Stuðulskonsertin er til frama fyri Barnaheimið Charity Dream í Shanghai, har Altjóða Leiðin fer á námsferð í oktober mánaða.
Charity Dream er eitt barnaheim, ið m.a. leggur stóran dent á skipa fyri skurðviðgerum av vanskaptum børnum, ið ongan góðan eiga. Til tess at tryggja sær at pengarnir, sum koma inn, veruliga fara til eitt gott endamál hava fyriskipararnir vent sær til donsku sendistovuna í Kina fyri at vita um Charity Dream er tað, sum tey geva seg út fyri at vera, og hesum hevur danska sendistovan játtað.
Tónleikararnir, sum fara at framføra á stuðulskonsertini eru Signar í Homrum, Jens Marni Hansen, Bárður á Lakjuni og Danny & The Veetos.
Upprunaliga var ætlanin, at konsertin skuldi byrja kl. 20:00, men av tí at Jógvan Joensen kom í finaluna í X-faktor, er konsertin útsett til kl. 21:30.
Finalan í X-faktor verður víst á stórskíggja á John’s Café, kl. 19:00, og konsertin verður í Mentanarhúsinum, ið liggur beint hinumegin vegin.