
Skotin við luftbyrsu
Hóskvøldið 13 Mai áleið kl 2230 var okkara litli hundur Tara skotin við luftbyrsu í túninum hjá okkum. Gavi eg fekk at vita, hvør í hevur hjarta at skjóta ein lítlan hund, sum nærum ikki fer úr túninum. Ikki fyrr enn djóralæknin koyrdi Taru í røntkina, var staðfest at eitt høgl av luftbyrsu sat gøgnunum, og hevði set hol á tarmarnar. Vit vóru totalt skelkaði, at eitt menniskja kundi finna uppá hesa skemdargerð. Djóralæknin skuðviðgjørdi Taru stundisliga, tá staðfest var, at eitt høgl sat í gøgnunum. Nú tvær vikur aftaná er Tara sloppin væl frá hendingini, íð hevði kosta henni lívi, um høgli sat eitt sindur longri frammi, og vi tí rakt vitalar organir. Vit eru enn skelkaði av hesi hending, sum hendíð beint uttanfyri dyrnar hjá okkum.
Slík eigur ikki at henda í Føroyum og vónandi finnur løgreglan tann seka, so hann kann fáa sín straff, men tað sum hevur størsta týdning, slík fólk mugu undir ongum umstøðum hava luftbyrsu ella byrsu
.
Ein Facebook brúkari frá Vágunum