Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu.
3687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar - fyri uttan 53 kanningar - eru liðugt greinaðar.
Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar.
694 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 25 persónar smittaðir.
Í løtuni eru 63 fólk skrásett í sóttarhaldi, men hetta talið skal takast við stórum fyrivarni, tí skrásetingin er ikki liðug. Talið verður óivað hægri, tá ið komið verður á mál við skrásetingini - vónandi seinni í dag.
Heilsumálaráðið