkar Sjúkrahús 1951–1971 og medlem af ligningsnævnet og skolenævnet 1955–63. I 1943 var han med til at grundlægge havfiskerforeningen Klaksvíkar Útróðrarfelag, hvor han var sekretær i 31 år. Bibliografi
|
Greinar
May 2024
|