Vit á Norðoya Portali vita eisini, at telefonin hjá borgarstjóranum hevur kima heit - og at borgarar úr Kunoyar bygd føla seg sera illa behandlaði av Landsverk.
Soleiðis siga nøkur av teimum: Eri so pura samd vid tykkum, og um hattar gongur, so verdur nokk sama skili, ta teir koma nordur um fjall, beinleidis frekt og onkur annar sigur: Ja illa umhugsa av Landsverk, og eigur tí at verða tykið upp av nýggjum og ein onnur sigur: OMG - Kl 18 - hvat hugsar LV fyri sær ?!? Uppaftur onnur siga: Hetta kunnu vit ikki gódtaka, totalt langt úti... Viss eg slapp at bestemma ja so byrjadu teir á midnátt.. ella Hattar líkist so svartasta ongum. og ja eg sum skuldi á fund., men havi totalt droppa tað, tí bara tankin um at møguliga skula standa har og bíða, er ótolandi.,., og til seinast Kl 18 also heilt erligt, man hevur børn sum ídka ...
So alt í alt - so er tað ikki ein í Kunoyar bygd, sum tekur undir við, at Landsverk byrjar kl. 18.00 um kvøldið og gevst kl. 02.00 á nátt, og tískil so átti Landsverk spurt seg fyri áðrenn teir fóru í holt við tunnilin - um t.d. hvat fólkið sjálvt sum býr í Kunoy hevði hildi verið ein passandi tíð, at byrja uppá tunnilin og nær enda skuldi vera. Og sum tit síggja á myndini omanfyri, so byrjaðu teir einaferð kl. 22.00 og endaðu kl. 06.00 ... hvat er trupuleikin við at broyta tað til somu tíð, sum áðrenn ?!?
JáH (y) 27.03.2015