Luttøka verður av leikarum úr Betri deildum hjá kvinnum og monnum, har til ber at fáa autograf og eina mynd av sínum yndisleikara. Vit bjóða ókeypis pitsa sunkist, kaffi/te og okkurt søtt afturvið, so eingin noyðist at ganga savangur.
Stór tónleikaframførsla verður við Karl Martin Samuelsen og Pætur við Keldu fara at framføra kendar KÍ sangir. Umboð kemur at kunnað um byggingina við Djúpumýru og hvat vit hava í væntu.
Maverick Barr og Bláa Bylgjan fara at skrivað undir nýggjan sáttmála fyri 2019.
Vit minnast øll árið 2016 har tað bleyv yrkt sangir um leikarar og tað var hugaligt at hoyra til dyst. Bláa Bylgja fer at halda ein sokallaðan ”Workshop” har vit í felag fara at skriva nýggjar sangir til KÍ leikararnar.
Mikkjal Thomasen, Høvðusvenjari hjá Betri Monnum kemur at greiða frá KÍ hópinum 2019, og á skránni vera eisini ymiskar bóltkappingar fyri bæði børn og vaksin.
Sjálvandi er einki aldursmark, so tak børnini, foreldrini, vinmannin og vinkonuna í hondina og ver við til at Koyra á KÍ!
Tiltakið er ókeypis.