Á Biskupstorgi eru 30 íbúðir í ymiskum støddum: 71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2. Kostnaðurin fyri íbúðirnar er millum 5.600 og 10.600kr um mánaðin + ljós og hita.
Áhugin er stórur at sleppa inn og hópin av fólki vóru í morgun og hugdu at einum møguligum framtíðar bústaði í miðbýnum í Klaksvík.
Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.
Ein rundvísing verður aftur hósdagin 28. marts fyri teimum, sum hava víst tilboðum áhugað.
Kelda: klaksvík.fo