NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tað sum ikki skuldi henda er hent, 16 smittutilburður staðfestir í gjár

24/5/2021

Comments

 
Picture
​16 smittutilburðir staðfestir í gjár

16 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll eru eftir øllum at døma partur av kendari smittuketu. Talan er um bretska fyribrigdið B.1.1.7.

619 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. 16 nýggir tilburðir í 619 kanningum gevur eitt positivprosent, sum svarar til 2,6. 

Tilsamans eru nú gjørdar 264.101 kanningar.

692 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 23 persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Comments

962 fólk koppsett í gjár

23/5/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vórðu 962 fólk koppsett. 234 fólk fingu fyrra prikið og 728 fólk fingu seinna prikið.

Tilsamans eru 28.646 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 19.442 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.204 hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

Comments

​Tríggir smittutilburðir staðfestir í gjár

23/5/2021

Comments

 
Picture
Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll trý eru partur av kendari smittuketu. 

736 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 263.482 kanningar.

676 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru sjey persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Comments

Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

22/5/2021

Comments

 
Picture

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.  

726 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 262.746 kanningar.

673 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru fýra persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Comments

Kunnu samstarva nógv meir

22/5/2021

Comments

 
Picture
​

Samstarvið millum Føroyar og Ísland kann styrkjast munandi. Hetta vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, samdir um, tá ið teir hittust í Reykjavík í gjár.

Íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður.

“At íslendingar seta tíð av at arbeiða við viðurskiftunum við okkum, vísir greitt, at tey virðismeta sambandið við føroyska samfelagið, og vilja styrkja tað,” segði løgmaður eftir fundin.

Millum umrøddu møguleikarnar fyri øktum samstarvi vóru millumlandahandil, flutningsvinna, fiskivinna, alivinna, gransking og útbúgving.

Fundurin við íslendska uttanríkisráðharran kom í kjalarvørrinum av ráðharrafundi í arktiska ráðnum, sum eisini var í gjár.

Løgmansskrivstovan

Comments

​Ein tilburður staðfestur í gjár

21/5/2021

Comments

 
Picture
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er smittaður í Føroyum. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu viðkomandi er blivin smittaður.  

448 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 261.984 kanningar.

671 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tríggjar persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Comments

Fuglberg og Skoraberg komnir aftur við 225 tonsum

20/5/2021

Comments

 
PictureFuglberg, mynd tikin í morgun tann 20.05.2021 klokkan 04:10
​

Teir komu aftur á Klaksvík klokkan 04:10 í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu 225 tons av gullaksi og landaðu teir til Kósina í morgun.

Veiðan bleiv síðani koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH

Comments

BORGARSTJÓRIN HITTI JAPANSKA SENDIHARRAN

19/5/2021

Comments

 
Picture
Mánadagin var Karl Johansen, borgarstjóri, á fundi saman við japanska sendiharranum í Danmark. Fundurin var á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, har føroyski sendimaðurin, Jóannes V. Hansen eisini luttók.

Borgarstjórin sigur, at vinarbýarsamstarvið millum Klaksvík og Taiji í Japan tykist hava lagt lunnar undir eitt gott samstarv millum londini.

- Borgarstjórin í Taiji hevði umbiðið fundin, tí áhugi er at menna samstarvið millum partarnar enn meira. Serliga var tað áhugin fyri ferðavinnuni, sum fylti nógv á fundinum, og í tí sambandi bjóðaði japanski sendiharrin eisini umboðum fyri Klaksvíkar býráð á vitjan í heyst, sigur Karl Johansen. 

Tað eru trý ár síðan, at Klaksvíkar kommuna og Taiji fóru undir eitt vinarbýarsamstarv, har partarnir báðir, við útgangsstøði í felags áhugamálum, komu ásamt um, at samstarv um ymisk mál innan eitt nú vinnu, mentan og útbúgving.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

INTEGRATIÓNSPRESTURIN Á GÁTT HJÁ BORGARSTJÓRANUM

19/5/2021

Comments

 
Picture
​
1. februar fór sóknarpresturin Marjun Lómaklett undir at røkja eina nýggja tænastu í fólkakirkjuni, har hon í eitt ár verður integratiónsprestur. Uppgávan hjá henni verður m.a. at gera tænastu millum teir útlendingar, sum flyta til Føroyar.

Marjun Lómaklett er eisini júst vald í integratiónsnevndina í Klaksvíkar býráð, sum framyvir verður mannað við bæði føroyingum og tilflytarum.

Integratiónspresturin hevur fyrstu mánaðirnar lýst og greina økið fyri at finna fram til, hvussu kirkjan á bestan hátt kann røkka tilflytarum, sum hava búsett seg í Føroyum. Í hesum sambandi greiddi borgarstjórin, Karl Johansen, frá, at ein arbeiðsbólkur, mannaður við tilflytarum búsitandi í Klaksvík, saman við umboðum í umsitingin, hava arbeitt við nøkrum átøkum, sum seinni í ár verða løgd fram fyri nýggju integratiónsnevndini til støðutakan.

Bæði borgarstjórin og integratiónspresturin eru samd um, at samskifti við tilflytararnar er ein forteyt fyri at finna fram til hvør tørvurin og ynskini eru. Tí mugu vit fyrst og fremst vera innbjóðandi og spyrjandi, soleiðis at vit bæði kunnað tilflytarar væl um okkara heimligu viðurskifti, men ikki minst spyrja inntil teirra bakgrund, so vit eisini betur kunnu skilja teirra tørv.

Við hesum vísir Marjun Lómaklett eisini á, at 24. mai verður enskt talandi familjugudstænasta í Christianskirkjuni, sum serliga er ætlað fólkum við útlendskum uppruna. Øll eru tó hjartaliga vælkomin.

Link to news in english: Integration vicar invites you to the first International Family Service

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Nýggj kanning um harðskap løgd fram

18/5/2021

Comments

 
Picture
Nýggj kanning um harðskap og kynsligan ágang verður løgd fram í Almannamálaráðnum hósdagin kl 10.

Almannamálaráðið hevur fingið Setrið at gera kanningina og áhugaverdu úrslitini verða løgd fram

Hósdagin 20. mai 2021, kl 10 í Almannamálaráðnum, Eirargarði 2.

Skrá:

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.

Umboð fyri Lóður leggja kanningarúrslitini fram.

Høvi at seta spurningar

Øll eru vælkomin!

Almannamálaráðið

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.