Forsetin Ashraf Ghani er rýmdur úr landinum og er flýggjaður til Tadsjikistan og sigur Ghani, at hann rýmdi, tí hann vildi ikki vera við til eitt stórt blóðbað í Kabul.
Kríggið við Taliban hevur vart í 20 ár, men nú amerikarnir og tey sameindu tóku sítt herðfólk heim, so hevur Taliban næstan uttan kamp í bert góðan mánaða megna at vunnið alt landi aftur og í gjár tóku teir so høvuðsstaðin Kabul.
Stakkals fólk, nógv fólk vera nú dripin, kvinnurnar blíva aftur undirkúðaðar og Afghanistan verður stýrt av einum brutalum islamistari stjórn, sum drepur øll, sum siga nakað ímóti teimum.
Í Afghanistian búgva 38 milliónir fólk og nú er navnið broytt til Islamisk Republik Afghanistan.
Amerikarnir flyta í skrivandi stund, alt sítt fólk út úr Afghanistan og tað er ruðuleiki á flogvøllinum í Kabul.
SáH