Tær nýggju tíðirnar hjá Landsverk eru galdandi frá 7. apríl til 28. juli kl. 06.00 á morgni til kl. 16.00. Og so skal eisini viðmerkjast, at koyrandi er ímillum tunnilin kl. 07.15 - 08.00, kl. 10.00 - 10.15, kl. 12 - 13.00 og kl. 14.30 - 15.00.
Landsverk boðar eisini frá, at bilar sum hava neyðsýnjarørindir altíð sleppa ígjøgnum tunnilin - so alt í alt, so kann sigast at tann nýggja tíðin (hóast alt) er frægari enn tann "gamla" tíðin - sjálvt um fyri mong úr Kunoy - vildi tað verið allerbest, at stongt bleiv kl. 22.00 til kl. 06.00. Men hetta er ivaleyst ein "peninga-spurningur" og ikki nakað, sum vit kunna gera nakað, sum helst við.
Vit á Norðoya Portali fara í hesum sinni - ikki skriva nógv meira um Kunoyartunnil. Vit hava tó lagt ein spurning út til tykkara, har tit sjálvi kunna svara - hvat fyri tíð - tit halda hevði verið tann besta, at arbeitt bleiv uppá Kunoyartunnil.
Vinarliga svari okkum uppá spurningin niðanfyri:
JáH (y) 29.03.2015