SáH
DR hevði eina áhugaverda sending í gjárskvøldið, sendingin var um at klistra kjøt saman, so man kann fáa eina steik, sum er bara av restum og sum er so samansett við at klistra kjøti saman til eina steik og vit sum kundar hava ongan møguleika at vita, at hetta slett ikki er tann ekta vøran vit eta, hygg eftir sendingini, klikk her, “Kontant: Kødklister i køledisken”. SáH Í dag eru 2 guðstænastur í Christianskirkjuni: kl. 14.00 er Alzheimer gudstænasta v/ Marjun Lòmaklett prædikar. Helga Gerðalíð og Ludmila frá Klaksvíkar Tónlistaskúla luttaka við tónleikaframførðslu. Gudstænastan verður útvarpað. Kl 17.30 er Skrùvugudstænasta v/Marjun Lòmaklett. Una Michaelsen og Kristina Margretha C. Dahl spæla præ- og postludium. Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til skrùvur og kjøtsós. Øll eru hjartaliga vælkomin Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan, og í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri teimum í Klaksvík. Ferðalagið telur 16 fólk og endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir. Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin hevði eina stutta framløgu, har hann greiddi frá um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøksturin, sum Klaksvíkar kommuna og Føroyar hava upplivað seinnu árini. Harafturat vóru tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd í Klaksvík. Fólkatingslimirnir vitjaðu eisini útibarnagarðin Fjallafípuna, sum liggur í vakra náttúruumhvørvinum Úti í Grøv, har starvsfólk og børn bjóðaðu vælkomin. Niels Juel Arge, leiðari vísti donsku gestunum runt á stovninum, og sigast má, at tey vóru hugtikin av vakra umhvørvinum. Bjørn Brandenborg, ið eisini er hálvur føroyingur, helt fyri, at hetta eru heilt einastandandi umstøður. – Tað eru serliga tvær orsøkir til, at eg haldi hetta vera ein spennandi stovn. Fyri tað fyrsta, so koma øll børn at kennast, áðrenn tey fara í skúla. Fyri tað næsta, so kann stovnurin gera brúk av náttúruni kring stovnin. Harumframt leggja tey fokus á tey sosialu sambondini, og í minni mun á bøkur og tøl. Tað dámar mær væl, tí tað skulu tey nokk læra seinni, sigur Bjørn Brandenborg. Donsku gestirnir vitjaðu eisini í Christianskirkjuni, á Kósini og í pumpihúsinum, har Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri greiddi frá um framkomnu sjóhitaskipanina, sum verður klár at taka í brúk í næstum. Keda: Klaksvík.fo SáH Nýggja landsstýrið er nú skipað. Á løgtingsfundinum um vikuskiftið gjørdist greitt, at sjey landsstýrisfólk fara at manna nýggja landsstýrið. Bárður á Steig Nielsen er valdur til løgmann. ”Fyri tveimum vikum síðani valdi Føroya fólk eina nýggja leið. Eina leið, har tað verður leitað aftur á slóðina. Eina leið við tryggleika og stabiliteti,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í røðu síni í Løgtinginum. Løgmaður vísti eisini á, at samgongan hevur sett sær fyri at gera Føroyar til eitt samfelag í serflokki. Skal hetta eydnast verður neyðugt, verður neyðugt at taka nøkur tøk, ið flyta okkara samfelag enn longur framá á leið. ”Úti í heimi henda stórar broytingar. Og herheima veksa krøvini til okkum sum samfelag. Við hesum avbjóðingum í huga, er neyðugt at gera politiskar langtíðarætlanir, ítøkiligar nýskipanir og tillagingar, ” vísti Bárður á Steig Nielsen á. Løgmaður hevur tilnevnt hesi landsstýrisfólk: Jørgen Niclasen, varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskvinnumálum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum Kelda: lms.fo SáH Her landsstýrið 2015 Stormurin hevur eisini ávirka siglingina hjá Norrøna, nú stormurin hevur rakt Norra, so hevur Norrøna lagt siglingina longri suðri og er hon uttanfyri Peterhead í Skotlandi júst nú klokkan 11:00. Sambært heimasíðuni hjá Smyril Line, so heldur Norrøna tíðarætlanina og verður í Tórshavn klokkan 06.00 mánadagin. SáH Skulu vit taka søgurnar hjá in.fo og jn.fo fyri góða vøru, so vera tað hesi fólkini, sum fara at mannað Landsstýrið tey næstu fýra árini. 6 mans og ein kvinna og hana eiga vit, tað er okkara sterka kvinna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum verður Landsstýriskvinna í almannamálum. Hetta eru tey nýggju Landsstýrisfólkini: Sambandsflokkurin Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál Helgi Abrahamsen, vinnu-, orku-, umhvørvis- og innlendismál Fólkaflokkurin Jørgen Niclasen, fíggjarmál Jacob Vestergaard, fiskivinnumál Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál Miðflokkurin Jenis av Rana, menta, skúla- og uttanríkismál. Nú klokkan 9 verður tíðindafundur, har samgonguskjalið verður undirskrivað og kunnað verður um nýggja Landsstýrið og teirra ætlanir tey næstu fýra árini og klokkan 10 verður nýggja tingið sett. Kringvarp Føroyar sendir beinleiðis frá tíðindafundinum og tá ið Løgtingið verður sett. News.fo og Norðoya Portalurin ynskir øllum hjartaliga tillukku og ein serlig heilsan til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. SáH Virksemið í Norðurøkinum veksur, og hetta setir krøv til elkervið hja SEV. Hetta førir m.a. við sær, at SEV nú grevur fyri elkaðalum frá verkinum á Strond heim ígjøgnum býin og til Norðoyatunnilin. Mánadagin 16. september verður grivið á Garðavegi og suður til Fjósabrekku. Gravast skulu 300 metrar, og væntandi fer arbeiðið at vara í uml. 5 vikur. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Føroya Tele. Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal í Garðaveg, umframt at Klaksvíkar kommuna fer gera rørarbeiði og vatnfrárensl. Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi. Kelda: Klaksvík.fo SáH
Tað var við spenningi at eg settið meg í bilin, at koyra frá Djúrslandi og til Aarhus í dag klokkan 12:45
Áðrenn eg fór frá húsum var Bárður á Steig Nielsen í samráðingum við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn og Borgarliga samgongan var dottin fyri bakkað, men Norðlýsið kom við Brátíðindum og segði at Borgarliga samgongan var komin í hús og so møsnaði KVF um, at so var ikki og hvørjum skuldi ein trúgva, men komin hálva leið til Aarhus, so komu endiliga tey góðu boð, borgarliga samgongan var komin í hús og tað játtaði ein troyttur Bárður á Steig Nielsen fyri Kringvarp Føroya. Væl var telja hjá honum, hann blívur eisini næsti løgmaður í Føroyum. Seinni er so komi frá at býtið verður hetta. Sambandsflokkurin Løgmann Vinnumál Heilsumál Fólkaflokkurin Fiskivinnumál Fíggjarmál Almannamál Miðflokkurin Menta- og uttanríkismál News.fo og Norðoya Portalurin ynskir øllum stórt tillukku. Her stroymingin hjá Kringvarp Føroya, klikk her: “Borgarliga samgongan er endliga komin uppá pláss”. SáH Í løtuni spælir Bárður á Steig Nielsen sera høgt spæl og tað kann væl henda, at ongin borgarlig samgonga verður. Sum frættist, so vil Bárður á Steig Nielsen hava í posa og sekk, hann vil vera Løgmaður og vil hava tvey av teimum stóru málsøkinum eisini og tað er alt ov langt úti. Vanligt er, at tann sum ikki fær Løgmann, fær Fíggjarmál og Fiskimál og sjálvandi vigar tað tungt, at Fólkaflokkurin bleiv størsti flokkur og fekk 8 tingfólk, ímeðan Sambandsflokkurin bert 7 tingfólk, tí er tað eftirfarandi sum ein hevur fingið upplýst, so spælir Bárður sera høgt spæl og so verður tað hansara ábyrgd, at ongin borgarlig samgonga verður. SáH Í vikuskiftinum verður boðað frá nógvum vindi, og tí verður heitt á fólk um at taka upp tað, sum liggur og sløðist. Nú heystið og veturin nærkast, verður heitt á øll, sum eiga ognir og lutir, um at taka alt leyst tilfar upp ella at tryggja hetta, soleiðis at leyst tilfar ikki verður tikið av vindi og ger skaða á sethús og aðrar ognir í bygdini/býnum. Klaksvíkar Sløkkiliði |
Greinar
October 2024
|