NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Í gjár vórðu seks smittutilburðir staðfestir

28/5/2021

Comments

 
Picture
Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, hósdagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðir eru av kendari smittuketu.

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 273.955 kanningar.

707 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 37 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Comments

Pison komin aftur við 210 tonsum úr Eysturgrønlandi

26/5/2021

Comments

 
PicturePison, mynd tikin tann 26.05.2021 klokkan 06:54
Pison kom aftur týsdagin. Teir hava roynt við línu undir Eysturgrønlandi.

Teir hava 210 tons og tað mesta var toskur, umleið 180 tons, restin var brosma, longa og annað fiskaslag.

Landa blívur til NFCS í dag.

Teir byrjaði túr tann 26. apríl.

Fari verður aftur til fiskiskap í komandi viku og tá verður møguliga fari til Íslandsryggin at fiska, men tað er ikki avgjørt enn.

​SáH

Comments

Búgvin komin inn við 36.000 pundum

26/5/2021

Comments

 
PictureBúgvin, mynd tikin tann 26.05.2021 klokkan 06:54. Teir byrjaði at landa Búgvan klokkan 06:00.
​Búvin kom aftur klokkan 04:30 í morgun. Teir hava trola á Landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.500 pund, tað mesta var havtaska og tunga, 10.800 pund havtaska, 8.800 pund tunga og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 19. mai

Landa verður til NFCS og byrjaði teir at landa Búgvan nú klokkan 06:00.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS--26-05-2021   17.750
Please follow and like us:

Comments

Hundur skotin við luftbyrsu

26/5/2021

Comments

 
Picture
Hvat hendur í Føroyum, tað er óskiljandi at slíkt kann henda í Føroyum, har onkur hevur skotið ein verjuleysan hund við luftbyrsu. Hetta skrivar ein Facebook brúkari frá Vágunum, at hennara hundur bleiv skotin við luftbyrsu:

Skotin við luftbyrsu
Hóskvøldið 13 Mai áleið kl 2230 var okkara litli hundur Tara skotin við luftbyrsu í túninum hjá okkum. Gavi eg fekk at vita, hvør í hevur hjarta at skjóta ein lítlan hund, sum nærum ikki fer úr túninum. Ikki fyrr enn djóralæknin koyrdi Taru í røntkina, var staðfest at eitt høgl av luftbyrsu sat gøgnunum, og hevði set hol á tarmarnar. Vit vóru totalt skelkaði, at eitt menniskja kundi finna uppá hesa skemdargerð. Djóralæknin skuðviðgjørdi Taru stundisliga, tá staðfest var, at eitt høgl sat í gøgnunum. Nú tvær vikur aftaná er Tara sloppin væl frá hendingini, íð hevði kosta henni lívi, um høgli sat eitt sindur longri frammi, og vi tí rakt vitalar organir. Vit eru enn skelkaði av hesi hending, sum hendíð beint uttanfyri dyrnar hjá okkum.

Slík eigur ikki at henda í Føroyum og vónandi finnur løgreglan tann seka, so hann kann fáa sín straff, men tað sum hevur størsta týdning, slík fólk mugu undir ongum umstøðum hava luftbyrsu ella byrsu
​.
Ein Facebook brúkari frá Vágunum

Comments

Onkur loyst bóltarnir á einum bili í Fuglafirðið

26/5/2021

Comments

 
Picture
​Á Facebook ávárar Sólborg Borðoy fólk á, at kannað sínar bilar, tí onkur hevur gjørt herverk á hennara bil við at loysa bóltarnar á hjólinum. Hetta skrivar hon á sín Facebook vanga fyri góðar 10 tímar síðani:

ÁVARING TIL ØLL
Herverk gjort á bilin hjá okkum,hettar kunde enda gali.
Boltanir vòru eisini leysir aftan

Hetta kundi enda heilt galið, tí hon legði ikki merkist til tað fyrrenn hon koyrdu við bilinum.

Her svarar hon einum, sum hevði hendan spurning, Er tað hent, meðan bilurin stóð í túninum?  veit ikki,fòr knappuliga at buldra međan vit koyrdu.

Verður ein tikin fyri at loysa hjólbóltar, so kann tað geva upp til 8-ára fongsul smb. § 252 í revsilógina.

Vónandi verður viðkomandi tikin, so hann ella hon kunnu fáa sín staff og vit fáa frið fyri slíkum fólkum í 8 ár.

​SáH

Comments

Tríggir smittutilburðir staðfestir í gjár

26/5/2021

Comments

 
Picture


Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, týsdagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll trý eru partur av kendari smittuketu. 

2.874 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 270.696 kanningar.

697 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 27 persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Comments

Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

25/5/2021

Comments

 
Picture

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu. 

3687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar - fyri uttan 53 kanningar -  eru liðugt greinaðar. 

Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar.

694 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir.

Í løtuni eru 63 fólk skrásett í sóttarhaldi, men hetta talið skal takast við stórum fyrivarni, tí skrásetingin er ikki liðug. Talið verður óivað hægri, tá ið komið verður á mál við skrásetingini - vónandi seinni í dag.

Heilsumálaráðið

Comments

​Roykstovan stongd

24/5/2021

Comments

 
Picture
Vit eru blivin uppringd av einum persóni, sum hevur verið í samband við fólk, sum eru smittað við Covid19. 

Viðkomandi hevur enn ikki fingið svar uppá sína test, men vildi bert gera vart við, at viðkomandi hevði verið í Roykstovuni leygarkvøldið. 

Vit vilja tí heita á øll, sum vóru í Roykstovuni leygarkvøldið, um at lata seg kanna. 

Vit fara at reingera hølið, og lata tískil ikki upp í dag. 

Vónandi skilja tit støðuna.

Roykstovan Facebook 24052021

Comments

Í næstu viku kunnu øll bóka tíð til koppseting

24/5/2021

Comments

 
Picture
Nú fáa fólk í aldrinum 16-44 ár tilboð um koppseting. Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið mikukvøldið 2. juni.

Í næstu viku fáa fólk aftur tilboð um koppseting, og nú sleppa fólk niður til 16 ár framat. Vegleiðingin um, hvør kann koppsetast, verður nevniliga víðkað. Hetta inniber, at fólk millum 16 og 44 ár nú fáa tilboð um koppseting.

Ung eru í øktum vanda fyri at verða smittað við Covid-19 og harvið smitta onnur. Nú fáa tey møguleika fyri at verða koppsett fyrr enn ætlað.

Eftir upprunaligu koppingarætlanini var aldursbólkurin 16-24 ár tann síðsti, sum fekk tilboð um koppseting, men nú er avgjørt, at øll millum 16 og 44 ár skulu hava møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Fólk 45 ár og eldri, sum ikki enn hava latið seg koppseta, hava sjálvandi eisini møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Næsta koppsetingarumfar verður miðskeiðis i næstu viku. Nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya mikukvøldið 2. juni, og hósdagin 3. juni verður koppsetingin tikin uppaftur.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, tá latið verður upp fyri at bóka tíðir, og tað verður væntandi fyrst í næstu viku. Heitt verður á fólk, um ikki at fara inn á skipanina at bóka tíðir, fyrr enn latið verður upp aftur fyri hesum, tí hetta kann elva til órógv á skipanina. Sjúkrahúsverkið lýsir í miðlunum, tá skipanin er opin aftur, til at bíleggja koppsetingartíð.

COVID-19 Koppsetingarbólkurin

Heilsumálaráðið

Comments

Allar gudstænastur avlýstar í dag

24/5/2021

Comments

 
Picture
​Nú smittutalið gjørdist sera stórt í gjár og smittutilburðirnir fóru frá 7 til 23, so hevur Fólkakirjan avgjørt at avlýsa allar gudtænastur

​í dag, eisini tann stóra útigudstænastan, sum skuldi vera á ovara vøllinum í Gundadali.

Sostatt ongin gudstænasta í Christianskirkjuni í dag.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.