Hví Landsverk hevur valt júst hesa tíð, at stongja tunnilin í - er man jú púra spyrjandi yvir. Foreldur, sum eiga børn í Kunoy er rasandi yvir, at Landsverk ger hetta - tí mong børn íðka ítrott í Klaksvík og sleppa ikki at gera hetta í bestu summartíð ... grundað av arbeiðið uppá Kunoyar tunnil.
Undirritað hevur skriva eitt skriv út á Facebook bólkin "Kunoyggin" og eisini lagt hetta skriv út til Norðoya Portal Facebook bólkin, at undir eggjar fólkið, at dáma & deila status, so at arbeiðstíðirnar hjá Landsverk vera broyttar í stundini. Soleiðis sær skrivi hjá undirritað út:
Vit eru nøkur í Kunoy, sum als ikki góðtaka, at Landsverk byrjar at stongja tunnilin kl. 18.00 - og vilja vit hervið gera vart við, at betri hevði verið um Landsverk byrjaði at arbeiða uppá tunnilin kl. 22.00 til kl. 07.00 - so at foreldur við børnum sleppa at koyra børnini, sum venja til ítrott í Klaksvík.
Eisini hevði tað verið ynskiligt, at koyrandi varð ímillum kl. 24.00 og kl. 02.00. Og um tú vilt, at so skal vera - so er at "dáma" hetta status og gjarna deila tað á tínum veggi ... jú fleiri sum deila & dáma, jú nemmari verður tað at tosað Landsverk til vildar.
Um vit t.d. søgdu, at arbeitt varð uppá Norðoya Tunnil, so hevði tað absalutt ikki verið góðtikið av nøkrum sum helst í Klaksvík, at byrja varð at arbeitt kl. 18.00 - og hví skula vit í Kunoy fáa øðrvísi sømdir av Landsverk enn hvat restina av Føroya fólkið fáa ?!?
Minst til at dáma & deila - og saman fáa vit hetta broytt, góðu kunoyarfólk.
Kærar heilsur
Jógvan Á Høvdanum
Búsitandi í Kunoy.
Vónandi vera tað mong í Kunoy, sum dáma & deila henda status - so at Landsverk møguliga kemur á betri tankar og hugsar meira um fólkið enn uppá sín egna pengapung.
JáH (y) 26.03.2015