Til rætta viðkomandi á Løgtinginum.
Broyt tíðina til: Kl. 22.00 til Kl. 06.00.
Vit sum búgva í Kunoy - kunna als ikki góðtaka, at Landsverk stongir tunnilin kl. 18.00 - 02.00 vegna trygd inni í tunnlinum. Vit skilja tó, at ymiskar ábøtur skula gerast við tunnilin - og sjálvandi skal tað eisini gerast. Men ynskiligt hevði verið, at arbeiði hjá Landsverk byrjaði kl. 22.00 - 06.00, so at ein kann sleppa heim aftur - eftir loknan arbeiðsdag. Og har afturat, so hava fleiri foreldur í Kunoy - børn sum venja í Klaksvík - og ásetta tíð, sum er nú, ger tað - at hetta ikki letur seg gera.
Vit hava nóg myrkar tíðir, sum er í Føroyum - og til felags, so eiga vit byggja okkara sunna fornuft upp og eisini hjálpast at, tá ið á stendur. Hetta, sum Landsverk, ger tað at fólk vera misnøgd og tað tænir ongum endamálið.
Eisini skal viðmerkjast, at vit onga aðra leið hava at fara til - uttan ígjøgnum tunnilin - og tískil so muga vit eisini vera spurd eftir, hvat vit halda vera ein tilráðilig tíð hjá Landsverk, at arbeiða uppá Kunoyar tunnil.
Kærar heilsur
Jógvan á Høvdanum (yngri)
Búsitandi í Kunoy
JáH (y) 28.03.2015