NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nøgdur við, hvussu nógv fólk vitja á Norðoya Portalin hvønn dag

25/3/2015

Comments

 
Picture
Onkrar dagar nærkast vit 5.000, sum hava klikk seg inn á Norðoya Portalin og tað kann sigast at vera sera nógv.

Vit hava ikki gjørt nógv av, at fáa lýsingar, men tað fara vit í holt við tær næstu vikurnar og tilboðini til tykkum eru"kanón"

Okkara motta skal vera, at "Tað skal loysa seg at lýsa á Norðoya Portalinum" og vit skulu vera bíðligast.

Her rimmar tilboð frá okkum til tykkum: 



Her okkara lýsingarprísir:

Bannaralýsing 300x250 pix.  398,00 kr.pr.mánað
Bannaralýsing 300x600 pix.  598,00 kr.pr.mánað
Bannaralýsing 600x300 pix.  598,00 kr.pr.mánað
Bannaralýsing 980x150 prx.  748,00 kr.pr.mánað

Linklýsing 300x60 pix.      200,00 kr.pr.mánað

Prísirnir eru uttan MVG

Ynskja tit at lýsa í longri tíðarskeið ella tit ynskja fast pláss á Norðoya Portalinum, ring á tel. 273200.

Norðoya Portalurin
Símun á Høvdanum
Jógvan á Høvdanum (Y)
Tlf. 273200
Teldupost: klips.fo@live.dk 

Comments

Ann Andreasen ættað úr Klaksvík heiðra í Grønlandi

24/3/2015

Comments

 
Picture
Tann 19. mars bleiv Ann Andreasen heirða við heiðurslegatinum frá "Gernes Fonden" í Danmark fyri hennara ótroyttiliga arbeiði, at forbetra lívið hjá mongum børnum og ungum í Grønlandi og sum búgva á barnaheiminum í Uummannaq, sum hon er leiðari fyri.

Hetta skrivar Grønlendska blaðið Sermitsiaq um Ann Andreasen, klikk her "Forstander hædert med legat"    

Kelda: Sermitsiaq

SáH   

Comments

Nærum onki arbeiðsloysið - men ALS eigur ongar pengar ?!?

24/3/2015

Comments

 
Picture
Tað er undurnarsamt, at vit nærum onki arbeiðsloysið hava í Føroyum, men ALS samstundis boðar frá, at nú er nærum ongin peningur eftir.

Soleiðis skrivar Hagstova Føroya um okkara arbeiðsloysið á teirra heimasíðu:

Í februar 2015 var árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum 878 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru 23 færri enn í januar. Av teimum 878 eru 346 menn, svarandi til 2,4%, og 532 eru kvinnur, svarandi til 4,2%.
  Samanborið við februar í fjør er størsta minkingin hjá monnum, har 174 færri eru arbeiðsleysir nú, meðan tað eru 98 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar. Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 968 fólk í talið ella 3,6% í februar, og er tað áleið tað sama sum í januar.


So tað burdi verið eitt sindur eftir til tey arbeiðsleysu - nú nærum ØLL menniskjur hava arbeiðið í Føroyum og gjalda ovurhonds stóran skatt. Hvar blíva pengarnir av, kann ein kanska loyva sær at spyrja ...

JáH (y) 25.03.2015


Comments

Kunoyartunnilin aftur stongast !!!

24/3/2015

Comments

 
Picture
Nú fólk, sum búgvandi eru í Kunoy so smátt byrja at gleða seg til summarið kemur - so hevur Landsverk gjørt av, at arbeiðast skal uppá tunnilin og byrjast skal í dag.

Tað er eisini sera óheppi fyri fólk, sum arbeiða á landið, at tunnilin verður stongdur kl. 18.00 - tí mong náa ikki hetta og vera tískil noydd at bíða eftir arbeiðsmonnum í tunnilin til klokkan verður 20.00, tá koyrandi aftur verður forbí.

Landsverk hevur áður verið og arbeitt uppá Kunoyartunnil og sigast má, at kunoyarfólk er eitt ógvuliga tolið fólkaslag - tí tá á sinni arbeiddu teir í góð tvey ár (give or take) uppá tunnilin. Hesa ferð lovar Landsverk, at arbeiðið fer at taka góðar 4 mánaðir, men slíka søgu hava kunoyarfólk hoyrt fyrr.

Soleiðis skrivar Landsverk á teirra heimasíðu:

Kunoyartunnilin

Í sambandi við trygdar- og eftirlitsarbeiði í Kunoyartunlinum verður tunnilin stongdur komandi fýra mánaðarnar frá 25. mars frá kl.18 á kvøldi til 02 á nátt. Bilar sleppa ígjøgnum kl. 20, 22 og 24. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.

So búgvandi í Kunoy, sum eg sjálvur eri - so má eg vísa varsemi - men so sanniliga eisini tolsemi. Vit á Norðoya Portali hava skriva til Landsverk og spyrja um eina nærri frágreiðing yvir - hví Landsverk endiliga byrjar nú at arbeiða uppá tunnilin og hví ikki arbeitt varð í vetur ..!

JáH (y) 25.03.2015



Comments

Ókliptur filmur av sólarmyrkingini við húkin á Borðoyarvík tann 23.05.2015

22/3/2015

Comments

 
Picture
Hendan filmin hevur Torbjørn Hjelm tikið upp fyri Norðoya Portalin, av sólarmyrkingini á Borðoyarvík tann 20.03.2015.

Símun á Høvdanum og Tobrjørn Hjelm tosaðu saman undir sólarmyrkingini.

Orðalagi kundi verið betur og góðskan eisini, men hetta er live og óklipt.

SáH

Comments

Temadagurin teirra nýrasjúku stak væl eydnaður

22/3/2015

Comments

 
Picture
Temadagurin teirra nýrasjúku, sum Julius S. Poulsen skipaði fyri í felagskúlanum á Oyrabakka, var sera væl eydnaður.

Nógv fólk møtti upp til tiltakið og so nógv fólk møtti til temadagin, at fleiri stólar mátti setast upp áðrenn byrja var kl. 15.00 leygardagin.

Nú er at vóna, at landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen heldur orð og fær dialysuviðrgerðina at virka skjótast gjørligt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Nú er nóg leingi bíða.

Her myndir frá temadegnum teirra nýrasjúku á Oyrabakka.

SáH

Comments

Myndir av sólarmyrkingin við húkin, í Maverick og á Borðoyarvík.

22/3/2015

Comments

 
Picture
Her myndri av sólarmyrkingini við húkin, í Maverick og á Borðoyarvík.

Myndatakari: Símun á Høvdanum

SáH

Comments

Ókliptur filmur av sólarmyrkingini við húkin á Borðoyarvík tann 20.03.2015

22/3/2015

Comments

 
Picture
Hendan filmin hevur Torbjørn Hjelm tikið upp fyri Norðoya Portalin, av sólarmyrkingini á Borðoyarvík tann 20.03.2015.

Símun á Høvdanum, Tobrjørn Hjelm og Tórfinn Hentze tosaðu saman undir sólarmyrkingini.

Orðalagi kundi verið betur og góðskan eisini, men hetta er live og óklipt.

SáH

Comments

BREAKING NEWS, Sólarmyrking sær sera gott út fyri Klaksvík

19/3/2015

Comments

 
Picture
Síðsta uppdatering, sum var kl. 03:38 ínátt hjá veðurstovuni YR sær sera gott út fyri Klaksvík, viðvíkjandi sólarmyrking.

Kl. 09 føroyska tíð byrjar sólin at koma fram og kl. 10 føroyska tíð full sól, sera sera spennadi. 

Sólarmyrkingin byrjar kl. 09.41

Maverick Barr opnar nú kl. 07 og vit fara øll niðan í Borðoyavík kl. 08.20.

Hav eina góða sólarmyrking øll somul og minnst til brillurnar.

SáH  

Comments

Rokan í fjørðini á Varpinum ídag

19/3/2015

Comments

 
Picture
Teir rokast óført á Varpinum ídag. 

DR úr Danmark er komin á vtijan í Klaksvík, har teir skulu senda veðrið í tíðindasendingini íkvøld klokkan 18.00 og verður veðrið sent frá brandstøðini her á Varpinum.

Norðoya Portalurin var og vitjaði og tosaði vit við myndamannin, sum kemur frá Hoyvík og so sjálvandi vertin, sum stríddist við at fyrireika seg.

Á bilinum uttanfyri stóð DR Aarhus, har átti Kringvarp Føroya lært eitt sindur av og havt onkur lokal heimildarfólk, so ikki bara Kringvarpi var fyri Tórshavn.

DR spáddi at tað fór at vera skíggja í Klaksvík ímorgin, men eg segði við teir at YR lovaði fulla sól og Storm hevði deilvís sól. Spennandi at vita, hvør fær rætt.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.